hava framvegis møguleikan at lata inn rokningar í deildirnar, sum so verða avgreiddar eftir tveimum trimum døgum. Eisini fara vit at gera alt fyri, at fólk kunnu læra seg at brúka netbankan og gjaldskort [...] sum eina roynd. Um tað so merkir, at hinar deildirnar eisini verða kassaleysar um eitt, tvey ella fimm ár ber ikki til at siga nú, sigur John Rajani. Rákið er soleiðis, at alt fleiri bankar gerast kassaleysir [...] Samstundis verða allar kassaavgreiðslur í deildunum í Danmark lætnar aftur. - Gongdin á økinum er tann, at kassaavgreiðslurnar verða færri og færri, og samstundis ynskja kundarnir størri og størri ráðgeving
Tað er ikki óhugsandi, at festivalgestir í summar fara at bera eyga við 15 ára gamla X-Factor vinnaran í ár, Jasmin Dahl. Jasmin, sum hevur føroysk ættarbond, hevur ætlanir um at koma til Føroya í summar [...] inum. Eg kundi væl hugsað mær at farið á teir festivalarnar aftur í summar, um tað fer at liggja fyri, sigur Jasmin Dahl. Fríggjakvøldið megnaði hon saman við Anthony at vinna donsku sjónvarpskappingina [...] var ordiliga stuttligt. Christopher var fittur og fyrikomandi, og eg eri ótrúliga glað fyri, at vit sluppu at syngja saman við honum, sigur Jasmin. Trýst á pílin uppi yvir myndini og hoyr alla samrøðuna
kommunum, fyri at borgararnir skulu fáa eitt gott tænastutilboð, sigur Lars Erik Borge við NRK. Í 2002 kom norska hagstovan til ta niðurstøðu, at tað bar til at spara 4,1 milliardir krónur við at leggja kommunur [...] minnir nógv um orðaskiftið, sum hevur verið í Føroyum um kommunusamanlegging og avgerðina at lata kommununum eldraøkið at umsita. [...] Ein kommuna skal hava í minsta lagi 15.000 íbúgvar, fyri at hon kann veita ta neyðugu tænastuna. Tað er ein av niðurstøðunum í einum áliti, sum er arbeiðsbólkur handaði norska kommunumálaráðharranum í
Fréttablaðið, at uttan rannsóknir kann kvotutilmælið enda niðan fyri tað, sum stovnarnir veruliga tola, og at vinnan missir so mikið meiri. -Tað kann tí henda, at sparingar til havrannsóknir fara at kosta vinnuni [...] var at játta meiri pengar til alemmar tænastur, sum eru til frama fyri fiski- og sjóvinnuna. Úrslitið av teirri skerdu játtanini til Havrannsóknarstovnin er, at stovnurin hevur ikki møguleika at gera [...] gera tær rannsóknir, hann plagar at gera. Eitt nú kann stovnurin ikki brúka síni egnu skip til stovnsmetingarnar av botnfiskinum, sum skulu gerast í heyst, skrivar Morgunblaðið. Í reiðarafelagnum eru tey
eisini at finna í sosialu miðlunum - m.a á kjaksíðuni um føroyskan kappróður. Fleiri viðmerkjarar á síðuni hava funnist at RSF í kjakinum um støðuna í føroyskum kappróðri, men nú er likt til, at RSF hevur [...] Homrum Undirhald o.a Róðrarsamband Føroya skrivar á rsf.fo, at mann vónar, at rógvarar kring landið taka væl móti hesum tilboði. RSF ynskir at koma nærri manningunum og harvið standa saman um tjóðarítróttina [...] ókeypis. Endamálið við róðrarfestivalinum er m.a at menna stuttleikan og samanhaldið í føroyskum kappróðri. Eisini fáa rógvarar og róðursmenn-/kvinnur høvi at møtast uttanfyri kappingar, eins og nema sær kunnleika
kensluna av, at hetta fór at vera ein leikur, ið fór at verða væl umtóktur, so tað kemur ikki heilt óvæntað, at sýningarnar longu nú eru útseldar, sigur Torgerð Hansen, samskipari. Hon væntar tó ikki, at leikurin [...] av fólki, sum hevur sæð leikin. Tað standa nógv fólk í kø fyri at fáa atgongumerki, skuldi onkur givið avboð, so vit kunnu ikki annað enn at vera nøgd, sigur Torgerð Hansen. [...] Ætlanin er bert at spæla sangleikin Oliver fram til 11. apríl, og allar sýningar eri longu útseldar. Tað hevur gingið strúkandi við sangleikinum Oliver, sum verður spældur í Víkingahúsinum í Gøtu. - Vit
er einasta avleiðingin fyri teir, at teir verða sendir heim. Jan Højgaard sigur, at tað er óvissa um støðuna hjá manningini. Tað er eisini óvist um reiðaríið fer at rinda monnunum hýru og annars halda [...] r myndugleikar at taka ábyrgd av, at útlendingar umborð á føroyskum skipum undir føroyskum flaggi verða virðiliga viðfarnir, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Hann sigur, at málið hevur bráskund [...] formaður í Fiskimannafelagnum, biðjur nú Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, tryggja, at bíðja við at senda útlendsku fiskimenninar av landinum, til umstøðurnar hjá monnunum eru kannaðar og lýstar
hjálpt. Livurpostei bleiv í áravís nevnt livradeiggj, sjálvt um allir føroyingar áttu at vita, at deiggj er rátt. Við at vísa til orðabókina fekk eg hetta broytt. Skiva er nakað, ein kann standa innan- ella [...] føroyskt stavrað. Sum um hetta er Størsti týdningurin fyri, at føroyska málið skal yvirliva. Nú eri eg ikki nakar málfrøðingur og fari tí ikki at leggja meg út í slíkar málfrøðisligar spurningar, sum eftir [...] týdningin, sum hildið verður. Ofta verður funnist at málburðinum hjá útvarpsfólki (viðhvørt av røttum), men størstu málmisbrúkarnir eru tó handlarnir. Eg tali at viðhvørt, og í einstøkum føri hevur tað hjálpt
leggur afturat, at bilurin er komin norðanífrá. Hjólini vóru so illa farin, at bilurin ikki fær koyrt. Men hví bilførarin ikki hevur meldað óhappið, er óvist. - Vit fáa illgruna um, at okkurt ikki ruggar [...] meldað tilburðin. Eingin bilførari var at hóma, og motorurin var kaldur. Hetta er óvanligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í dag. - Tað stendur í ferðslulógini, at mann skal melda eitt óhapp skótast gjørligt [...] er sera umráðandi at fáa samband við viðkomandi, sum eigur bilin, so vit kunnu staðfesta, hvør koyrdi bilin, tá óhappið fór fram. Hann kann hava lænt onkrum bilin, sigur vakthavandi at enda.
vøllinum. - Eg vóni, at tað verður í mesta lagi ein mánaði til eg spæli aftur, men tað er sjálvandi ringt at meta um, sigur Jens Joensen at enda. EB/Streymur vann dystin 4-3, eftir at NSÍ var á odda heili [...] harður spælari, sum ikki er bangin fyri at tveita seg í eina takling, tá onnur helst høvdu hoppað uppum. Á veg í sjúkrabilin var Jens Joensen tó ikki í iva um, at hann var brotnaður á fyrsta sinni. - Eg [...] Eg var hundrað prosent sikkur upp á, at eg hevði brotið fótin, greiðir Jens Joensen frá. Tað var í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini, at Jens tveitti seg fyri eitt skot hjá Arnbirni Hansen. Ólukkutíð