Logos II stórfingna móttøku

Ørgrynna av smábátum, umframt Brimil við vatnkanónum tóku ímóti, tá trúboðanarskipið Logos II stevndi inn á Havnarvág um 5 tíðina seinnapartin Kr. himmalferðardag.

 


Símun Absalonsen



Á bryggjuni varð skipað fyri móttøku. Umboð fyri Føroya Landsstýri, Tórshavnar Býráð og aðrir hildu røðu. Skiparin á Logos II nýtti eisini høvi at takka fyri eina óvanliga hjartaliga móttøku. Móttøkurnar eru sera ymiskar tá Logos II á heimshøvunum kemur í fremmanda havn. Skipið hevur upplivað, at atgongd hevur verið noktað í afrikanskari havn, hóast øll formlig loyvi vóru givin frammanundan. Skipið fekk kortini ta ferðina loyvi til at koma í havn, hóast bíðast mátti í meira enn 24 tímar. Til samanberingar man føroyaska móttøkan hava kenst fløvandi.


Einasta tiltak ið var umborð hósdagin, tá skipið kom, var ein móttøka kl. 20.00 fyri fyrrverandi OM-arar. Eini 200 fólk vóru umborð til hesa móttøku. Hetta vóru føroyingar ið flestallir í styttri ella longri tíð høvdu verið við missiónsfelagsskapinum OM, ið eigur skipini Logos II og Doulos. Í mun til fólkatalið eru Føroya best umboðaða tjóð við OM. Á móttøkuni hóskvøldið varð greitt frá um virksemið hjá OM í dag og m.a. um framtíðarætlanir hjá felagsskapinum.


Fríggjadagin byrjaðu so tiltøkini ið vera skulu umborð. Smb. skránna skuldi tiltak vera fyri børn kl. 14 og ungdómskvøld kl. 20. Fyrireikararnir siga, at áhugin fyri vitjanini tykist at vera sera stórur. Fleiri skúlar hava tikið av tilboðnum at vitja umborð, og bólkar frá manningini fara at luttaka við ymiskum tiltøkum í landi, umframt at tey eru boðin at vitja ymiskar samkomur.


Stórt sjálvboðið arbeiði er eisini frá føroyskari síðu gjørt til tess at leggja vitjanina til rættis. Fyrireikararnir hava eisini lagt dent á at vísa føroyskt gestablídni. Fríggjakvøldið kl. 18 varð øll manningin ið telur 200 boðin til døgurða í føroyskum privatheimum. Ein persónur ið hevur siglt við OM skipinum ?Doulos? hevur samskipað tiltakið, og hevur hann fingið umleið 45 familjur at taka sær av gestunum.


Logos II hevur eina stóra bókasølu umborð ið høvi verður at vitja. Her fáast bæði kristiligar bókmentir, umframt fakbøkur innan t.d. útbúgving. Mong minnast eisini fjølbroyttu bókasøluna, tá Logos I virjaði í 1983.


Tað skipið var annars ikki ókent í Føroyum, av tí at kongaligi grønlandski handilin KGH hevði átt skipið (Umanak) og røkti tað grønlandsigling inntil 1970, tá OM keypti skipið. Í KGH tíðini var skipið mangan á Havnini. Í fimmtiárunum var tørvur á størri skipi og Umanak fekk ein avloysara. Hetta var Hans Hedtoft. Men í minniligi vanlukkuni á Kappanum í januar 1959 fórst Hans Hedtoft við allari manningini, og Umanak gjørdist aftur álitið í samband við grønlandssiglingina. Millum grønlendingar vóru tí nógvar kenslur knýttar at Umanak.


Sum nevnt varð Umanak selt til OM í 1970, og verður skipið í OM høpi umtalað sum Logos I. Sjálvur var eg staddur í Nuuk í 1988, tá tíðindini bórust, at fyrrverandi Umanak hevði rent á ein flúr við Chilensku suðurstrondina, og at skipið stóð ikki at bjarga. Grønlendska útvarpið hevði tá eina sending ið nevndist ?Et nostalgisk tilbageblik, i forbindelse med forhenv. Ms. Umanak´s forlis.? Í sendingini varð tosað um søguna hjá skipinum og grønlandssiglingini. Grønlendingar harmaðust vanlukkuna í Suðuramerika, men teir fegnaðust tó um, at einki mannalív fórst. Minnini frá Hans Hedtoft mundu reka framaftur.


OM fekk ein avloysara fyri fyrrverandi KGH skipið, og í hesum døgum vitjar hetta skip í Føroyum. Almenningurin hevur høvi at vitja umborð. Opið er frá Kl. 10-22, sunnudag tó frá 14-22. Skipað verður fyri serligum tiltøkum umborð, men av tí at avmarkað pláss er í fundarhølunum er neyðugt at tekna seg til hesi tiltøk. OM skrivstovan á landi ið samskipar og veitir upplýsingar í samband við vitjanina hevur tlf. 55 55 55. Hvønn dag kl. 18 eru Logos II-tíðindi at hoyra í Lindini.


Hósdagin siglir skipið inn á Runavík, har tað verður liggjandi inntil sunnukvøldið tá vitjanin endar.