Kommunusamanlegging gevur stórar sparingar

Tær smáu kommunurnar kunnu ikki veita sama tænastutilboð sum tær stóru.

Ein kommuna skal hava í minsta lagi 15.000 íbúgvar, fyri at hon kann veita ta neyðugu tænastuna. Tað er ein av niðurstøðunum í einum áliti, sum er arbeiðsbólkur handaði norska kommunumálaráðharranum í dag.

 

Sum er eru 428 kommunur í Noregi, men eftir uppskotinum hjá arbeiðsbólkinum kemur talið niður ímóti 100.

 

Professarin Lars Erik Borge, sum hevur verið í arbeiðsbólkinum, sigur við norska kringvarpið, at bólkurin hevur hugt eftir, hvussu góða tænastu kommunurnar kunnu veita, og hvussu nógvar pengar tær smáu kommunurnar skulu hava, um tær skulu kunna veita somu tænastu sum tær stóru.

 

Spurdur, um tær smáu kommunurnar kunnu veita líka góða tænastu innan eitt nú barnavernd, skúla og heimarøkt, er professarin ikki í iva.

 

-Tað kunnu tær ikki. Tað er neyðugt við størri kommunum, fyri at borgararnir skulu fáa eitt gott tænastutilboð, sigur Lars Erik Borge við NRK.

 

Í 2002 kom norska hagstovan til ta niðurstøðu, at tað bar til at spara 4,1 milliardir krónur við at leggja kommunur saman. Í dag verður vinningurin mettur til einastaðni millum seks og sjey milliardir, sigur NRK.

Orðaskiftið í Noregi minnir nógv um orðaskiftið, sum hevur verið í Føroyum um kommunusamanlegging og avgerðina at lata kommununum eldraøkið at umsita.