Martin Agnarsson var við frá dystarbyrjan, tá Aarhus Fremad á Riiskoven leikvøllinum í Aarhus tók ímóti B93 í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hesi bæði liðini eru í hørðu kappingini um at røkka seks teimum ovastu plássunum í grundspælinum, og harvið kunna spæla um uppflyting komandi vár.
Tað endaði við 1-2 tapi til Aarhus Fremad. Seinni hálvleikur var ikki nógv meir enn byrjaðir, so hevði B93 lagt seg á odda 1-0.
Tá 82 minuttir vóru leiktir legði Martin bóltin hegnisliga inn til Jashar Beluli, ið úr stuttari frástøðu javnaði til 1-1. Men best sum áarósubúgvarnir hildu, at teir høvdu tryggjað sær eitt týdningarmikið stig legði B93 seg á odda 2-1, og tryggjaði sær øll trý stigini. Talan var um annað uppleggið hjá Martin til mál hetta kappingarárið.
Aarhus Fremad er nummar átta í deildini við 16 stigum. Teir eru tó bert eitt stig aftanfyri AaB, ið hevur 17 stig á sætta plássinum.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-B93 1-2 (0-0).