RSF stovnað róðrarfestival

Um eina viku fer fyrsti róðrarfestivalur av bakkastokki. Endamálið við festivalinum er at menna stuttleikan og samanhaldið í kappróðrinum, skrivar RSF.

Seinastu árini hevur nógv kjak verið um, hvørt føroyskur kappróður er í einum aldudali. Hóast kjakið hevur verið virkið í fleiri ár, fylgir kjakið samfelagsrákinum, og er tískil eisini at finna í sosialu miðlunum - m.a á kjaksíðuni um føroyskan kappróður. Fleiri viðmerkjarar á síðuni hava funnist at RSF í kjakinum um støðuna í føroyskum kappróðri, men nú er likt til, at RSF hevur okkurt í skjáttuni. 

 

Róðrarsamband Føroya skipar í ár fyri einum róðrarfestivali fyri manningum, sum luttaka í FM kappingini í summar. Kappingin verður hildin í leguhúsinum í Nesvík 11-12 apríl. Bæði gisting og matur er ókeypis. Endamálið við róðrarfestivalinum er m.a at menna stuttleikan og samanhaldið í føroyskum kappróðri. Eisini fáa rógvarar og róðursmenn-/kvinnur høvi at møtast uttanfyri kappingar, eins og nema sær kunnleika í samband við kappróður. Sambært kjaksíðuni hava yvir 150 luttakarar meldað seg til festivalin. 

 

Á skránni verður: 

Kropsvenjing

Sálarlig venjing

Ráðgeving til róðursmenn

Kostráð

Fyrstahjálp

Doping

Tónleikur við Signari í Homrum

Undirhald o.a

 

Róðrarsamband Føroya skrivar á rsf.fo, at mann vónar, at rógvarar kring landið taka væl móti hesum tilboði. RSF ynskir at koma nærri manningunum og harvið standa saman um tjóðarítróttina.