Størri tilfeingisgjald men minni til rannsóknir

Hóast íslendska fiskivinnan hevur goldið støðugt meiri tilfeingisgjald tey seinastu árini, so brúkar tað almenna minni og minni pengar til fiski- og havrannsóknir.

Hóast íslendska fiskivinnan hevur goldið støðugt meiri tilfeingisgjald tey seinastu árini, so brúkar tað almenna minni og minni pengar til fiski- og havrannsóknir. Hetta hevur verið gongdin, hóast eitt av aðalmálunum við tilfeingisgjaldinum júst var at játta meiri pengar til alemmar tænastur, sum eru til frama fyri fiski- og sjóvinnuna.

 

Úrslitið av teirri skerdu játtanini til Havrannsóknarstovnin er, at stovnurin hevur ikki møguleika at gera tær rannsóknir, hann plagar at gera. Eitt nú kann stovnurin ikki brúka síni egnu skip til stovnsmetingarnar av botnfiskinum, sum skulu gerast í heyst, skrivar Morgunblaðið.

 

Í reiðarafelagnum eru tey alt annað enn fegin um gongdina. Kolbeinn Árnason, stjóri í felagnum, sigur við Fréttablaðið, at uttan rannsóknir kann kvotutilmælið enda niðan fyri tað, sum stovnarnir veruliga tola, og at vinnan missir so mikið meiri.

 

-Tað kann tí henda, at sparingar til havrannsóknir fara at kosta vinnuni nógvar ferðir meiri enn tað sparda, sigur reiðarafelagsstjórin.

 

Í fjør var játtanin til Havrannsóknarstovnin 1,4 mia. íslendskar krónur. Tilfeingisgjsaldið frá vinnuni var 4,9 mia. krónur. Í 2009 fóru 1,8 mia. til rannsóknir, og tá var tilfeingisgjaldið 1,2 mia. krónur.