Eg havi hugt út av eggini

- Eg ynski ikki at verða ein persónur, hvørs mál er at fara ígjøgnum lívið so snikkaleysur sum gjørligt, sigur tónleikarin Martin Joensen. Hann viðurkennir, at tað er farið at kvølda á hansara lívsleið, men hann er avkláraður við sítt lív, eftir at hann millum annað hevur verið ígjøgnum oyðileggjandi drykkjuskap og krabbamein.

Hann er landskendur sum sangskrivari og tónleikari. Hevur givið føroyingum perlur sum Morgun og Ró umframt eina rúgvu av kendum sangum. Hann hevur eisini stríðst við drykkjuskap og krabbamein, men nú hann stendur fyri lívsins heysti, hevur hann ongantíð havt tað betur enn tað sama.

Vit hava hitt Martin Joensen, sum í hesum døgum er aktuellur við nýggjari fløgu.


Tú kallar nýggju fløguna hjá tær Kvøld. Hví?

- Fyrsta útgávan hjá mær kallaðist Morgun, so tað var næstan mest sum ov upplagt at kalla hesa fløguna Kvøld. Men tá eg fór at lesa tekstirnar á útgávuni ígjøgnum, sá eg, at kvøld er við í næstan øllum sangunum, uttan at tað var tilvitað, tá eg skrivaði sangirnar. Eg eri 57 ára gamal, og mín lívsleið er byrjað at kvølda. Í mínum lívi er stemningurin eitt sindur – uttan at tað skal ljóða so dramatiskt - at eg taki saman um mítt lív. Hvar eri eg? Hvat er komið burturúr? Og ikki minst hvar fari eg?


Hvussu hevur tú tað so, nú tað kvøldar í tínum lívi?

- Eg havi ongantíð havt tað so gott, sum eg havi tað nú. Eg havi eina fantastiska familju, og umstøðurnar rundan um meg eru góðar. Eg eri har, sum eg vónaði, eg fór at verða. Tónleikaliga havi eg ongar dreymar um at blíva ein stjørna, men eri glaður fyri, at fólk lurta eftir mínum tónleiki. Men eg eri glaðast fyri, at eg havi funnið frið í mínum lívi. Eg havi staðið á eggini og hugt út av. Kjansirnir hjá mær fyri at yvirliva, tá krabbameinið breiddi seg til livrina, mundu verða rættiliga smáir, men nú eri eg frískur, og eg ræðist ikki deyðan.


Tá tú so hugsar um lívið hjá tær, og hvat tú hevur fingið burturúr. Hvørjar tankar hevur tú so?

- Í einum av sangunum á nýggju útgávuni skrivi eg: Tá ið eg var ein tíðarleysur drongur ætlaði eg mær at vera kongur.Tað ætli eg mær slettis ikki longur,tí so hevði eingin verið eg.Eg haldi, at eg eri komin har til – og tað tók mær langa tíð – at verða nøgdur og eyðmjúkur í nú’inum. Eg kann anda djúpt inn og siga, at hetta er tað, sum er komið burturúr, og tað er her og nú. Eg kenni meg sum ein priviligeraðan mann, sum ger tað, sum eg allatíðina havi ynskt mær at gera. Eg arbeiði við at tekna, eg skrivi og spæli tónleik, og eg havi eina útbúgving sum grafikari, sum eg kann liva av.


Hvat ynskir tú ikki at verða?

- Eg ynski ikki at verða ein persónur, hvørs mál er at fara ígjøgnum lívið so snikkaleysur sum gjørligt. Tað er farligt at hugsa, hvussu kann eg sleppa ígjøgnum lívið og fáa sum minst av skaða sjálvur. Hevði mann heldur kunnað vent tí til, hvussu kann eg koma ígjøgnum lívið og skaða onnur sum minst. Nógv av okkara lívið byggir á damage control. Vit vita, at allar okkara avgerðir hava konsekvensir, og vit royna tí at fyrbyrgja, at konsekvensirnir verða ov oyðileggjandi. Men lívið er at sigla millum sker, og eg royni ikki at halda mær sjálvum aftur, tí eg eri bangin fyri nøkrum, men heldur hugsa meg væl um og gera tað, sum eg veruliga vil.


Men hugsar tú, at tú skuldi fingið meira burturúr lívinum higartil?

- Ja, tað hugsi eg. Eg havi verið ígjøgnum nógv í mínum lívi. Millum annað hevði eg eitt stórt alkoholproblem, líka til eg var fyrst í 40’unum. Fyri 15 árum síðani gavst eg at drekka og havi ikki nortið dropan síðani. Tað var ein stór broyting í mínum lívi, og eftir tað gjørdist eg spakuliga meira varugur við meg sjálvan, tað rundan um meg og um trúnna, sum er vorðin ómissandi hjá mær.


Er tað ikki soleiðis í lívinum, at líkamikið hvat vit fáa burturúr, so kunnu vit standa eftir og angra okkurt, sum vit ikki náddu?

- Tað veldst kanska um, hvussu vit hugsa. Uttan at tað skal ljóða frelst, so skulu vit læra okkum at anda inn og siga, at hetta er tað. Tað er meining við, at hetta kom burturúr, og tað er kanska eisini ein meining við, at okkurt annað ikki kom burturúr.


Í einum av nýggju sangunum skrivar tú um ælabogan, og tað verður sagt, at við endan av ælabogan liggur onkur skattur. Hvat liggur við endan á tínum ælaboga?

- Tað er tann stóri dreymurin hjá okkum øllum. Ein tann størsti dreymurin, eg hevði sum tannáringum, var, at Thundersbirds kanska onkuntíð fóru at spæla ein av mínum sangum. Tað var tann ultimativi dreymurin hjá mær tá. Síðani er tann dreymurin avloystur av øðrum, og nú eri eg munandi meira eyðmjúkur, enn eg var. Nú hugsi eg bara ver nøgdur við tað, sum tú hevur, ver eyðmjúkur og glaður fyri, at tú yvirhøvur ert her í dag. Eg síggi ælabogan hvønn dag, men tað er til dømis í eygunum á mínum børnum.


Fyri 15 árum síðani hendi nakað kollveltandi í tínum lívi. Hvussu kom tað skiftið, og hvat hevur tað merkt fyri teg síðani?

- Eg var so niðurundirkomin av drykkjskapi, var við at missa bæði familju og økonomi á gólvið, og eg kláraði ikki at gevast at drekka. Tá segði eg einaferð við Gud, hóast eg ikki hevði nakra veruliga trúgv, at nú mátti hann taka yvir. Eg segði: eg klári ikki at broyta lívið hjá mær sjálvur, nú kanst tú gera akkurát tað, sum tú vilt, fyri at broyta meg - nú gevi eg tær fullmakt til at broyta tað, tú vilt. Og alt, sum er hent mær síðani, hevur verið ein avleiðing av tí – ikki minst tann trúgvin, sum er eri fullvísur í nú.


Hvønn leiklut spælir átrúnaðurin í tínum lívi?

- Ein veldigan leiklut. Eg kann als ikki skilja hann burturúr mínum lívi, og tað skal ikki ljóða, sum at eg sveimi upp í hæddinum allatíðina, tí tað geri eg ikki. Eg havi ongantíð áður havt beinini so føst á jørðini sum nú. Kristindómurin hevur havt ein stóran leiklut, síðani eg gavst at drekka, og eisini í tíðini, tá ið eg var sjúkur av krabbameini í 2004 og 2006. Tá legði eg meg í Harrans hendur, og tað svíkti ongantíð - ikki eina løtu. Krabbamein er dapur gestur at fáa vitjan, og tað eru nógv, sum ikki koma so væl burturúr tí, sum eg gjørdi, og mínir tankar eru hjá teimum. Eg fann stóra styrki í at hava Gud við mær ígjøgnum sjúkuna, og eg eri vísur í, at hóast tað ikki gongur eins væl hjá øllum, so er Gud eisini við teimum allanvegin. Vit hava ikki fingið lyfti frá Gudi um, at vit skulu koma ígjøgnum lívið uttan trupulleikar, og hann leiðir okkum ikki uttan um trupulleikarnar sum ein curling-Gud, sum feiðar alt til viks frammanfyri okkum, men hann leiðir okkum ígjøgnum trupulleikarnar.


Tú skrivar um tøgnina í einum av nýggju sangunum - uttan teg var tøgnin tóm. Hvat hoyrir tú í tøgnini?

- Gud livir í tøgnini. Mítt samband við Gud er sterkast, tá eg eri einsamallur, og eg merki, at eg veruliga havi brúk fyri onkrum øðrum enn tað, sum heimurin, miðlarnir, internetið, Facebook og alt annað hevur at bjóða. Tá er tøgnin miðilin. Hon er full av øllum, sum tú vilt. Eg havi ofta brúk fyri tøgnini í mínum lívi.