eld í hjá fleiri, og fleiri tóku pennin og mótúmæltu. Teirra millum persónar, ið eru kendir í almenna rúminum. Orsøkin var at finna í tíðindunum um, at bann skuldi setast fyri at selja sigarettir í Føroyum [...] Fólkaheilsuráðið er sett í verðina fyri at upplýsa. Vit hava eitt vælferðarsamfelag, ið heiðrar øllum, fólk sleppa at klintra í fjøllum og seta seg í vanda á annan hátt. Vit viðgera í heilsuverkinum og ongin [...] greiður yvir hendan leiklutin og tekur sær ikki nær, um fólk hava hug at ilskast inn á hann. -Vit í fólkaheilsuráðnum fylgja bert tí, sum politiskt er sett út í kortið, og átøk mugu til, tí tað kemur ikki
fráflyting. Í kreppuárunum í 50’unum og 60’unum fluttu eisini nógv fólk av landinum, men tá var framvegis fólkavøkstur, av tí at burðaravlopið var so størt. Nú er tað bert ein triðing av tí, tað var í tí tí [...] stóru kreppuna í 90’unum, at vit hava trý fylgjandi ár við stórari fólkafráflyting. Eiga færri børn Samstundis sum fólk flyta av landinum í stórum, verða alsamt færri børn fødd í Føroyum. So langt aftur [...] burðartalið ongantíð verið so lágt sum nú. Hvørki í absoluttum tølum ella í børnum fødd í mun til fólkatalið. Høga barnatalið hjá føroyingum hevur annars í langa tíð vigað upp ímóti fólkafráflyting, og tískil
ið kemur henni nær, bæði í andans og handans arbeiði. Tá frk. Hansen fór frá, fór hon í aðra tænastu, bønarinnar tænastu, og var hon í bøn alla tíðina meðan teir ymsu fundirnir varaðu. Í ár minnast vit [...] byrjaðu í 1922, tá K.F.U.K. felagið varð stovnað, eru teir somu, sum fyrsta K.F.U.K. í Onglandi (fyrsta K. í heiminum) byrjaði við í 1855: Vit savnast um eina opnað bíbliu og felagsbøn. Innihaldið í arbeiðnum [...] leigað og var hetta fyrsta summarlega í Føroyum. Her úti byrjaði so eisini arbeiðið við øllum tess greinum. Betri stað fannst ikki, tá hugsað verður um, at her var Jesus boðaður á fyrsta sinni í landi okkara
GSM útbyggingina í 1992, men tað er so lætt at verða bakklókur, leggur hann afturat. Prísurin fer niður Tað er rættiliga kostnaðarmikið at tosa í GSM telefon. Tað kostar 3,50 í minuttin í dagtímunum og 1 [...] Tíðliga í fjør beyð Føroya Tele, ella Telefonverk Føroya Løgtings, til tíðindafund, har nýggja GSM-fartelefonskipanin varð »presentera«. Millum annað varð sagt, at 1. juni var skipanin tøk í teimum størru [...] altjóða reglur sum siga, at datamongdin skal verða operatørinum í hendi í seinasta lagið 36 tímar eftir samtaluna. ? Hetta er sambært ásetingarnar í GSMMOU, og vit skulu fylgja hesum reglum fyri at roamingavtalurnar
er farin í samgongu við ein tann svartasta afturhaldsflokk, ið nakrantíð hevur virkað í Føroyum ? hevur latið einum flokki umboðandi ein evarska lítlan minniluta av fólkinum verða 17. mannin í samgonguni [...] l alment! Her er vent í holuni. Her eru nýggir tónar! Tað var tann tíð tá formaður Tjóðveldisflokksins gjørdi viðmerkingar til alt og øll uttan mun til, hvat slag av máli tað var. Men tá helt hann seg [...] einum breiðum skara. Annars er málið um siðsemisnevndina avdúkandi fyri dupultmoralin í Tjóðveldisflokkinum. Tá formaðurin í Sosialinum mikudagin verður konfronteraður við óskilið, so hevur hann ongar viðmerkingar
botntroling snýr seg í stóran mun um at verja korallriv. Talan er um ein spurning sum javnan hevur verið frammi í Føroyum Vinnan og serfrøðingarnir Vit síggja javnan stríðið í Føroyum millum vinnuligu á [...] Fiskivinnan hevur nógv størri týdning í Føroyum enn í t.d. Noregi og Íslandi og tí verða vit eisini rakt harðari. Tvey smá lond, Malta og Ísland hava verið høvuðslondini í skipaðum viðurskiftum á havinum seinastu [...] til ymisk virðir, m.a. fiskivinnuvirðir Ímyndin Botntroling hevur verið á breddanum í farnu viku og hósdagin var fundur í ST, um stig skuldu takast til at banna botntroling, soleiðis sum fleiri umhvørvis
Seinni fingu vit nógv dugandi fólk inn í Ráðlegingarnevndina í undirgrundarmálum og í samráðingarnar. Hann heldur eisini, at tað var beint at stýra leyst av Haag, og tað var Jan Mayen dómurin kanska eitt betri [...] Atli Dam og fer heilt aftur í tíðina, har vit í Dánjal Nolsøe, sála hava havt eina ekspertisu, sum annars altjóða serførðingar sita inni við. -Dánjal Nolsøe legði sera stóra orku í hetta málið líka frá fimti [...] Atli Dam heldur, at tann strategi, sum varð løgd síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum, tykist at hava hildið. -Tað hepna er, at tað hevur verið so mikið gott samanhald millum føroyskar politikarar, at tað
liðið, síðani heimavallardysturin í móti Jugoslavia í 2001, har vit eisini taptu 6-0, sigur John Petersen. Georgia var tað liðið, ið varð mett at vera veikasta liðið í bólkinum eftir Føroyar. Hvat kunnu [...] vit spæla á heimavølli eiga vit fara eftir at fáa stig, men eftir dystin í gjár ber til at staðfesta, at vit ongantíð vóru nær námind nøkrum stigi. - Vit vórðu niðurspældir, so einfalt er tað, staðfesti [...] at føroyska liðið kanska undirmetti uppgávuna og mótstøðuna, Georgia fór at geva Føroyum. Kundi verði øðrvísi Longu í teim allar fyrstu minuttunum fingu føroyingar ein risa møguleika at leggja seg á odda
Flogbóltur Tað var undir dysti, at óhappið hendi. Kvinnulandsliðið var í Danmark og leikti tveir venjingardystir móti danska elituliðnum Rosenlund, tá Helga var so óheppin at koma skeivt niður aftur eftir [...] eitt føroysk álop. - Bólturin varð lagdur upp til mín at sláa og av tí at eg kom í so nær netinum bendi eg ryggin afturav í tí eg slerdi. Tíverri náddi eg ikki at rætta uppaftur áðrenn eg lendi, og tá merkti [...] fyri í ár, sum skuldi gerast nakað heilt serligt, nú felagið hon leikar við dagliga, Dráttur, gjørdist Føroyameistari á fyrsta sinni. Har var 25 ára gamla Helga ein av stuðulsleikarunum og tað var eisini
og samhaldsfesti. Hava vit fólkaræðið í Føroyum? Tí hava vit yvirhøvur fólkaræði í Føroyum í dag? Er tað fólkaræði, at vit ikki hava rætt at umboða okkum sjálv úti í heimi, og at onkur annar tekur avgerðir [...] Høgni Hoydal --- Háttvirda samkoma! Í hesari høllini. Í skúlanum og í fimleikarhøllini her yviri. Og eisini áðrenn bygt varð, og hetta var langt burturi í haga. Her havi eg havt nakrar av mínum størstu [...] framtíð saman við øðrum. Av øllum plássum í heiminum, liggur mítt hjarta her. Í Hoyvík og í Føroyum. Og hava vit ikki øll tað á sama hátt? Hava vit ikki hvør okkara stað í heiminum, har okkara hjarta liggur?