Eg havi arbeitt við feskum fiski í sjey ár. Men eg havi aldrin vitað slíkt óskil sum nú. Føroyskur fiskaútflutningur er bart út sagt reyv.. av allari skomm.
Føroyskir fiskakeyparar runt um í Evropa eru við at venda føroyskum fiski baki.
Ikki tí at fiskurin er so vánaligur, tí hann fæst ikki betri nakrastaðni í verðini.
Men tí at útflutningurin er so svikaligur, at ongin keypari kann kenna seg vísan í, nær fiskurin kemur fram.
Og tað, sum hendi hesa vikuna hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá fiskakeyparum runt um í Evropa, sigur Jóannes Martin Hansen, sum er útflutningsstjóri hjá Frederiksværk Åleeksport.
Martin Hansen keypir nógvan fisk úr Føroyum, og selur hann víðari suðuri í Evropa.
Hann sigur, at tað, sum hann hevur fingið at vita frá sínum kundum longri suðuri í Evropa er, at teir hereftir fara heldur at leggja seg eftir at keypa fisk úr Íslandi, tí leveringin úr Føroyum er so svikalig.
Íslendingar flúgva fisk niður á meginlandi í Evropa, og tað, eg fái at vita, er, at nú fara teir at gardera seg við fiski úr Íslandi, heldur enn at líta á, at fiskur kemur úr Føroyum.
Óprofessionelt
Jóannes Martin Hansen dylir ikki fyri at eftir hanasa áskoðan er okkara fiskaútflutningur ikki á nóg tryggum og nóg professionellum hondum, sum er. Langt, langt í frá eisini.
Síðani Smyril og Strandferðslan misti siglinginga, hevur feskfiskaútflutningurin hjá føroyingum ligið í skeljasori, tí nú veit ongin, nær bátarnir koma.
Strandferðslan var professionell. Og í Blue Water í Onglandi, hevði hon ein professionellan og álítandi samstarvsfelaga.
Men hetta síðasta árið er tað alt ov ofta komið fyri, at seinkingar eru.
Og tað, sum hendi hetta vikuskiftið bítur høvdið av allari skomm.
Ongin fekk nakað at vita. Og táið vit framvegis sunnudagin á miðdegi ikki fingu at vita, nær bilarnir kundu vera frammi, mátti eg sjálvur fara suður til Bremenhaven at tosa við kundarnar.
Tí teirra útspæl var beinanvegin, at táið fiskurin ikki kundi vera frammi til tíðina, vildu teir ikki taka ímóti fiskinum.
Ikki fyrrenn klokkan átta sunnukvøldið fingu vit at vita, at bilarnir kunu vera frammi týsmorgunin.
Jóannes M. Hansen sigur, at Stilla Vika er tann tíðin í árininum, har í týskarar eta mest fisk yvirhøvur.
Og tíðaravmarkingarnar eru sera trongar.
Hann sigur, at er talan um feskan fisk, skulu bilarnir vera frammi ímillum klokkan seks og klokkan niggju mánamorgun. Tí tá skulu okkara kundar hava fiskin, fyri at kunna selja hann víðari.
Tað nyttar onki at koma døllandi klokkan 12, tí tá eru teir farnir. Og so koma endurgjaldskrøvini.
Í hesum føri er fiskurin ikki komin fyrrenn í gjáramorgunin.
Tvs, at nógvir komu at liggja innibrendir við fiskinum. Ella vit mugu tosa um stóran avsláttur í prísinum.
Men í øllum førum skapa hendingar, sum hendan eina slíka misnøgd, at okkara kundar siga, at hereftir fara teir at seta sítt álit á fiskin, sum íslendingar flúgva á marknaðin, tí hann kunnu teir líta kemur til tíðina.
Men føroyska fiskin kunnu teir ikki líta á, tí teir vita ongantíð, nær teir hava hann.
Farið í skeljasor
Jóannes M. Hansen sigur, at óskilið, sum hevur verið á feskfiskaútflutninginum, síðani Strandferðslan misti hann, hevur elvt til, at alt, sum er bygt upp í Føroyum innan feskfiskaúrdráttir er knasað niður hetta síðsta árið.
Og alt álit ímillum Føroya Land sum leverandørur og týskarar, fransmenn, belgiarar og onglendingar, sum keyparar, er fokið uppá hetta eina árið.
Og niðursøðan er, at síðan feskfiskaútflutningurin fór á privatar hendur, hava vit onga loysn havt á hesum avgerandi máli fyri føroyskt vinnnulív. Tað er hart at siga tað, men tað má sigast.
Framtaksloysnin í Føroyum verður ikki, um vit skulu hava sjey, ella 10 flakavirki, ella, hvussu nógvar fiskasølur, vit skulu hava.
Framtaksloysnin verður at fáa professionellan, álítandi flutning.
Um hetta er ein loysn á privatum hondum, ella alment, er fullkomiliga líkamikið fyri allar, sum handla við føroyskum fiski. Bara on er álítandi.
Jóannes M. Hansen nevnir t.d. at professionella, enska felagið Blue Water, sum samstarvaði við Strandferðsluna, bjóðaði sær til at átaka sær fiskaútflutningin tvær, tríggjar ferðir um vikuna.
Men landsstýrið vildi ikki, tí talan var um útlendingar.
Men hvar er so tann føroyska loysnin, vit fingu afturfyri, spyr hann.
Tvær, tríggjar ferð
Hann sigur, at hann vit mugu hava samband við marknaðin tvær, tríggjar ferðir um vikuna, so at vit kunnu hava eina javna tilgongd.
Um tað so kostaði meiri í flutningi, hevði virðisøkingin verið so mikið størri, at tað hevði loyst seg fyri allar partar, tí fiskaprísurn hevði blivið javnt hægri, heldur enn at ³bumba3 allan fiskin á marknaðin fyrst í vikuni.
Vit billa okkum inn...
Jóannes Hansen sigur, at føroyingar ganga og billa sær inn, at teir eru so óluksáliga professionellir.
Tað eru teir eisini á summum økjum.
Veiðiliðið og framleiðsluliðið gera eitt avbera gott arbeiðið. Og tað sæst aftur í, at fiskurin í Føroyum er tann besti, sum fæst.
So mikið harmiligari er tað, at vit eru nóg professionellir til eisini at skipa fyri
álítandi flutningi.
At bjóða fiskimonnum, flakakonum og fiskaseljarum tann flutningin, sum nú er, er at halda tey fyri tað turra spott.
Jóannes Martin Hansen sigur, at hann keypir eisini fisk úr Russlandi, Estlandi og aðrastaðni.
Tann fiskurin er í Padborg ímillum klokkan trý og fýra leygardag og millum klokkan trý og fýra mikudag.
Tað greittir ikki.
Ð Og fiskur úr Uganda og av Seyshellunum er á flogvøllinum kl. fimm, so keyparin hevur hann kl. níggju.
Tað svitast heldur ikki.
Og tað er nógv fyri, at
frumskógarfólkið í Uganda, strandafólkið á Seyshellunum og teir ³tilafturskomnu3 eysturlendingarnir eru nógv professionellari enn vit.
Tvs, at vit, sum ³framkomin3 fiskivinnutjóð, vit sum brúka hvørt høvi, vit fáa at reypa av okkara egnu dygdum, vit koma ikki uppá knøini á teimum, sum vit í mangar mátar meta sum annanfloks borgarar í triðja heiminum.
Heldur páskaliljur enn fisk
Útflutningsstjórin í Frederiksværk Åleeksport heldur, at hetta botnar alt í hugburðinum til tað, vit hava við at gera.
Føroyingar hava ikki fatað, hvønn týdning tað hevur at vera á marknaðinum til tíðina.
Vit kunnu brúka so nógvar pengar, vit vilja, uppá nýggjar rutur.
Men broytist hugburðurin ikki, kann alt gera tað sama.
Í hesum føri var tað longu mitt í vikuni ein spurningur, um Blikur fór at sigla.
Var talan um ein professionella fyritøku, útvegaði hon beinanvegin eitt eykaskip.
Fleiri keyparar hava spurt meg hetta vikuskiftið:
Hví liggur ein bátur hjá Skipafelagnum og fermir páskaliljur og grønmeti til Føroyar, ístaðin fyri at fáa hann til Føroyar at at føra tann.
Men soleiðis er hugburðurin:
Tað hevði størri týdning at boulevard- dámurnar í Havn skuldu fáa Se & Hør og Hjemmet mánadagin, og kundu keypa sær nakrar páskaliljur á veg heimaftur, heldur enn at bjarga útflutningi Føroya.
Hatta er ein spurningur um raðfesting. Og at báturin fekk maskinbrek, er ongin umbering.
Tí tað tók fleiri samdøgur at fáa annað skip.
Og omaná alt hetta dittar Skipafelagið sær nú at hækka flutningskostnaðin fyri feskan fisk 30%.
Endurgjaldskrav uppá milliónir
Jóannes Martin sigur, at avleiðingin av seinkingini hetta vikuskiftið, verður uttan iva eitt endurgaldskrav uppá milliónir.
Kanska einar fimm milliónir, tí tað hevur hetta ³ævintýrið" minst kostað.
Í fyrstu atløgu verður endurgjaldskravið reist ímóti útflytarunum.
So stendur tað til úflytaran um hann so aftur krevur endurgjald frá flutningsfelagnum, sigur Jóannes Martin Hansen.