ARBEIÐSLÍV
Turið Kjølbro
Kom eg í neyð onkuntíð, hevði eg ikki ivast í at vent mær til onkran teirra eftir hjálp, sigur Sólborg Dulavík, leiðari á viðgerðarstovninum Blákrossheiminum, sum nú fer frá
Dagarnir hjá Sólborg Dulavík í leiðarasessinum á viðgerðarstovninum Blákrossheiminum fækkast skjótt í hesum døgum. Í næstum verður hon 67 ár og hevur tí valt at fara frá síðst í næsta mánaði.
- Eg kundi hildið fram, men eg havi valt at fara frá nú og lata nýggjar yngri kreftir koma til. Innan viðgerð ræður alla tíðina um at fylgja við og betra tilboðini, sum eru. Vit kunnu bjóða eitt gott viðgerðartilboð í dag, men tað kann altíð verða betri, sigur Sólborg Dulavík.
Blákrossheimið liggur í Lynggøtu í Havn. Í góðum umhvørvi og góðum grannalagi við sera vøkrum útsýni yvir høvuðsstaðin. Uttan fyri er friðarligt, men komin inn um gáttina súsar av lívi og virksemi. Roykurin av góðum døgverðamati møtir tær. Fólk sita í bólki og práta. Onkur er komin inn um dyrnar á fyrsta sinni og verður móttikin av starvsfólki. Tey fara stillisliga inn í eitt rúm og lata hurðina aftur. Úti í gongini hoyrist ramligt prát, fólk tosa hart. Onkur mutar ímóti einum greiðum boðum. Klokkan ringir. Inni á skrivstovuni hjá Sólborg er friðarligt, nú vit sessast at práta um tíðina, hon hevur verið leiðari á Blákrossheiminum.
Stórur tørvur
Blákrossheimið varð sett á stovn í 1984 sum vart heim fyri misnýtarar. Pláss var fyri 5 búfólkum. Hetta varð gjørt sum ein roynd fyri at vita, hvussu stórur tørvur var á einum viðgerðarstovni. Frammanundan vórðu misnýtarar sendir til Danmarkar í viðgerð. Sólborg Dulavík varð sett sum leiðari og Jóhannes Álvheygg sum varaleiðari. Sum ein royndarkoyring arbeiddu tey uppá skift 12 tímar í senn. Áftaná royndartíðina vóru nýggj starvsfólk sett og um heystið vóru 5 starvsfólk á stovninum. Í 1987 flutti stovninum í Lynggøtu 12. Tá varð Blákrossheimið góðkent av landsstýrinum sum viðgerðarstovnur.
Sólborg Dulavík varð í grundini kastað út í arbeiðið við rúsdrekkamisnýtslu uttan útbúgving ella førleika annars. Førleikan hevur hon síðani fingið gjøgnum skeið og arbeiðsroyndir, eisini á viðgerðarstovnum í Danmark.
- Gerandisdagurin sum leiðari gjørdist frá fyrsta degi ein ógvuliga stór avbjóðing. Eg bleiv bitin av arbeiðinum. Tolir tú ikki ein fullan mann, skalt tú ikki arbeiða við alkoholikarum.
Áðrenn hon gjørdist leiðari, arbeiddi hon sum kokkur á Barnaheiminum og í vøggustovuni við Velbastaðvegin, og sum eftirlitskvinna hjá Heimahjálpini. Fyri tíggju árum síðani tók hon djarva stigið at fara til Danmarkar at læra til sjúkrahjálpara.
- Tann avgerðin var tað besta, eg nakrantíð havi gjørt móti mær sjálvari. Tíðin var sera lærurík og eitt stórt upplivilsi. Eg fór aftur til arbeiðis á Blákrossheiminum við nýggjum kreftum.
Góðar fortreytir
Eftir tógvið stríð eydnaðist Sólborg Dulavík at sannføra landsins myndugleikar um, at tað var neyðugt at útbyggja tilboðið hjá Blákrossheiminum.
- Tað vísti seg beinanvegin, at stórur tørvur var á einum veruligum viðgerðarheimi. Tað var ikki nøktandi bert at bjóða teimum samrøðu og umsorgan. Meiri skuldi til fyri at hjálpa misnýtarunum. Eisini vildu vit hava fakfólk inn á stovnin. Men ikki altíð hava landsins hægstu myndugleikar havt so stóra fatan fyri arbeiðinum vit gera. Eina ferðina mátti eg langa nevan í borðið í landsstýrinum fyri at stovnurin ikki skuldi fáa skerda játtan. Tá mást tú veruliga lata teg í ein annan ham fyri at verða hoyrd. Men tað eydnaðist.
Í dag er Blákrossheimið ein væl virkandi viðgerðarstovnur til 15 búfólk, 5 pláss til avrúsing og 10 pláss til víðari viðgerð. Á stovninum eru 11 og eitt hálvt starv, eitt nú lækni, sálarlækni, sjúkrasystir, rúsdrekkaráðgevi, lærari, skrivstovufólk og annars fólk við drúgvum royndum. Stovnurin fær 4,4 mió. krónur á løgtingsins fíggjarlóg.
- Fortreytirnar fyri, at ein viðgerð eydnast, eru góðar, men tær kunnu gerast betri. Eitt nú er ynskiligt, at skilt verður millum fólk, sum koma inn á fyrsta sinni og tey, sum ganga aftur. Hesi seinni krevja eitt annað tilboð, men tað hava vit ikki umstøður til at veita teimum sum er. Eisini ynskja vit at geva familjuni hjá misnýtarunum, ungum misnýtarum og øðrum eitt sertilboð.
Viðgerðin á Blákrossheiminum byggir á kristna siðalæru við Guds orði og hansara hjálp, og lærir eitt nú, at øll menniskju hava ábyrgd fyri egnum gerðum. Heimið er opið fyri øllum, ið ynskja hjálp at koma sær burtur úr misnýtslu. Avrúsing er partur av viðgerðini. Har kann ein vera upp til 14 dagar. Síðani tekur viðgerðin tríggjar vikur ella longri um neyðugt. Eftirviðgerð er eisini eitt tilboð. Stovnurin hevur umframt familjuviðgerð á skránni.
- Ein aðaltáttur í viðgerðarhugmyndini hjá Blákrossheiminum er, at vit skulu ikki sleppa misnýtaranum undan ábyrgdini, men hjálpa honum at skilja og átaka sær sína ábyrgd. Misnýtararnir hava hvør í sínum lagi ymsar trupulleikar at dragast við og mugu tí verða virdir sum einstaklingar. Tann hátturin, ið hjálpir einum, dugir kanska ikki hjá onkrum øðrum. Starvsfólkunum stendur frítt at nýta tann hátt, tey halda verða tann dyggasta eftir teirra fakligu metan og eftir tí, heimið hevur at bjóða, sigur Sólborg Dulavík.
Tað týdningarmesta starvsfólkini kunnu geva misnýtaranum, er ein góð móttøka, heldur hon.
- Hesi fólkini eru í stórari kreppu, tá ið tey koma til okkara. Gáttin er høg at koma upp um, tí tað er so eyðmýkjandi at ásanna, at ein ikki megnar at umsita rúsdrekka, bæði fyri sær sjálvum og øðrum. Fáa tey eina góða móttøka, fer hon heilt inn at sálini og tey minnast hana. Góð móttøka er ein góð byrjan.
Hvat siga tøl
Misnýtslumynstrið er nógv broytt hesi árini síðani Blákrossheimið lat upp.
- Heilivágur sum misnýtslukelda var næstan ókendur tá. Kanska ein av tíggju visti um heilivág sum rúsandi løg. Í dag er støðan øvut. Ein av tíggju kennir ikki heilivág sum misnýtslukeldu. Eg skilji væl, at læknar útskriva heilivág fyri at hjálpa teimum, sum eru sjúk. Men tá ið heilivágur í so stóran mun er vorðin ein kelda til misnýtslu kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at læknar eru ikki nóg varnir, tá ið teir útskriva heilivág. Stóra økingin í misnýtsluni av heilivági er tilvand og vit kundu at havt sloppið undan henni, sigur Sólborg Dulavík.
Sólborg Dulavík vil ikki so fegin útgreina, um úrslitini á stovninum eru nøktandi. Um nóg nógv verða hjálpt.
- Hvat er í grundini nøktandi? Alt kann ikki gerast upp í tølum. Hetta er menniskju, vit tosa um. Um ein alkoholikari er edrúur í nøkur ár og dettur út í aftur, hevur arbeiðið ikki verið burturspilt, tí so hevur viðkomandi havt nøkur góð ár. Hesi fólkini, sum koma á Blákrossheimið, skulu ikki stemplast við einum blákrossmerki. Mítt innasta ynskið er, at tey fara út í samfelagið aftur og koma fyri seg. Misbrúkarar gerast ógvuliga sjónligir og tað eru altíð fólk, sum umtala tey negativt. Tað kann eg gerast ørg um, tí hesi sum illneitast gera einki fyri at hjálpa misnýtarum. Í grundini skalt tú vera rættiliga stríðshugað fyri at røkka úrslit.
- Alkoholikarar leita eftir teirri fyrstu kenningini, sum var so góð. Nógv leita alt lívið alt meðan tú minkar meir og meir. At enda tekur rúsdrekka yvir. Hetta sum byrjaði so gott, endar so dapurt.
Misnýtararnir eru sárbarir og illa royndir av lívinum. Tú sært á teimum, hvussu illa fyri tey eru, skirvislig og ofta brúka tey stór orð. Men tá ið tú kemur tætt upp at teimum, sært tú hesi menniskjuni, hvussu tey veruliga eru. Rúsdrekka hevur avskeplað tey, men í botn og grund eru tey ikki øðrvísi enn tú og eg. Tá ið rúsdrekka stýrir tær, er eingin náði. Tá fert tú út á gravarbakkan. Men erligari tú ert um títt misbrúk, betri hjálp fært tú. Og eru fólk trygg við teg, tora tey betur at verða erlig.
Langt á mál
Í arbeiðinum við alkoholikarum og misnýtarum hevur Sólborg Dulavík sæð nógvar syrgiligar lagnur, og tað ávirkar týðiliga hennara hugburð til rúsdrekkalógina.
- Endamálið við lógini er at tálma eina nýtslu, men tað havi eg ikki sæð higartil. Landsstýrismaðurin í rúsdrekkamálum ætlar at bloyta lógina til frama fyri ferðafólkavinnuna uttan at kanna eftir, hvat rúsdrekka ger við fólk. Tað er óhoyrt, tí jú atkomiligari rúsdrekka er, jú fleiri drekka. Tað vita øll. Um ongar avleiðingar vóru av rúsdrekka, drukku vit kanska øll. Rúsdrekka hevur eina dragandi gandamegi í fyrsta umfari, men í longdini bindur tað fólk niður og avlagar tey. Tað kemur lúrandi inn á teg. Og eg eri sannførd um, at nógv fleiri fólk enn vit halda, eru bundin av alkoholi í dag.
- Hesi árini havi eg eygleitt, hvussu fólk avlagast av rúsdrekka, fólk broytast fullkomiliga eins og umstøðurnar hjá tær orsakað av misnýtsluni. Eg eri ikki tann sum skal døma ella fordøma. Tey eru nógv, sum duga at drekka við máta, og tað skulu tey hava loyvi til. Ikki fyrr enn tað er líka vanligt at sita við eini sodavatn sum við eini øl ella einum glasi av onkrum sterkum, eru vit komin á mál eftir mínum tykki.
- Fólk hava ilt við at skilja, at tað í nógvum førum er fløskan sum ræður. Eisini tey næstu hjá misnýtarum hava ilt við at síggja tað. Men eg ákæri ikki tey avvarðandi, sum í nógvum førum hava tolt nógv. Tað verður framvegis hildið vera skomm ikki at klára at umsita rúsdrekka.
- Hevur tú verið í viðgerð og byrjar at virka aftur sum tú eigur, er tað ógvuliga tungt at fóta tær. Álitið hjá familjuni á teg er kanska rokið. Øll rundan um teg eygleiða teg, og tað leggur eitt ógvuliga stórt trýst á teg. Viðurskiftini eru so smá, at tað frættist beinanvegin um onkur dettur út í aftur. Vit halda neyvt eyguni við hvør øðrum, tú hevur ikki loyvi at snáva eitt sindur og hetta fáa misnýtararnir at kenna, tá ið teir koma út aftur.
Hugburður og uppaling
Eingin lóg fer nakrantíð at koma misnýtsluni til lívs, heldur Sólborg Dulavík. Einasta, ið munar, er hugburðurin og uppalingin, vit geva uppvaksandi ættarliðum.
- Børn skulu lærast at taka avgerðir og ábyrgd fyri egnum lívi, ikki minst at taka avleiðingarnar fyri egnum gerðum. Fólk, sum drekka, óttast fyri, at børn teirra fara at drekka. Eg havi mangan hoyrt fólk, ið hava verið í viðgerð á Blákrossheiminum, tosað um hetta. Tey síggja kanska ikki á hvønn hátt tey hava verið ein fyrimynd fyri síni børn. Hinvegin eri eg sannførd um, at eingi foreldur við vilja gera børnum sínum fortreð. Tann ræðuligi veruleiki er kortini, at foreldur drekka uttan mun til hendan veruleika og børnini verða offrað fyri fløskuna.
- Rúsdrekka kemur mangan sum ein sníkjandi sótt inn í lívið hjá familjum og oyðileggur alt. Børnini eru sorgarbundin, uppgevandi, og verða illa fyri. Uttan mun til, hvussu misnýtslan er ella hvør av foreldrunum drekkur, so vita vit, at hon setir djúp spor í børn, sum vaksa upp undir slíkum umstøðum. Vit síggja ofta, at onkur verður fráhaldsfólk burturav, meðan onnur fara at drekka.
Ringt at fóta sær
Umstøðurnar hjá alkoholikarum og misnýtarum at fóta sær í føroyska samfelagnum eftir viðgerð, eru ikki góðar. Fyrr var ikki óvanligt, at skiparar ringdu á Blákrossheimið við onkrum kjansi umborð á skipi. Hetta kemur nærum ikki fyri nú.
- Tað er ógvuliga strævið at byrja av nýggjum. Í grundini eru hesi, sum hava drukkið í so nógv ár, ikki før fyri at átaka sær eitt arbeiði fulla tíð. Best hevði verið um tey kundu arbeitt hálva tíð og fingið ískoyti frá tí almenna. Men so síggja vit eisini fólk, sum hava verið í viðgerð, átaka sær so nógv arbeiði fyri at koma eini stórari skuld til lívs. Nógv arbeiðspláss hava fingið rúsdrekkapolitikk, millum annað fyri at gagnnýta arbeiðsmegina betur, og alt gott um tað. Men tað ger tað verri hjá arbeiðsmarknaðinum at góðtaka fólk, sum hava verið úti í rúsdrekkatrupulleikum.
- Nógv fara út aftur til einki. Kanska orkar familjan ikki at taka ímóti teimum. Eg havi ofta sagt, at mammur eru næst Várharra at fyrigeva, vóna og royna. Nógvar orka hvørki at hava synirnar, sum hava drukkið illa, inni ella at koyra teir út.
Blákrossheimið hjálpir fólki at fóta sær aftur í samfelagnum við at seta seg í samband við viðkomandi stovnar.
- Pengar til lívsins uppihald fáa tey antin sum forsorg, frá ALS ella á annan hátt, men tá ið tað snýr seg um tilboð til at koma fyri seg arbeiðsliga, haltar nógv. Høvdu tey eitt størri val, eitthvørt skipað tilboð, eri eg vís í, at færri duttu út í aftur misnýtsluna. Ynskiligt hevði verið um hesi vórðu stimbrað til at klára seg, tí tað er als ikki lætt. Tað er ikki lætt at bróta upp úr nýggjum og finna nýggjar vinir.
Nógv at gera
- Eg havi havt nógvar góðar og ríkar løtur í starvinum, saman við búfólkum, teirra avvarðandi, starvsfólki og øðrum. So dapurt sum starvið hjá mær kanska sýnist, minnist meg ongan dag at tað hevur boðið mær í móti at fara til arbeiði. Góðu løturnar saman við búfólkunum viga nógv meiri enn tær døpru. Kom eg í neyð onkuntíð, hevði eg ikki ivast í at vent mær til onkran teirra eftir hjálp. Spontani og veruligi kærleikin eg havi møtt frá teimum hevur givið mær orku at arbeitt.
Innan Blákross og annað kristiligt arbeiði verður ein aldri arbeiðsleysur, og Sólborg Dulavík væntar tí, at eitthvørt fellur á hana, nú hon fer frá. Hon fer ikki at keða seg, er garvaður sjavsspælari, dámar væl at lesa og ferðast, og onnur áhugamál hevur hon eisini.
- Arbeiðsdagarnir hava verið langir og krevjandi. Arbeiðið hevur fylt so nógv í mínum lívi, at eg havi ikki rættiliga havt stundir til so nógv annað. Nú fari eg at brúka meiri tíð uppá mannin, børnini og ommubørnini, sigur Sólborg Dulavík at enda í viðtali.