Ætlanin er bert at spæla sangleikin Oliver fram til 11. apríl, og allar sýningar eri longu útseldar.
Tað hevur gingið strúkandi við sangleikinum Oliver, sum verður spældur í Víkingahúsinum í Gøtu.
- Vit høvdu heilt frá byrjan av kensluna av, at hetta fór at vera ein leikur, ið fór at verða væl umtóktur, so tað kemur ikki heilt óvæntað, at sýningarnar longu nú eru útseldar, sigur Torgerð Hansen, samskipari.
Hon væntar tó ikki, at leikurin verður sýndur aftur eftir 11. apríl.
- Har eru so nógvir leikarar, sum eru við í verkætlanini, Fenris, og teir verða burtur frá 12. apríl og heilt fram til 27. apríl. Og so er spurningurin, um leikurin verður tikin upp aftur, sigur Torgerð Hansen.
Í Losjan Glottin fegnast tey um stóru undirtøkuna, sum hevur verið til leikin Oliver.
- Tað verða tilsamans 16 sýningar, og tað er pláss fyri 160 áskoðarum til hvørja sýning, so talan er um eina rúgvu av fólki, sum hevur sæð leikin. Tað standa nógv fólk í kø fyri at fáa atgongumerki, skuldi onkur givið avboð, so vit kunnu ikki annað enn at vera nøgd, sigur Torgerð Hansen.