Eg gloymi ongantíð fyrsta túrin niðan úr Funningi

Fyrstu ferð Sverri Mohr Edvinsson súkklaði niðan gjøgnum brekkuna úr Funningi, loysnaði saðilin, og hann súkklaði tí uttan saðil allan vegin úr Funningi til Havnar

Súkklarin Sverri Mohr Edvinsson gloymir ikki fyrsta túrin niðan úr Funningi.

Men lat tað bíða eitt sindur enn. Soleiðis varðveita vit spenningin, sum var tað ein jólakalendari, ið aftanfyri eina av lúkunum goymdi hesa merkisverdu og stuttligu hending. Og tá ið vit nevna orðið jólakalendari, hugsi eg við eitt um søta, vælsmakkandi sjokulátu. Hendingin í brekkuni niðan úr Funningi er eisini søt, men smakkar kanska ikki so væl í munni Sverra, hóast hann uttan at himprast flennir í kíki eftir sær sjálvum. Ná, men lat okkum nú ikki dvølja longur í Funningi. Vit eru komin upp á súkkluna og halda leiðina áfram.


Rakar sær áðrenn hann fer í brúsu

Sverri Mohr Edvinson er føddur heima á Sandi. Hann er 33 ára gamal. Giftur og eigur ein fittan lítlan son, ið kanska einaferð frammi í tíðini fer at verða súkklari eins og pápin. Sverri er deildarleiðari hjá Sparikassanum á Sandi.

Hann sigur um seg sjálvan, at hann hevur fasta lívsrútmu. Alt verður gjørt eftir einum fastløgdum mynstri. Tá ið hann kemur upp um morgunin, rakar hann sær fyrst og síðani undir brúsu. Fyrst brúsubað og so at raka sær er óhugsandi fyri Sverra. Fasta rútman kemur honum til góðar, tá ið illveður er, og hann skal út at súkkla. Tað er líkamikið, hvussu veðrið er, tí áðrenn hann veit av, stendur hann og letur seg í súkkluklæðini, og uttandura er hann.

? Tú gongur so høgt upp í hetta her, tað er títt egna, og tú hevur fulla ábyrgd fyri tær sjálvum, sigur hann. Hann sigur seg vera pessimistur, positivan pessimist, ið fyrr bara var pessimistur.


Svigarmamman heldur hann vera svakan

Tá ið undirritaði royndi at fáa fatur á súkklaranum, skuldi ringjast til Húsavíkar, haðani konan er ættað. Jú, tað er gamaní at møtast leygarmorgunin hálvgum ellivu, sigur Sverri og leggur afturat, at automatiski vekjarin, tað er sonurin Hallur, nokk skal fáa foreldrini at vakna nóg tíðliga. Og tíðliga má Sverri fara úr heitu songini henda kalda vetrardag, tí hann ætlar sær at renna heimum. Svigarmamman heldur hann vera svakan! Men hetta er bara Sverri, tá ið hann er bestur! Hann heldur ikki, at tað er nakað løgið í at renna sær ein túr. Tað er heilt nátúrligt fyri henda sera seriøsa ítróttarmannin, ið samstundis er sera lítillátin ? alt ov lítillátin, munnu flestu kenningar hansara siga um hann. Kanska er tað hansara stilla lyndi, sum er orsøkin. Hví gera nógv burturúr sær sjálvum, tykist hansara motto at vera, uttan at undirritaði skal siga, at hetta er ein góður ella ringur eginleiki. Og hóast úrslitini hava verið góð, høvdu tey kanska kunnað blivið betri, um Sverri hevði eitt sindur meira av tí »fanden i voldske«, sum eyðkennir eitt nú Boga Kristiansen. Sverri verjir seg sjálvan við at siga, at hann ongantíð hevði ætlanir um at blíva nøkur stjørna. Men eg fari at loyva mær at pástanda, at hetta bert er undanførsla, sum súkklarin ikki kann brúka til nakað sum helst. Í sínum ungu døgum og heilt fram til 1995, tá ið hann fór undir at luttaka í súkklukappingum, spældi hann í einum tónleikabólki á Sandi. Men tá ið súkklan bleiv keypt, seldi hann øll síni ljóðføri. Hann hevur ikki spælt síðani uttan onkuntíð við kenningini kanska.

? Eg klári bert at hava eitt ítriv ísenn. Summi klára fleiri, men als ikki eg. Fari eg undir nakað er tað við lív og sál, sigur hann. Hesi orð fortelja hugburðin, og tí eigur hann at stremba so høgt sum yvirhøvur gjørligt og jarða allar hugsandi undanførslur.

Rættiligt álop, heldur onkur lesari kanska. Eitt vinarligt spark í reyvina, heldur onkur annar. Velji og vraki sum tit vilja!


Súkkluáhugin kveiktist á háskúla

Sverri og eg sita gott nú, so eg tendri bandupptakaran og ferðin á súkkluni er rættiliga byrjað. Súkklutúrurin kennist heldur tungur í fyrstani, sum um kalda luftin steðgar orðunum, men tá ið ein løta er gingin og hitin er komin í kroppin, fæst glið á, og Sverri traðkar á pedalurnar. Túrurin flytir okkum bæði aftur og fram í undarliga fyribrigdinum tíð. Eg spyrji hann, nær hann byrjaði at súkkla, og hvar áhugin kom frá?

? Sum smádrongur spældi eg fótbólt, men ongan landskappingardyst, haldi eg. Eg dugdi ikki at spæla, kláraði ikki at samskipa rørslurnar og høvdið og alt tað, ið skal rigga í bóltspølum. So eg gavst nærum beinanvegin við tí. Í 1986 fór eg á háskúla í Noregi, og har fór eg undir regluliga rennivenjing. Tað var eitt fak, sum eg hevði: at renna og strekkja út. Í skúlanum vóru eisini tveir súkklarar. Ein dagin lántu eg og ein annar hesar súkklurnar og súkklaðu einar 80 kilometrar, men tað ætlaði eg ongantíð at gera aftur. Síðani háskúlatíðina í Noregi havi eg altíð runnið í tí smáa. Tá ið eg so fekk lærupláss í Sparikassanum og kom at kenna Jóhan Brend, birtist súkkluhugurin av nýggjum. Eg hevði eina gamla kappsúkklu við til Havnar. Og í tí smáa fór eg undir regluliga súkkling niðan á Velbastaðháls og onkuntíð til Kirkjubøar. Tá ið Jóhan Brend fekk frænir av loyndarmáli mínum, lokkaði hann meg við til venjingar hjá Súkklufelagnum, men eg tordi ikki reiðiliga við mínari sukklu, tí hinir súkklararnir vóru so smartir og sóu so øgiligir út. So keypti eg mær eina góða bíliga kappsúkklu og fór so við ein Kaldsbakstúr, ið vanliga er mánakvøld. Og tá byrjaði tað so rættiliga. Hetta var beint áðrenn ólavsøkuna í 1995, og teir vóru júst afturkomnir av Oyggjaleikunum. Nakað aftan á ólavsøku skuldi eg so kappast móti hinum á 100 kilometrateininum. Eg hevði aldrin súkklað hetta strekkið. Men teir royndu súkklararnir hjálptu mær væl og lærdu meg, hvussu eg t.d. skuldi sita. Tilgongdin av nýggjum súkklarum var nærum ongin, so eg bleiv væl lærdur. Bogi bað meg royna fyrst at súkkla 70 kilometrar, tí so kom eg í øllum førum aftur til Havnar, og tað gekk. So fór eg við til kappingina.


Saðilin loysnaði

Nú eru vit komin til lúku 24 á jólakalendaranum. Vit lata spakuliga upp við spenningi. Aftan fyri lúkuna er mynd av súkklara, men súkklan hevur ongan saðil. Teksturin sigur, og Sverri lesur:

? Á veg niðan úr Funningi loysnaði saðilin, men eg hevði eingi amboð, so eg tordi ikki at gevast. Tá ið eg so kom til Havnar og sá allar áskoðararnar, tá tordi eg so slettis ikki at gevast. Tað var byrjanin. Móti jólum 1995 keypti eg eina ordiliga súkklu, tí tá hevði eg tikið avgerð um at luttaka av álvara, sigur hann.


Eg venji alt árið

Hugsa tær at súkkla úr Funningi til Havnar við ongum saðli! Tað man helst krevja sín mann. Og tí spyrji eg Sverra, hvat krevst fyri at luttaka á tí støðinum, hann er á?

? Tað er so ymiskt, hvussu fólk venja. Fyri mítt viðkomandi fann eg beinanvegin út av, at eg noyddist at venja alt árið. Eg kann ikki halda frí um veturin. Í fjør hevði eg 14 dagar, har eg ikki vandi, og í ár havi eg hildið frí í ein mánað. Súkkling er næstan bara kropsligt. Eg havi føst prinsippir at ganga eftir. Sum dømi kann eg nevna, at eina viku venji eg nógv, ta næstu meira, uppaftur meira ta triðju og so øgiliga lítið ta fjórðu. Hvíldin er sera umráðandi fyri ikki at niðurvenja seg sjálvan. Eg súkkli ikki hvønn dag. Eg átti helst at vant hvønn dag, og summir gera tað, men so er tað alt hetta við familju og arbeiði. Mikudag havi eg altíð brúkt sum súkklufrídag, og fríggjadag royni eg eisini at halda frí, tí tá hevur tú brúk fyri hvíld eftir eina langa arbeiðsviku, men allar hinar dagarnar eri eg í gongd. Eg venji einaferð um dagin. Tað góða við súkklingini er eisini tað, at venjingartíðin er effektiv. Frá tí eg havi sett meg í saðilin, og til eg eri aftur í túninum, er eingin steðgur. Nærum ongin tíð verður brúkt til prát. Onkuntíð við venjaran, men so práta vit, meðan vit súkkla. So við og við finnur tú eisini út av, hvat tær dámar. Summir súkkla langt, summir dyrka brekkur, aðrir ræðast brekkur. Summir eru góðir til einkultstart. Tú kann vera góður í eini kapping eitt ár og vánaligur eitt annað. Til einkultstartarnar t.d. venur tú medvitað sýrumarkið. Venjarin Jens Glerup hevur kunnað okkum um ymisku økini. Tað er at finna út av, hvar mørkini hjá tær eru. Pulsmátari er á súkkluni, ið fortelur tær eitt og annað. Í einum umráði venur tú feittbrenning, einum øðrum konditión. Í einkultstarti t.d. súkklar tú vanliga á sýrumarkinum, so tú akkurat ikki fær sýru. Og tað ber væl til at venja tað. Men tað eru ikki øll sum tola somu pínu.

? Tað, tú her sigur, merkir í veruleikanum, at súkklari á tí støðinum, tú er á, verður noyddur at kenna kropp sín og vita, hvussu hann virkar.

? Jú, tað er rætt. Súkklararnir eru rættiliga bevístir um hesi tingini, og tað er avgjørt neyðugt. Í fyrstani súkklaði eg bara fyri at súkkla. Tú hevur ein øgiliga framgongd ta fyrstu tíðina bara við at fara út at súkkla. Men so noyðist tú bevíst at gera okkurt ávíst. T.d. ein týsdag at súkkla lætta súkkling kanska, bara fyri at venja motorikkin í muskulaturinum, so at alt arbeiðir væl saman. So viðhvørt kann tú venja hørð intervallir, ella spurtir. Ein súkklukapping endar sum oftast við einum spurti. Eisini er neyðugt at vita nakað um kost. Vit hugsa øgiliga nógv um kost beint áðrenn kappingar. Skal eg til ein harða drúgva kapping, drekki eg nógv vatn dagin fyri og kann finna upp á at eta ein heilan litur av ísi kvøldið fyri, fyri at fylla vøddadepotini.


Útgerðin

má vera í topp

Tað er spennandi at lurta eftir einum ítróttarmanni, sum er so væl vitandi um sítt ítriv. Sum er so bevístur um venjing og hvat skal til fyri at vera við. Men eitt er tann kropsligi parturin av súkklingini: Sverri Mohr Edvinsson. Ein annar er útgerðin. Gamla kappsúkklan hjá tær frá 1995 kundi ikki brúkast, men hvat krevst so?

? Útgerðin er dýr, bæði tí at hon noyðist at vera tað og so eitt sindur av móta eisini, tí hinir hava tað. Men taka vit t.d. gearskiftið, so skal tað rigga. Tað skal rigga hvørja ferð. Tað má ikki vera so, at í einum spurti byrjar alt at skrambla og skinkla. Vit súkkla long strekki, so tað er eitt krav, at alt er í lagi. Ketur, tannhjól, hjól, alt skal vera av einum ávísum kvaliteti fyri at halda, og tað ger ein vanlig súkkla ikki. Hon heldur í eitt ár, so byrjar hon at gerast leys ymsastaðni. Eg hugsaði ikki um tað í byrjanini, men aftan á eina tíð, tá ið eg hevði fingið nýtt stell, eitt ordiliga gott. Stellið er ein dýrur partur av súkkluni, men tá følir tú eisini ein øgiligan mun. Tað ger tað, sum biðið verður um. Tá ið tú traðkar, fer tað beinleiðis út í hjólið. Ikki at tað breiðir seg út til onkrar veikleikar í stellinum. Stellið skal verða lætt og stívt. Kravið er ein løtt súkkla, serliga her í Føroyum.

? Hvat skal súkklan kosta?

? Hevur tú súkklu fyri undir 10.000 kr. og luttekur í kappingum, so er hon ræðuliga bílig. Ein miðalsúkkla liggur um 16-17.000 kr. og tær dýru um 30.000 kr. Ein súkkla er ikki bara ein súkkla. Tú byggir hana upp alla tíðina. Allir partarnir av súkkluni skulu passa til tín. Longdin á stellinum. Longdin á róðurspinninum. Pedalarmurin skal eisini hava røttu longdini í mun til tín. Hetta ger, at tú fellur inn í súkkluna ordiliga. Tú blÍvur als ikki móður upp á sama máta.

? Tað vil siga, at tú ikki bara kann seta teg upp á eina eina ella aðra súkklu og fara avstað?

? Nei, ikki um tú skal kappast móti hinum. Tá eg byrjaði, hevði eg sum sagt bara eina vanliga súkklu, einar joggingskógvar, men hinir bóðu meg fáa mær einar súkkluskógvar. Við vanligum skóm traðkar tú 100 prosent niður eftir. Við súkkluskóm traðkar tú 60 prosent niðureftir og 40 prosent aftur og fram. Serliga í brekkunum kemur hetta væl við. Súkkluskógvarnir hava harðan botn, so tú gerst ikki móður í fótunum. So er tað vindmótstøðan, tú berjist ímóti. Klæðini hava týdning og eisini hjólini. Flestu súkklur hava tvey sett av hjólum. Eitt við høgum felgum. Summi hjól hava fløt egari, sum venda frameftir, venda síðuna til vindættina. Hjólini eru stív og góð, tey rulla nógv betur enn onnur hjól og tá serliga í undanbrekku. Súkkluhjálmar, sum ganga aftureftir. Eisini serligar súkklubuksur. Onki er so keðiligt sum at súkkla leingi og alt flákrar. Buksurnar hava tjúkka máttu í skrevinum. Súkkluna stillar tú inn, so afturparturin er fastur niðurat. Summir hava eina súkklu til einkultstart og eina aðra til hinar kappingarnar. Alt hetta og okkurt afturat er neyðugt at hava, skal tú vera við millum teir bestu.


Nu er det barskt,

nu gør det ondt?

Nú, vit hava súkklað eina góða løtu, sigi eg við Sverra, at eg kenni meg eitt sindur troyttan, og at eg ivist í, um eg kann fylgja við honum. Einum toppvandum súkklara. Men beint, sum eg havi sagt tað, komi eg at hugsa um brot úr bókini hjá Willi Reilo: »Bedst når det gælder«, og eg siteri úr bókini: »Jeg løber orienteringsløb på eliteniveau. Hen mod slutningen af et løb, når kroppen begynder at protestere, plejer jeg at tænke: Nu er det barskt, nu gør det ondt. Det er godt, for så falder de svage fra!«

Hvussu mundi gingist, um hann hevði sagt: hetta klári eg aldrin!?? Við hesum í huga spyrji eg Sverra, um ikki tann sálarligi parturin telur nógv í súkkling? Og um hann brúkar sálarliga venjing?

? Eg venji ikki tað sálarliga, ikki medvitandi. Men tú er so nógvar tímar einsamallur úti á vegnum, at tú er nærmast í terapi hjá tær sjálvum. Tú hugsar nógv, meðan tú súkklar og ímyndar tær eisini, at onkur er í reyvini, so at tú má koyra skjótari. Serliga í einkultstarti ræður um at vera sálarliga sterkur. Tá verkir kroppurin allur sum hann er. Men har er tað týdningarmikið, at tú hevur góð úrslit í skjáttuni. Tú gerst sjálvsikkur. Í hinum kappingunum hevur tað eisini týdning sjálvandi, og tá ið tú nevnir dømi hjá Willi Reilo, so hugsi eg beinanvegin um Jóhan Brend. Hann gevur bara upp, tá ið hann kemur í eina brekku. Tað er helst eitt ella annað, sum blokerar, tí hann klárar tað væl, um hann vil. Umráðandi er at hugsa positivt. Tá ið Bogi Kristiansen, ið er meistarin í brekkunum, er við, hava hinir givið upp áðrenn. Í ár hendi tað, at Gunnar Dahl-Olsen hevði sett tað í seg, at hann skuldi f? halda danskarunum, sum komu upp her at súkkla. Gunnar vann eisini onkra etapu. Hann hekk í teimum, og tað var altíð á málstrikuni tað bleiv avgjørt. Tað staðfestir týdningin. Tú blívur upp á ein ella annan máta so sjálvsikkur. Tað lýsir út av tær, at her kemur ein vinnari. Summir eru altíð nr. 1. Eg eri sum oftast nummar 3.

? Men átti tú so ikki at trúð eitt vet meira upp á, at tað í veruleikanum ber til at blíva bestur?

? Jú helst, tí undir venjing eri eg ofta bestur, og áðrenn kappingina í ár vann eg stevnuna inni á Skála. Nú eftir kappingina var triathlon kappingin fyri lið. Gunnar fór avstað langt áðrenn meg, men eg var yvir ein minutt skjótari enn hann. Í royndarkapping herfyri í 52 kilometrastrekki var eg tríggjar minuttir framman fyri Gunnar. Í avgerandi kappingum kenni eg tað væl, tá ið eg havi vunnið, tí tá eri eg eisini meira enn 100 prosent ferdigur, eg detti á málstrikuni. Í hinum kappingunum komi eg bara trillandi um málið. Eg kenni tað væl aftaná, at her kundi eg havt gjørt tað betri. Men úrslitini og venjingarstøðan eru sanniliga eisini avgerandi fyri, hvussu tú sálarliga er fyri. Tað sálarliga spælir inn hjá øllum fólki. Fólk flest halda, at hevur tú súkklað 50 kilometrar, so má tú vera í ørviti. Hevur tú súkklað 100 kilometrar, so má tú vera óhugnaliga góður. Soleiðis hevði eg tað eisini einaferð. Teinurin til Kaldbaks var drúgvur, men tá ið eg hevði verið har, so var tað ikki so ræðuligt. Síðani gjøgnum tunnilin til Kollafjarðar. Slepp tær heimaftur sum skjótast, segði eg við meg sjálvan. Alt var so ókent og langt burturi. Og soleiðis kundi eg hildið áfram.


Myndamaðurin vitjar, men vit práta víðari

Men tað sleppur Sverri ikki, tí beinini kennast tung nú. Eg biði hann siga eitt sindur um súkkluumstøðurnar í Føroyum.

? Tær eru góðar. Býrt tú í Havn kann tú sleppa undan brekkum heilt norður til Streymin. Men skal tú venja brekkur ber til at fara niðan á Oyggj og víðari niðan til kuplarnar. Ein annar møguleiki er at taka súkkluna við í bilin og koyra norður til Eiðis. Súkkla nakrar ferðir niðan á Eiðisskarð. Tað er gott at kunna súkkla teir longu teinarnar, men tað ber ikki rættuliga til í Sandoynni. Fyrimunurin er so, at tú venur bæði at standa og sita, meðan tú súkklar.

Meðan vit súkkla víðari í stovuni, kemur myndamaðurin, men vit missa ikki konsentratiónina av tí. Myndamaðurin klikkir, og Sverri prátar víðari um áhugan fyri súkkling í Føroyum. Áskoðararnir eru ikki nógvir. Øgiliga fáir. Súkkling savnar ikki fólk, ikki enn í hvussu so er. Tað løgna er, at súkklararnir kenna næstan allar áskoðararnar. Tað er at líkna við eina stóra familju. Foreldrini, ommurnar og abbarnir, systkini og kanska onkur einstakur uttanfyristandandi hyggja at, sigur hann.

Eg royna at fiska eftir einum svari frá Sverra, um hvussu hann kann blÍva eins góður og teir bestu. Sverri sigur, at teir bestu eru í toppvenjing fysiskt, og at teir eru vanir at vinna.

? Eg mangli helst tað sálarliga yvirskotið, ið skal til. Sjálvsagt eru teir, sum nú eru í Danmark og súkkla, betri fyri, men tað sigur hinvegin, at føroyskir súkklarar eru góðir.


Hvussu verður

áhugin vaktur?

Súkkling er rættiliga nýggj ítróttargrein í Føroyum. Talið av súkklarum, ið luttaka í kappingunum er ikki høgt, men hvat gera vit fyri at fáa fleiri súkklarar? Hvussu vekir tú áhugan fyri súkkling t.d. í Sandoynni?

? Eg eri bangin fyri, at tað kemur ikki broyting í fyrrenn vit eru blivnir gamlir. Tá vit fáa tíð at vera venjarar, at fara við teimum ungu. Sum nú er er mánakvøldstúrurin eitt høvi, men hann endar sum oftast sum eitt venjingarkvøld, og er so eitt ólukkudýr við, so kemur hann aldrin aftur. Ein máti at skapa áhuga í Sandoynni er kanska at síggja súkklararnar oftari í kapping. Tey ungu í hvussu so er síggja upp til okkum, og tað kann skapa ein áhuga, sigur hann.


Klárur til Oyggjaleikir

Sverri og eg hóma mállinjuna nú. Spurturin er byrjaður, men beint áðrenn klári eg at spyrja hann, hvørjar ætlanir hann hevur í komandi ári, um hann ætlar sær við á Oyggjaleikirnar, og hví hann ikki var við, seinast leikirnir vóru?

? Eg bleiv biðin at koma við. Konan var tá við barn, og eg sá, at tíðspunktið passaði ikki saman, so eg gav avboð beinanvegin. Men hevði tað verið næsta barnið, so veit eg ikki. Harafturat helt eg, at eg var ikki nóg góður tá at luttaka á landsliðsstøði. Men komandi ár eri eg klárur, um eg sleppi við, og eg eri til reiðar at offra meg fyri hinar. Av heimligu kappingunum satsi eg mest upp á einkultstartin. Har skal eg vera minst nummar tvey. Í Grand Prix hugni eg mær saman við hinum. Mær dámar onkursvegna ikki kappingina, og eg havi longu vunnið hana einaferð, leggur Sverri skemtandi afturat.

Í køkinum hjá Sverra norðuri í Havn hongur stórur jólakalendari við fleiri enn 24 lúkum. Aftanfyri lúkurnar goymir hann úrslit og minnir og ætlanir í súkklulívinum. So er bert at vóna, at ongin lúka goymir súkklu við ongum saðili!