Serføroyskt stavrað

Seinastu tíðina er nógv sagt og skrivað um føroyskt stavrað. Sum um hetta er Størsti týdningurin fyri, at føroyska málið skal yvirliva. Nú eri eg ikki nakar málfrøðingur og fari tí ikki at leggja meg út í slíkar málfrøðisligar spurningar, sum eftir míni sannføring ikki hava so stóran  týdningin, sum hildið verður.

 

Ofta verður funnist at málburðinum hjá útvarpsfólki (viðhvørt av røttum), men størstu málmisbrúkarnir eru tó handlarnir. Eg tali at viðhvørt, og í einstøkum føri hevur tað hjálpt.

 

Livurpostei bleiv í áravís nevnt livradeiggj, sjálvt um allir føroyingar áttu at vita, at deiggj er rátt. Við at vísa til orðabókina fekk eg hetta broytt. Skiva er nakað, ein kann standa innan- ella uttanfyri, men eitt tal av flísum (t.d. breyðflísum) kanst tú keypa. Eg havi talað at, men ikki rínur við.

 

Fekk ein pakka av royktum laksi nú ein dagin. Á framsíðuni stendur m.a.: This QUALITY PRODUCT OF Denmark v.m. og Premium smoked salmon from Denmark. Á baksíðuni stendur:

Royktur laksur í SKIVUM 400 g,

Innihald: Laksur (Salmo Salar) Salt, Royk.

Upprunaland - FÆRØERNE           

 

Bert eitt av mongum dømum.