Nýggjasti hjá Gudmundi nú tøkur á Spotify

Gudmund Larsen úr Vági hevur gjørt vart við seg seinastu árini, og hevur givið fleiri sangir út, og eru hesir væl dámdir og nógv spældir.

 

Sangirnir eru tøkir á Spotify, men tó hevur seinasti sangurin ikki verið tøkur har, men tað er hann nú.

 

Hetta er vakurt lag, ið kallast  Sov lítli eingil.

 

-Myndin, sum er til sangin, er ein sum sonur mín Martin tegnaði, tá hann var 5 ár, og er hetta mín yndis mynd. Og sjàlvandi skuldi hon prýða nýggja sangin, sum er ein sangur til børn míni, og til øll onnur at taka til sín, sigur Gudmund Larsen.