– Síðsta árið, síðani eg gavst í OB, havi eg hugsað mær at roynt míni evni uttanlands, og landsliðsvenjarastarvið í Føroyum passar væl til mínar ætlanir í so máta. Og fyri einum 10 døgum síðani var eg so í Føroyum og sá umstøðurnar og hitti fólkini frá Fótbóltssambandinum, har eg merkti ein spenning og eina fótbóltsgleði, sum mær dámar væl, sigur Lars Olsen.
Seinnapartin í dag fer hann at skriva undir sáttmála við Fótbóltssambandið, so hann nú verður A-landsliðsvenjari hjá Føroyum.
– Eg kenni ikki so nógv til føroyskan fótbólt, men eg veit allíkavæl, at tit hava ein sera góðan spælara í superliguni, sum er Christian Lamhauge Holst í Silkeborg, og so veit eg eisini, at B36 úr Havn akkurát hevur vunnið meistaraheitið, sigur Lars Olsen.
– Men eg havi givið mær far um, at tit hava somu dygdir sum eitt nú íslendingar, at menn stríðast fyri sakini og geva seg fult út hvørja ferð. Tað er ein stílur, mær dámar, at spælararnir eru til reiðar at kempa fyri sakini allan vegin ígjøgnum.
Kundi gleða seg
Nú Lars Olsen brádliga hevði møguleikan at gerast landsliðsvenjari í Føroyum, hevði hann í øllum førum tveir undanmenn at venda sær til, ið hava somu bakgrund, sum hann hevur sjálvur, tí bæði Allan Simonsen og Henrik Larsen, ið hava vant landsliðið, eru fyrrverandi danskir landsliðsspælarar.
– Eg var so heppin at møta Allan Simonsen til danska fótbóltsgallahaldið mánakvøldið, og tá spurdi meg eitt sindur fyri. Hann segði, at hetta kundi eg saktans gleða meg til, og tað sama segði eisini Henrik Larsen, sum eg jú spældi saman við í síni tíð, tí hann segði mær, at eg kundi síggja fram til uppgávuna, sigur Lars Olsen, ið longu tykist bitin av Føroyum og fótbóltsáhuganum her.
– Beinanvegin, eg kom higar, merkti eg ein øgiliga stóran áhuga fyri fótbólti allastaðni, og tað ger sjálvandi sítt til, at hetta veruliga er ein uppgáva, eg gleði meg til og síggi fram til. Tað verður eisini soleiðis, at tit skulu rokna við at síggja nógv til mín í Føroyum, meðan eg eri venjari. Serliga í fyrstuni verður umráðandi hjá mær at síggja teir ymsu spælararnar og síggja umstøðurnar, sum fótbólturin hevur kring landið.
Nógv at geva
Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum, hevur Lars Olsen tilsamans fýra ferðir spælt ímóti Føroyum, men hann hevur eisini lagt til merkis, at føroyskur fótbóltur og landsliðið hava flutt seg nógv, síðani teir dystirnar, ið vóru fyri umleið 20 árum síðani.
– Dystirnir eru blivnir tættari, og hóast eg ikki havi sæð hann, so havi eg serliga hoyrt nógv um heimadystin hjá tykkum ímóti Italia, ið eins væl kundi havt givið stig. Eisini havi eg skilt á lagnum, at tit hava fleiri ungar og evnaríkar spælarar á veg, so hetta sær øgiliga spennandi út, sigur hann.
Lars Olsen hevur ikki verið virkin sum venjari síðsta árið, men hevur sum nevnt ligið framvið at fingið okkurt starv uttan fyri donsku landoddarnar, og sjálvur heldur hann, at hann hevur nakað at geva sum føroyskur landsliðsvenjari:
– Eg kenni tað soleiðis, at eg havi nógv at geva, tí bæði sum spælari og venjari havi eg roynt eitt sindur. Mest umráðandi er, at spælararnir trúgva upp á seg sjálvar og síni evni, sum teir eisini longu hava víst, sigur hann, uttan tó at vera bangin fyri at taka á seg ábyrgdina av einum av smæstu landsliðum í heiminum.
– At fáa stig í undankappingum er ikki nakað, ið eg kenni sum eitt trýst, tí Føroyar eru ein lítil fótbóltstjóð, men harfyri ber til at skava sær nøkur stig saman. Tað veldst sjálvandi um mótstøðuna, men spælararnir vita, at tað ber til, og eg ivist ikki í, at bæði teir og eg vilja gera okkara besta.










