VIDEO: Javn­leik­ur­in hjá Wisla Plock í Gdansk

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Lechia Gdansk-Wisla Plock 1-1 (1-0)

Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá Wisla Plock leikti javnt 1-1 á útivølli móti Lechia Gdansk í bestu pólsku fótbóltsdeildini. 

 

Heimaliðið legði seg á odda, tá ein hálvur tími var leiktur. Marcin Kaminski javnaði fyri Wisla í 49. minutti.

 

Wisla Plock er fjórðfremst í deildini við 18 stigum. Men teir eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Gornik Zabrze sum hevur 19 stig.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Lechia Gdansk-Wisla Plock 1-1 (1-0):

 

##med2##