Frá 21. januar verða ongar kassaavgreiðslur í BankNordik á Tvøroyri, á Sandi og í Miðvági. Samstundis verða allar kassaavgreiðslur í deildunum í Danmark lætnar aftur.
- Gongdin á økinum er tann, at kassaavgreiðslurnar verða færri og færri, og samstundis ynskja kundarnir størri og størri ráðgeving, og tað tillaga vit okkum eftir, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.
Tað finnast kundar, sum hvørki hava teldu ella gjaldskort, men hesi verða tó ikki heilt slept upp á fjall.
- Fólk hava framvegis møguleikan at lata inn rokningar í deildirnar, sum so verða avgreiddar eftir tveimum trimum døgum. Eisini fara vit at gera alt fyri, at fólk kunnu læra seg at brúka netbankan og gjaldskort, sigur John Rajani.
Fyribils verða tað bert deildirnar á Tvøroyri, Sandi og í Miðvági, ið gerast kassaleysar.
- Hetta verður gjørt sum eina roynd. Um tað so merkir, at hinar deildirnar eisini verða kassaleysar um eitt, tvey ella fimm ár ber ikki til at siga nú, sigur John Rajani.
Rákið er soleiðis, at alt fleiri bankar gerast kassaleysir, og í vikuni lótu yvir 300 deildir hjá Danske Bank sínar kassaavgreiðslur aftur.










