Bogi Eliasen, cand.scient.pol
be@implementer-ltd.com
Virðir
Føroyska samfelagið hevur ein stóran trupulleika við tørvandi felags virðum og tað sæst aftur í fleiri høpum. T.d hvat skal Føroyar verða og hvat vilja vit við fiskvinnuni. Virðispurningar hava aftur fingið ein stóran leiklut á alheimsbreddanum og vit eru ein partur av heiminum, sum má taka støðu til ymisk virðir, m.a. fiskivinnuvirðir
Ímyndin
Botntroling hevur verið á breddanum í farnu viku og hósdagin var fundur í ST, um stig skuldu takast til at banna botntroling, soleiðis sum fleiri umhvørvisfelagsskapir hava arbeitt fyri. Talan er um miðvíst arbeiði frá umhvørvisfelagsskapum, sum m.a. rættiliga ókritiskt hevur funnið sær sæti á BBC tíðindasíðuni og serliga felagsskapurin Deep Sea Conservation Commission sleppur til orðana. Felagsskapurin leggur Ísland undir at hava jarðlagt tilgongdini at banna botntroling. Ísland er í hesum førið ein góð fjandamynd, tí landið er lítið, er farið undir vinnuliga hvalaveiðu og ger seg galdandi í London við risaíløgum. Umhvørvisfelagsskapirnir hava leingið tikið renningarlop til hesa tilgongd, sum ikki bara ræður um botntroling, men at banna allari trolveiðu yvirhøvur. Sjónarmiðið fekk ikki minst stuðul, tá ein onnur frágreiðing, vísti á at við núverðandi veiðutrýsti verður havið fiskað tómt komandi 50 árini. Talan var um eina grein í viðurkenda tíðindarritinum Science fyri góðum mánaði síðan. Ísland hevur annars verið viðurkent, sum eitt land, ið hevur stríðst fyri skipaðum viðurskiftum á havinum Sjálvt stríðið um botntroling snýr seg í stóran mun um at verja korallriv. Talan er um ein spurning sum javnan hevur verið frammi í Føroyum
Vinnan og serfrøðingarnir
Vit síggja javnan stríðið í Føroyum millum vinnuligu áhugamálini og vísindaliga fiskivinnuserfrøðina. Tá Fiskirannsóknarstovan vísur á sínar tilráðingar, sum er vísindaliga grundarlagið hjá politisku skipanini, verður oftani svara hart og kontant aftur frá vinnuni. Tað er heldur ikki langt síðani at opið stríð var millum ein av okkara fremstu politikarum og stjóran og Fiskiransóknarstovuni.
Trýst uttanifrá
Eitt er orrusturnar vit hava innlendis, men hugsast kann, at trýsti uttanifrá gerst størri og størri komandi árini og tað er ikki bert viðvíkjandi botntroling. Føroyar eru limir í m.a. fleiri altjóða fiskivinnusamstørvum, við NEAFC á odda, har eisini Kjartan Hoydal er stjóri. Altjóða fiskivinnusamstarvið í Norðuratlantshavi er helst tað sum virkar best og veruligur samanhangur er m.a. í at arbeiðnum við vinnu, burðadyggari skipan og umhvørvi. Tað er helst hesin veruleiki, sum hevur gjørt, at tað ikki var meiriluti fyri at banna botntroling í ST á hesum sinni. Minnast skal tó til, at málið er komið á altjóða breddan og at livandi myndir av botntrolum, sum jarðleggja korall hava størri fastatøkur á vanligum borgarum kring heimin, enn turr fakta um almenna fiskivinnustýring.
Vitan
Júst vitan hevur verið politiska gandaorðið í nógv ár. At vit skulu liva av vitan. Og jú, tíðin er farin frá bert at hugsa um íðnaðarframleiðslu. Vitanarsamfelag krevur eisini at vit vita nakað um okkum sjálvi og hvat vitanin skal brúkast til. Vísdómur er at duga at brúka vitan.
M.a. á fiskivinnuøkinum er tí alneyðugt, at vit brúka okkara vitan og eisini verða framanfyri populistiskar umhvørvisverndarfelagsskapir og grannalond okkara. Fiskivinnan hevur nógv størri týdning í Føroyum enn í t.d. Noregi og Íslandi og tí verða vit eisini rakt harðari. Tvey smá lond, Malta og Ísland hava verið høvuðslondini í skipaðum viðurskiftum á havinum seinastu nógvu árini, tí er tað heldur ikki ógjørligt hjá okkum. Tørvurin er tí eisini á at avgerða hvat vit vilja við fiskivinnuni. Vilja vit bara fiska so nógv sum gjørligt til ES, fiskivinnustovnarnir, ST (FAO) og brúkararnir kring heimin støðugt skerja møguleikarnar, ella vilja vit seta okkum á fremsta bonk, at menna eina haldgóða loysn hvussu burðardygg fiskivinna kann verða.
Fremst
Eitt er, at tað hevði verið virðiligt hjá einari fiskivinnutjóð sum Føroyum tilætlað at arbeitt fyri at verið fremst á hesum øki, og soleiðis verða við til at skapa teir karmar, sum verða á fiskivinnu í framtíðini. Gera vit ikki tað kunnu vit rokna við at fáa krøv, sum vit ikki hava tí stóru ávirkanina á, tí vit ikki tilætlað hava sett okkum á fremsta bonk. Vit eru ein pinkutjóð, sum bert verður spurd, og hoyrd, um hon hevur okkurt serligt at bjóða.
Skerpikjøtskærleikin
Føroyar og føroyingurin skal hava virðir í fiski og fiskivinnu. Føroyingurin skal hava sama alsk til fisk sum til skerpikjøt. Føroyingurin skal vilja hava heimsins besta fisk, skal vilja hava tí totalu gourmet fatanina av fiskinum, sum vit hava tá talan er um skerpikjøt. Føroyingur skal kunna smakka fiskin, sum vit smakka hvaðan kjøtið er. Fáa vit tað virðið, tey virðini og tað virðingina í og fyri fiski og fiskivinnu, so eru størsta stigi til eina fantastiska fiskivinnutjóð tikið.
Tann einstakið lobbyisturin
Okkara mótstøða er einstaki lobbyisturin. Umvegis alnótina ber til skjótt at breiða boðskapir og áhugabólkar kunnu skjótt fáa góða undirtøku, hóast tað ikki ber til at savna nógvan stuðul í einum landafrøðisligum avmarkaðum øki. Tí arbeiða áhugabólkar við at fanga tann einstaka, sum eisini sendir fígging umvegis alnótina. Okkara avbjóðing, fyri at hava eina fiskivinnu í framtíðini og fyri ikki at koma í ringt orð kring heimin, er at sannføra tann einstaka lobbyistin um at Føroyar hava eina fantastiska fiskivinnuskipan. Tað krevur eisini at vit vilja tað, gera tað tilætlað og vilja sita á fyrsta bonki. Tað krevur eisini at vit broyta okkum, tillaga okkum og arbeiða hart fyri, at broytingarnar verða eftir okkara ynskjum og tørvi. Málið kundi verið heimsis besta fiskivinnutjóð, og um vit marknaðarførdu tað, hevði talan verið um eina sterka tjóðarbranding av Føroyum, sum eingin lýsingarherferð kann koma nær námind.
Faktaboks: Føroyar úteftir
Handilssáttmálar:
ES, Ísland, Noreg og Sveis
Fiskivinnusamstarv
NEAFC, North East Atlantic Fisheries Commission HYPERLINK "http://www.neafc.org" www.neafc.org
Nafo, North West Atlantic Fisheries Organization HYPERLINK "http://www.nafo.int" www.nafo.int
Nasco North Atlantic Salmon Conservation Organization HYPERLINK "http://www.nasco.int" www.nasco.int
ST, FAO, COFI
Í ST verða fiskivinnuspurningur viðgjørdir í fiskivinnunevndini hjá ST serstovninum FAO, nevndin verður vanliga kallað COFI.
ST HYPERLINK "http://www.un.org" www.un.org
Fao HYPERLINK "http://www.fao.org" www.fao.org
COFI HYPERLINK "http://www.fao.org/fi/body/cofi/cofi.asp" www.fao.org/fi/body/cofi/cofi.asp
Meira sæst um altjóða fiskivinnusamstarv og føroyar á HYPERLINK "http://www.fishin.fo" www.fishin.fo