síðani eg gavst í OB, havi eg hugsað mær at roynt míni evni uttanlands, og landsliðsvenjarastarvið í Føroyum passar væl til mínar ætlanir í so máta. Og fyri einum 10 døgum síðani var eg so í Føroyum og [...] allastaðni, og tað ger sjálvandi sítt til, at hetta veruliga er ein uppgáva, eg gleði meg til og síggi fram til. Tað verður eisini soleiðis, at tit skulu rokna við at síggja nógv til mín í Føroyum, meðan [...] meðan eg eri venjari. Serliga í fyrstuni verður umráðandi hjá mær at síggja teir ymsu spælararnar og síggja umstøðurnar, sum fótbólturin hevur kring landið. Nógv at geva Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum
upp áðrenn. Í ár hendi tað, at Gunnar Dahl-Olsen hevði sett tað í seg, at hann skuldi f? halda danskarunum, sum komu upp her at súkkla. Gunnar vann eisini onkra etapu. Hann hekk í teimum, og tað var altíð [...] bert er undanførsla, sum súkklarin ikki kann brúka til nakað sum helst. Í sínum ungu døgum og heilt fram til 1995, tá ið hann fór undir at luttaka í súkklukappingum, spældi hann í einum tónleikabólki á [...] hon noyðist at vera tað og so eitt sindur av móta eisini, tí hinir hava tað. Men taka vit t.d. gearskiftið, so skal tað rigga. Tað skal rigga hvørja ferð. Tað má ikki vera so, at í einum spurti byrjar
at vit, sum ³framkomin3 fiskivinnutjóð, vit sum brúka hvørt høvi, vit fáa at reypa av okkara egnu dygdum, vit koma ikki uppá knøini á teimum, sum vit í mangar mátar meta sum annanfloks borgarar í triðja [...] professionell. Og í Blue Water í Onglandi, hevði hon ein professionellan og álítandi samstarvsfelaga. Men hetta síðasta árið er tað alt ov ofta komið fyri, at seinkingar eru. Og tað, sum hendi hetta v [...] onga loysn havt á hesum avgerandi máli fyri føroyskt vinnnulív. Tað er hart at siga tað, men tað má sigast. Framtaksloysnin í Føroyum verður ikki, um vit skulu hava sjey, ella 10 flakavirki, ella, hvussu
Hon líkist flest øðrum 15 ára gomlum gentum. Gongur í skúla, er úti við vinkonunum, er áhugað í ítrótti og móta. Men tað er eitt, sum ger, at 15 ára gomla gentan úr Fuglafirði líkist burtur úr sínum javnaldrum [...] rættiliga ógvusliga. - Tað várið og summarið misti eg so mikið nógv hár, at eg í august mánaði bara hevði nakrar hárdoddar í nakkanum og fremst á høvdinum. Eg minnist væl, at eg lat bara, sum tað ikki var álvarsamt [...] gjørdur úr hári, sum munkar í India hava latið. Hárið fer úr India til Kina, har tað verður viðgjørt. Tey hava mátini á mínum høvdi har, og snikka síðani parykkin til, áðrenn hann verður sendur til Føroya
Njál Djurhuus. Hann hevur altíð havt tað gott í sínum uppvøkstri, og hann hevði í veruleikanum tvær mammur og ein abba, ið eisini virkaði sum pápi. Men tað var nakað, sum manglaði. Eg vaks upp á Reyni, og [...] og tað føldi eg manglaði í mínum lívi, sigur Njál Djurhuus. Royndi at leita Sum hann vaks til, royndi hann eftir førimuni at finna sín faðirs upphav. Eg fór til Nepper-Christensen, ið tá var fúti í Føroyum [...] hvør pápi mín var. Tað hevði einki við uppvøksturin at gera, tí eg hevði eina mammu, sum eg var ótrúliga góður við, og eina ommu og ein abba, sum eg eisini var ógvuliga góður við, og sum eg veit elskaðu meg
fái eg aldrin aftur. Janus hevur fingið varandi mein av vanlukkuni, sum avmarkar hann í hansara virksemi. Hann lá á sjúkrahúsi í einar fimm mánaðar í Føroyum og í Danmark. - Eg eri ikki sterkur í beinunum [...] mannin aftur, sum tók bæði foreldrini frá mær. - Og eg havi fyrigivið honum, tí sum kristið menniskja eigi eg at fyrigeva. Janus Dam Guttesen í Havn er avkláraður í dag. Men tað er lítið at ivast í, at fyrigevingin [...] verða dagførdur um tað, sum var hent í grannalagnum. - Eg orkaði ikki at tosa um annað enn tey vanligu gerandisviðurskiftini, so tað var heilt fantastiskt, tað gjørdi mær gott. Komin yvir tað Janus heldur kortini
skerjast so at øll kundu fáa tað betur.. Tað var tá, nú er støðan ein onnur, nú skulu útreiðslurnar at vísa seg hækkast í mest møguligan mun, annars fáa vit tað ikki betur. Í fleiri ár hevur framleiðslan [...] Súsanna Dam Eg havi gjørt eitt roknistykki, sum eg haldi átti at verið sera áhugavert við atliti til uppskotið hjá hinum 13 landspolitikarunum av bygd, sum í hesum døgum eru úti við rívunu eftir at skaffa sær [...] sjónsku brek og lýti í skattalógunum, um ikki var so, at lands- og kommunupolitikkari í mongum førum eru somu MENN. Pengingarenslið á privata marknaðinum í hesum landinum stendst í mesta munin av óskattaðum
skilja, at tað í nógvum førum er fløskan sum ræður. Eisini tey næstu hjá misnýtarum hava ilt við at síggja tað. Men eg ákæri ikki tey avvarðandi, sum í nógvum førum hava tolt nógv. Tað verður framvegis [...] hjá Sólborg Dulavík í leiðarasessinum á viðgerðarstovninum Blákrossheiminum fækkast skjótt í hesum døgum. Í næstum verður hon 67 ár og hevur tí valt at fara frá síðst í næsta mánaði. - Eg kundi hildið fram [...] við og betra tilboðini, sum eru. Vit kunnu bjóða eitt gott viðgerðartilboð í dag, men tað kann altíð verða betri, sigur Sólborg Dulavík. Blákrossheimið liggur í Lynggøtu í Havn. Í góðum umhvørvi og góðum
. - Í veruleikanum eru Føroyar einasta landið, har tað framvegis er loyvt at veiða lunda. Í Noregi er tað bannað, og í Íslandi liggur eitt uppskot í Altinginum um at friða lundan í trý ár. Bara í Føroyum [...] Ringmerking Tað eina førdi so tað næsta við sær, og í 1984 bygjaði hann so at ringmerkja fuglar. - Tað byrjaði við stærum og gráspurvum í eini roynd at finna út av ferðingarmynstrinum hjá teimum. Tað var í 1984 [...] friðast. Tað kann tykjast at ganga eitt sindur móti mínum egnu áhugamálum, tí tað er helst eingin í Føroyum, sum fær so nógvan vinning burtur úr lundanum sum júst eg. Men eitt vita vit, og tað er tað, at lundin
hevur tú tað so, nú tað kvøldar í tínum lívi? - Eg havi ongantíð havt tað so gott, sum eg havi tað nú. Eg havi eina fantastiska familju, og umstøðurnar rundan um meg eru góðar. Eg eri har, sum eg vónaði [...] har til – og tað tók mær langa tíð – at verða nøgdur og eyðmjúkur í nú’inum. Eg kann anda djúpt inn og siga, at hetta er tað, sum er komið burturúr, og tað er her og nú. Eg kenni meg sum ein priviligeraðan [...] krabbameini í 2004 og 2006. Tá legði eg meg í Harrans hendur, og tað svíkti ongantíð - ikki eina løtu. Krabbamein er dapur gestur at fáa vitjan, og tað eru nógv, sum ikki koma so væl burturúr tí, sum eg gjørdi