Tað eru onnur enn Njál sjálvur, ið halda tað vera áhugavert, at fáa greiði á, hvør pápi Njál var.
Forsøgan er, at á sumri 2011 hevði dóttir mín, Helena, skrivað inn til Tore Strømøy, ið framleiðir sendingina, Tore på sporet, og greitt honum frá mínari søgu, sigur Njál Djurhuus.
Njál er føddur og uppvaksin í Havn, og um 9 ára aldur hevði hann funnið út av, at hann – í mun til onnur born – ongan papa hevði.
Eg vaks upp hjá ommu og abba, og tá eg spurdi tey, hvar pápi mín var, søgdu tey, at tey høvdu funnið meg aftan fyri bilin hjá doctor Poulsen, sigur Njál Djurhuus.
Hann heldur, at hann var ein smádrongur, sum var rættiliga vaksin í hugaheimi.
Eg mátti so sláa meg til tols við hesum. Mamma var blaðung, tá hon átti meg, og eg skilti, at hon ikki vildi tosa so nógv um hetta, sigur Njál Djurhuus.
Hann var borin í heim 15. Apríl 1941, og systkinini hjá mammuni søgdu beinanvegin, at hendan taka vit til okkum, hetta skal verða beiggi okkara. Soleiðis kom eg inn í eina familju, sum longu framman undan taldi 10 børn, sigur Njál Djurhuus.
Hann hevur altíð havt tað gott í sínum uppvøkstri, og hann hevði í veruleikanum tvær mammur og ein abba, ið eisini virkaði sum pápi.
Men tað var nakað, sum manglaði. Eg vaks upp á Reyni, og har sá eg hini børnini leiðandi pápa sín, og tað føldi eg manglaði í mínum lívi, sigur Njál Djurhuus.
Royndi at leita
Sum hann vaks til, royndi hann eftir førimuni at finna sín faðirs upphav.
Eg fór til Nepper-Christensen, ið tá var fúti í Føroyum, men hann vildi í fyrsta umfari ikki hjálpa mær. Seinni fekk eg tó eitt bræv við upplýsingum um navnið á papa mínum, men har var eingin føðidagur við, og tí var vónleyst at spora hann, sigur Njál Djurhuus.
Hann royndi eisini at setaz seg í samband við bretska konsulin í Føroyum, Tunnas Hanus Dam, men heldur ikki tann vegin bar til at koma nærri einari staðfesting av, hvør og hvar pápin var.
Tað píndi meg alla tíðina ikki at vita, hvør pápi mín var. Tað hevði einki við uppvøksturin at gera, tí eg hevði eina mammu, sum eg var ótrúliga góður við, og eina ommu og ein abba, sum eg eisini var ógvuliga góður við, og sum eg veit elskaðu meg. Kortin var tað alla tíðina nakað, sum manglaði, sigur Njál Djurhuus.
Seinni royndi hann at leita sær hjálp gjøgnum Frelsunar Herin og eisini gjøgnum norsku løgregluna, sum setti seg í samband við Scotland Yard, men alla staðni rendu tey seg í múrin, ið var bretska herleiðslan.
Eg hevði ein góðan barndóm, og vaks upp sum ein beiggi til systkinini hjá mammu míni, og um tú í dag spyr tey, so kalla tey meg enn fyri beiggja sín, sigur Njál Djurhuus.
Ikki við egnari hjálp
So gekk tíðin, og hóast Njál royndi at tosa um hesi viðurskifti við fólk, var tað eingin, ið læt seg upp fyri honum.
Tað var soleiðis í Føroyum tá á døgum, sigur Njál Djurhuus.
Hann stovnaði so familju sjálvur og fór eystur til Noregs.
Eg havi ongantíð verið tann , ið prátaði um egnar trupulleikar, teir helt eg fyri meg sjálvan. Hinvegin havi eg altíð havt eitt lætt sinni og verið positivur, men føldi tá, at eg hevði eitt kall at fara út at arbeiða millum folk, ið høvdu trupulleikar, sigur Njál Djurhuus.
Men familjan kendi, at hann píndist av ikki at kenna nakað til papa sín. Tey vistu, at hann hevði roynt at finna fram til, hvør pápin var, men til onga nyttu.
Eg havi alt mítt lív roynt at hjálpa øðrum, og mær hevur altíð dámt at halda fleiri bóltar í luftini. Og kann eg fáa ein trupulleika beindan av vegnum fyri ein annan, so var eg fegin. Men hvussu nógv eg kundi hjálpa øðrum, megnaði eg ikki at hjálpa mær sjálvum, sigur Njál Djurhuus.
Hetta fekk so dóttrina at taka sær um reiggj.
Hon ringdi til Tore Strømøy og spurdi, um hann ikki kundi hjálpa mær. Hetta ringdi dóttir mín og segði mær ein leygardag, og stutt eftir ringdi Tore og bað meg koma næsta morgun, so vit kundu tosa um hetta, sigur Njál Djurhuus.
Sum sagt so gjørt, og Tore lovaði at taka avbjóðingina á seg.
Eg segði við hann, at hetta fór hann ikki at megna, men hann gjørdi tað á sín hátt og við einum úrsliti, soleiðis at eg nú havi frið á mær, sigur Njál Djurhuus, sum hevur bundið seg mótvegis NRK til ikki at siga, hvat úrslitið á sendingini verður.