Tað heldur Fiskimannafelagið.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, biðjur nú Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, tryggja, at bíðja við at senda útlendsku fiskimenninar av landinum, til umstøðurnar hjá monnunum eru kannaðar og lýstar til fulnar.
Ongin greiða tykist vera á, hvørja støðu manningin er komin í eftir vanlukkuna 11. februar, sum kravdi eitt mannalív og nú er einasta avleiðingin fyri teir, at teir verða sendir heim.
Jan Højgaard sigur, at tað er óvissa um støðuna hjá manningini. Tað er eisini óvist um reiðaríið fer at rinda monnunum hýru og annars halda sínar skyldur mótvegis manningini,
Hóast útlendingamál er danskt málsøki, eiga føroyskir myndugleikar at taka ábyrgd av, at útlendingar umborð á føroyskum skipum undir føroyskum flaggi verða virðiliga viðfarnir, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Hann sigur, at málið hevur bráskund, tí sambært løgregluni skulu útlendingarnir sendast av landinum við fyrsta flogfarinum í morginsárið, á Grækarismessu, mikudagin 12. mars.