Ferðsluóhapp: Hvar er bilførarin?

Í nátt kom patruljan hjá løgregluni fram á ein bil, sum var farin út av vegnum millum tunnilsmunnan og rundkoyringina í Kollafirði. Men hvar er bilførarin?

Klokkan 05.15 í nátt kom patruljan hjá løgregluni fram á ein heldur óvanligan tilburð. Ein bilur var farin út av vegnum millum tunnilsmunnan og rundkoyringina í Kollafirði. Men eingin hevði meldað tilburðin. Eingin bilførari var at hóma, og motorurin var kaldur. Hetta er óvanligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í dag. 

 

- Tað stendur í ferðslulógini, at mann skal melda eitt óhapp skótast gjørligt, men tað hevur bilførarin ikki gjørt í hesum førum. Tað er óvanligt, sigur hann. 

 

Hann leggur afturat, at bilurin er komin norðanífrá. Hjólini vóru so illa farin, at bilurin ikki fær koyrt. Men hví bilførarin ikki hevur meldað óhappið, er óvist.

 

- Vit fáa illgruna um, at okkurt ikki ruggar rætt, tá ein bilførari ikki sigur frá, at hann hevur koyrt út av vegnum, sigur vakthavandi. 

 

Hann vil tó ikki greiða in.fo frá, hvørjar orsøkirnar til óhappið kunnu vera. 

 

- Vit kunnu ikki greiða nærri frá hendingini, fyrrenn vit hava tosað við bilføraran. Tað er sera umráðandi at fáa samband við viðkomandi, sum eigur bilin, so vit kunnu staðfesta, hvør koyrdi bilin, tá óhappið fór fram. Hann kann hava lænt onkrum bilin, sigur vakthavandi at enda.