Eg havi fyrigivið

FERÐSLUVANLUKKA Ein vakran sunnudag tók ein skilaleysur bilførari bæði foreldrini frá mær. Men eg eri komin víðari og eg havi fyrigivið manninum, sigur Janus Dam Guttesen, sum sjálvur fekk varandi mein í vanlukkuni

- Eg havi sæð mannin aftur, sum tók bæði foreldrini frá mær.
- Og eg havi fyrigivið honum, tí sum kristið menniskja eigi eg at fyrigeva.
Janus Dam Guttesen í Havn er avkláraður í dag. Men tað er lítið at ivast í, at fyrigevingin hevur kravt nógv av honum, tí hann hevur meiri enn tey flestu at fyrigeva einum øðrum menniskja.
Pálmasunnudagur 23. mars 1997, var ein góður dagur.
Nøkur av teimum, sum nýttu høvi at spáka sær ein túr um náttúrðatíð í góðveðrinum henda dagin, vóru Kriss og Lis Guttesen í Havn.
Tann 31 ára gamli sonurin, Janus Dam Guttesen, fylgdust við teimum, sum tey fóru spákandi eftir niðaru gongubreytini yviri við Strond.
Á leiðini hitta tey kenningar og fylgdust við teimum eitt petti ímeðan prátað varð um leyst og fast.
Men so rakar vanlukkan sum snarljós av bláum himli.
Tveir bilar koma koyrandi um kapp við fullari ferð inn ímóti Havnini.
Tann eini bilurin koyrir í vinstru síðu tá ið førarin fullkomiliga missur tamarhaldið á bilinum sum fer skreiðandi eftir gongubreytini og sópar fimm av fólkunum á gongubreytini undan sær.
Stoyturin var so harður, at tvey av teimum doyðu, ein triði meiðslaðist rættiliga illa og tvey onnur fingu snuddir, sum ikki vóru heilt so álvarsligur.
Tey, sum doyðu, vóru Kriss og Lis Guttesen og sonurin Janus meiðslaði seg heilt illani við tað, at hann breyt bæði ryggin og lærhálsin.
- Tað einasta, er minnist frá vanlukkuni er, at eg sá ein bil koma ”flúgvandi” og so ørminnist eg, at eg lá í einum sjúkrabili og at mamma lá undir liðini á mær, sigur hann.

Misti trúnna
Tað, sum hendi aftan á vanlukkuna fekk fullkomilga Janus Dam Guttesen at missa trúnna á, at vit liva í einum rættarsamfelagi.
Og hóast hetta nú eru 15 ár síðani, hevur hann ikki fingið álitið á rættarskipanina aftur enn.
- Bilførarin, sum koyrdi, misti koyrikortið og fekk ein dóm upp á tríggar mánaða fongsul, men dómurin var treytaður, so hann slapp undan at sita.
Hann misti eisini koyrikortið í nøkur ár.
- Hin bilførarin, fekk einar 1500 krónur í bót, sum hann skeyt inn fyri landsrættin.
Men tað loysti seg ikki, tí bótin varð hækkað.
Janus heldur als ikki, at revsingin stendur mát við brotsverkið.
- Tað var eitt sera álvarsamt brotsverk, tí tvey lív vórðu tikin og sjálvur fekk eg varandi mein.
Men Janus sigur, at hóast vitni svóru eið upp á at siga sannleikan í rættinum, er hann sannførdur um, at tað gjørdu tey ikki fyri at káva útyvir revsingina.
Og tað skelkar hann framvegis innast í sálina, at fólk enntá ikki siga sannleikan undir eiði, í Føroya Rætti av øllum støðum.
- Afturat tí at eg misti foreldrini og sjálvur fekk mein, er mín rættarkensla fullkomiliga tikin frá mær og hana fái eg aldrin aftur.
Janus hevur fingið varandi mein av vanlukkuni, sum avmarkar hann í hansara virksemi.
Hann lá á sjúkrahúsi í einar fimm mánaðar í Føroyum og í Danmark.
- Eg eri ikki sterkur í beinunum og fái ikki runnið eftir sløttum. Eg má ansa sera væl eftir at eta rættan mat, annars orki eg onki.

Parkeraði sorgina
Eftir vanlukkuna fekk Janus tilboð um at tosa við sálarfrøðing.
- Men eg orkaði slett ikki at arbeiða við sorgini.
- Sálarfrøðingurin fór at tosa um Guð og teir heilt stóru spurningarnar í lívinum og hann helt, at eg mátti finna út av, hvørja ætlan, Guð hevði við hesi vanlukkuni.
- Slíkt tos skilti eg púra onki av og slíkar tankar kundi eg slett ikki fáa at rúmast í høvdinum akkurát tá.
- Eg haldi tvørturímóti, at Guð ætlaði slett ikki at hendan vanlukkan skuldi henda yvirhøvur.
Janus sigur, at tískil var bara eitt hjá honum at gera og tað var at parkera sorgina, men tað var ringt.
Hann kom tó eisini at tosa við ein annan sálarfrøðing, sum hjáltpi honum nógv, tí hesin sálarfrøðingurin tosaði mest um leyst og fast og øll møgulig vanlig gerandisviðurskifti.
- Tað var akkurát tað, eg hevði brúk fyri.
Hann sigur eisini, at eisini grannar og vinfólk, hjálptu honum ómetaliga væl.
- Grannar vitjaðu meg á sjúkrahúsinum og tosaði um alt møguligt vanligt og keðiligt smáttarí, sum var, hent í grannalagnum.
- Onkur undirhelt meg við stuttligum søgum.
Janus sigur, at eftir at hava ligið á sjúkrahúsið so leingi, hjálpti tað honum ómetaliga gott, bara at verða dagførdur um tað, sum var hent í grannalagnum.
- Eg orkaði ikki at tosa um annað enn tey vanligu gerandisviðurskiftini, so tað var heilt fantastiskt, tað gjørdi mær gott.

Komin yvir tað
Janus heldur kortini, at nú er hann komin yvir tað.
Men tað eru nøkur viðurskifti, sum hann kann øsa seg upp upp.
- Eg skilji ikki tá ið fólk siga, at vit kunnu læra av eini vanlukku, ella at mamma mín doyði, tí Guð hevði brúkt fyri henni í himmiríki.
- Hetta er ein umbering fólk brúka rættiliga ofta, kanska mest fyri at ugga seg sjálvi.
- Men hatta trúgvi eg so ikki upp á.
- Tvørtur ímóti trúgvi eg, at Guð vildi ikki, at foreldur míni skuldi doyggja. Eg trúgvi heldur ikki, at Guð letur foreldur doyggja frá smábørnum. Tvørtur ímóti trúgvi eg, at hann ger tey frísk, so tey kunnu vera hjá sínum børnum.
- Tú lærir onki av eini vanlukku, Ert tú opin lærir tú av øllum. Lívið verður heldur ikki ríkari av eini vanlukku. Tvørturímóti varð mítt lív fátækari, tí eg misti foreldrini og fekk varandi mein sjálvur, sigur Janus Dam Guttesen.

Ein góður dagur
Sunnudagin er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni.
Sjálvur ger Janus ikki so nógv burtur úr degnum longur
- Men eg havi onkuntíð lagt blómutyssi á staðið Yviri við Strond, har mamma og babba lótu lív.
- Eg haldi avgjørt, at tað er eitt gott tiltak, sum fær fólk at hugsa, tí blomutyssini framvið vegnum eru ein áminning um, at her hevur ein ferðsluvanlukka kravt mannalív.
- Tað er ein óhugnalig at verða mintur um tað og vónandi ger tað sítt til, at tey, sum hava lyndi til at koyra ov skjótt, hugsa seg um.
- Tí haldi eg, at dagurin hevur stóran týdning, sigur Janus Dam Guttesen.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað eru nøkur átøk, myndugleikarnir eiga at gera fyri at bøta um ferðslutrygdina.
- Eg haldi at har tað ber til, eigur vegjaðarin at verða gjørdur úr bleytari tilfari, so at tað ikki er sum at renna í bergið, tá ið bilar fara útav.
Hann saknar eisini, at bilaverja er ímillum gongubreytirnar, so at fólk til gongu, ikki verða rakt, skuldi tað hent, at ein bilførari missur tamarhaldið á bilinum.
Tað er onki at ivast í, at slíkar bilaverjur høvdu bjargað fleiri mannalívum.
- Eg haldi eisini, at myndatól eigur at verða sett upp á úrvaldum støðum, sum avmyndar bilar, sum koyra ov skjótt.
Janus saknar eisini, at fleiri vegbungur verða gjørdar á vegnum.
- Men tað skulu ikki vera vegbungur sum tær, sum eru gjørdar, tí tær eru ikki gjørdar rætt við tað, at tað er neyðugt at seta ferðina niður í einar 10 km/t fyri ikki at knúsa bilin sundur og tað irriterar bilførarar markleyst.
- Í øðrum londum verða vegbungurnar gjørdar soleiðis, at tann, sum heldur hámarksferðina, merkir tær yvirhøvur ikki og slíkar skuldu vit havt fleiri av í Føroyum, heldur Jan Dam Guttesen.
LES EISINI: Eg hugsi um hann hvønn einasta dag.
LES EISINI: Tilveran varð rend umkoll
LES EISINI: Eitt stillført minni um tey deyðu