Heilt frá barnsbeini av hevur Jens-Kjeld Jensen havt áhuga fyri náttúruni og tí lívi, sum í henni finst. Serliga fuglar, men seinni eisini minni skriðdjór.
Hetta var eisini orsøkin til, at hann søkti nýggja náttúru, tá hann skuldi inn í herin at gera hertænastu.
- Upprunaliga vildi eg fegin sleppa til Grønlands, so tá eg skujldi gera hertænastu í 1970, søkti eg um at sleppa tann vegin. Hetta bar tó ikki til, og so endaði eg umborð á Hvidbjørnen, sum sigldi við Føroyar, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tað bar kortini ikki til at liva at áhuganum fyri fuglum og skriðdjórum, so hann tók útbúgving sum kokkur, men var ikki liðugt útbúgvin, tá hann tænti sína hertænastu.
Hvidbjørnen sigldi tó ikki bert við Føroyar, so Jens-Kjeld Jensen fekk sítt ynski uppfylt at uppliva Grønland.
- Tað var eisini meðan eg var umborð á Hvidbjørnen, at eg kom í samband við Niels á Botni. Mín áhugi fyri sniglum, maðkum og summarfuglum hevur altíð verið har, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Eftir lokna hernaðartænastu arbeiddi hann í tveir mánaðar á einum hotelli í Keypmannahavn, og eftir tað fór hann út at sigla við ØK.
- Tað var millum túrnarnar, at eg var í Nólsoy hjá Niels á Botni, og tað var soleiðis aftur og fram heilt fram til 1975, sigur Jens-Kjeld Jensen.
8. januar 1975 keypti hann so hús í Nólsoy, og tað er í somu húsum, at hann enn í dag stappar út fuglar og ger sítt kanningararbeiði.
Áhugi fyri smákyktum
Til húsini hoyrdi nakað av jørð, men hana vildi Jens-Kjeld Jensen ikki hava.
- Eg metti, at fylgdi jørð við, fylgdi eisini ein ábyrgd við, og henni hevði eg ikki áhuga í. Tað førdi helst til, at nógvir nólsoyingar rystu við høvdinum um hendan undarliga danan, sum hevði keypt hús í Nólsoy, men ikki vildi vita av jørðini, minnist Jens-Kjeld Jensen.
Um hetta mundi var Niels á Botni vorðin so illa fyri, at Jens-Kjeld Jensen gav honum eina hjálpandi hond.
- Tað var í veruleikanum á tann hátt at eg byrjaði. Eg gjørdi arbeiðið fyri Niels á Botni, men her heima hjá mær sjálvum. Og hetta vant bara upp á seg, tó at tað at byrja við mest var útstapping av lunda og øðrum fuglum, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Áhugin var tó fyri øllum, sum búði í náttúruni, sniglar og summarfuglar og flogkykt.
- Tað hevur gjøgnum árini ført til eina rúgvu av fakgreinum um alt millum himmal og jørð. Slíkt, sum eg havi fingist við sjálvur og slíkt, ið eg havi samstarvað við granskarar kring alla heim. Tað veri seg plantur og borelia, lús og loppur. Alt møguligt, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tað byrjaði við at hann vigaði og máldi fuglar fyri at vita, hvussu stórir og feitir teir vóru. Men tað vant skjótt upp á seg.
- Øll londini rundan um okkum hava eitt sonevnt »Sjældenhedsudvalg«, sum skuldi góðkenna sjálsamar fuglar ella nýggjar fuglar í økinum. Føroyar og Grønland hoyra undir Danmark í hesum høpi, men Føryar hava ongartíð verið við í hesum arbeiðinum, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tað eydnaðist so Jens-Kjeld Jensen at fáa samband við Ornitologisk Forening í Danmark um eitt samstarv, einaferð í 1976 ella 1977.
- Har kundi eg so boða frá um sjálsamar fuglar við Føroyar, har so hetta Sjældenhedsudvalget so góðkendi teir, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Ringmerking
Tað eina førdi so tað næsta við sær, og í 1984 bygjaði hann so at ringmerkja fuglar.
- Tað byrjaði við stærum og gráspurvum í eini roynd at finna út av ferðingarmynstrinum hjá teimum. Tað var í 1984, at eg fekk loyvi frá Zoologisk Museum at ringmerkja, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Undan tí var ikki rættiliga nøkur skipað mannagongd, tá ringar vórðu funnir.
- Tað endaði á baksíðuni á Dimmalætting, og so kom tað líkasum ikki víðari. Fiskirannsóknarstovan gjørdi nógv við tað fyrst í 70-árunum, tá lomvigin varð ringmerktur, men síðani tá hendi ikki rættiliga nakað, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Síðani hendir ikki tað stóra seinast í 70-unum og fyrst í 80-unum.
Tá eg byrjaði at ringmerkja, fór eg eisini undir at skriva um hetta í bløðunum.
Men sum nevnt, eitt førir til annað, og ofta er tilvildin við. Tað førdi til, at Jens-Kjeld eisini fór undir at kanna blómuflugu faunaina.
- Hetta komst av, at onkur hevði áhuga í hesum, og sjálvur helt eg, at tað var ógvuliga áhugavert. Eingin kanning var gjørd av hesum síðani 1925-26. Hetta var í 1991, og tá fangaði eg blómuflugur kring alt landið, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Eina aðru ferð var tað ein skoti, sum kom í samband við fuglafrøðingin.
- Hann hevði ímyndað sær eitt heilt náttúrugripasavn, so eg haldi, hann fekk ein skelk, tá hann sá umstøðurnar hjá mær. Men hann hevði so áhuga fyri parasittum á fugli, at tað førdi so til, at eg byrjaði av savna loppur og lús á fugli. So tað er ofta tilvild. Eg havi so verið við í kanningum, bæði sum eg havi gjørt sjálvur, og sum eg havi gjørt saman við serfrøðingum um allan heim, sigur Jens-Kjeld Jensen.
239 ymisk sløg
At leita eftir lús er sum at savna frímerki.
- Tey vanligu eru løtt at fáa hendur á, men so gerst tað truplari og truplari. Tað sama ger seg galdandi tá talan er um lús. Higartil havi eg staðfest 239 ymisk sløg av lús, og beint nú eri eg í holt við at kanna valmásar fyri sjálsamar lús. So tað er í serligum høpi, at eg leiti eftir nýggjum sløgum, og eg havi funnið tvey nýggj sløg, sum ikki eru staðfest í Føroyum áður, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Nýggju lúsasløgini vórðu funnin á einum ísmása og Lítlari Mýrisnýpu.
Annars hevur hann ógvuliga gott samband við eina rúgvu av fólki, og fær nógvar áheitanir og ábendingar hagani.
- Tað kemst helst av, at tá eg skrivaði um ringmerking, byrjaði eg eisini at skriva um annað, og tí hava fólk helst fingið eina fatan av, at eg kanska eri serfrøðingur í so mongum, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tann vegin hevur fuglaútstapparin fingið fráboðan um fleiri sløg av vespum og summarfuglum og øðrum smákyktum.
- Eg havi so roynt at sett meg eitt sindur inn í kyktini, men havi annar ssett meg í samband við serfrøðingar innan økið, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Síðani hava vísindaligar greinar verið skrivaðar, og eftir hondini er talið á hesum komið upp móti teimum 200.
Eingin lóg á økinum
Eitt, sum harmar mong, er at eingin áhugi tykist vera millum politikarar fyri náttúruni.
- Eingin avmarking er í sambandi við innflutning, og tí fáa vit heldur ikki vart okkum fyri kyktum, sum koma til landið saman við ymsum innflutningi. Eitt dømi er flatmaðkurin, sum ger stóran skaða, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann vísir á, at í øðrum londum ber ikki til uttan víðari at innflyta alt millum himmal og jørð ótarnað.
- Vit hava fingið flatmaðkin og vit hava fingið vespur, og hóast tað ikki hendir á hvørjum ári, fáa vit nýggj sløg av sniglum, eitt nú morðsnigilin, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Eisini nýggj sløg av býflugum finna sín veg til Føroya.
- Og tað fer at halda fram á sama hátt so leingi vit ongar avmarkingar hava í reglum um innflutning. Sjálvandi vilja nýggj sløg av slíkum smákyktum altíð sleppa ígjøgnum, men munurin í Føroyum og øðrum londum er, at her verðue als einki gjørt til tess at forða fyri, at óynskt smákykt koma inn í landið, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Sami trupulleikin finst eisini við plantum, sum koma til landið.
- Herfyri setti ein australiumaður, sum var í Nólsoy í sambandi við rottukanningina, um fremmandar plantur kundu vera ein orsøkin til, at lundin minkaði í so stórum. Um hesar plantur finna sær veg til lundaholurnar og heilt taka yvir, kann tað vera ein frágreiðing til, at lundastovnurin er í so stórari minking, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Talan er serliga um eina útlendska skøru, sum breiðir seg við óhugnaligari megi kring landið í hesum døgum.
Lundin
Eitt annað, sum vísir, hvussu lítið politikarin hugsar um náttúruna, er lundin.
- Lundastovnurin hevur í mong ár verið illa fyri, tí tað kemur einki av pisu undan. Serliga seinnu árini hevur verið heilt galið, men kortini hava politikarar ikki latið við seg koma, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tað sigur seg sjávlt, at tá ongar pisur koma undan, má stovnurin minka.
- Tað kunnu sjálvandi vera fleiri orsøkir til, at stovnurin minkar, og ein teirra er uttan iva vantandi føði. Tá tað so verður tikið av búfuglinum, so minkar enn skjótari, sigur Jens-Kjeld Jensen.
So hansara tilmæli er púra greitt.
- Eg haldi, at lundin skal friðast. Tað kann tykjast at ganga eitt sindur móti mínum egnu áhugamálum, tí tað er helst eingin í Føroyum, sum fær so nógvan vinning burtur úr lundanum sum júst eg. Men eitt vita vit, og tað er tað, at lundin, sum liggur í frystiboksini, verpur í hvussu er ikki fleiri egg, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Nú eru liðin eini 7-8 ár síðani nakað av pisu kom undan, og stovnurin verður meiri og meiri niðurpíndur.
- Í veruleikanum eru Føroyar einasta landið, har tað framvegis er loyvt at veiða lunda. Í Noregi er tað bannað, og í Íslandi liggur eitt uppskot í Altinginum um at friða lundan í trý ár. Bara í Føroyum sær út til, at einki hendir, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Sama skilið er eisini, tá talan er um drunnhvítan.
- Seinastu 30 árini er drunnhvítin minkaður við einum triðingi. Og hvør orsøkin til tað er, eg rættiliga ilt at siga. Tað kann hava nakað við føðina at gera, men tað er ikki víst, at tað er øll frágreiðingin, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Síðani hann byrjaði at ringmerkja drunnhvítan er staðfest, at Nólsoy er størsta drunnhvítakoloni í heiminum.
Tað er hon helst enn, hóast stóru minkingina, men verja vit ikki um umhvørvi og náttúru, verður uttan iva ein galin endi, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum júst er innstillaður til eina heiðursløn hjá Norðurlandaráðnum.