Grøði fyri fleiri milliardir krónur verða oyðilagdar á hvørjum ári orsakað av ov tíðliga spíring áðrenn skurð.
Men nú hava granskarar frá Carlsberg Laboratory funnið genið, sum stýrir spíringarváða og fræhvíld í kornslagnum bygg.
Tað skrivar Carlsberg í tíðindaskrivi.
Leiðarin fyri kornmenning á Carlsberg Laboratory, Christoph Dockter, sigur, at nýggja vitanin kann koma bøndum kring heimin til góðar.
- Tað fer at hjálpa bøndum kring heimin at dyrka betri grøði, eisini tá veðrið gerst meira óforútsiguligt, sigur hann í tíðindaskrivinum.
Skjót spíring áðrenn skurðin verður eisini nevnd spíring í aksanum.
Skjót spíring merkir vánaligari góðsku av korninum og ger kornið meira viðkvæmt fyri sjúkum sum hýggj.
Hetta kann hava við sær, at kornið ikki kann nýtast til manna- ella djóraføði.
Við økisroyndum og genetiskari greining hava granskararnir funnið útav, at genið MKK3 er lykilin til at loysa trupulleikan.
Summir variantar av geninum geva størri mótstøðu móti bleytum avreiðingarviðurskiftum.
Sambært tíðindaskrivinum eru hesir variantar serliga áhugaverdir í eini tíð við veðurlagsbroytingum.
- Hetta slóðar fyri nýggjum hættum at ala grøði soleiðis, at hon bæði er mótstøðufør móti ekstremum veðurlagsviðurskiftum og hóskar til ymsan landbúnaðarligan tørv, skrivar Carlsberg í tíðindaskrivinum.
Granskingarstjórin Birgitte Skadhauge kallar nýggju vitanina, sum júst er komin út í tíðarritinum Science, eitt "gjøgnumbrot".
- Við at geva okkara gransking út í Science, bjóða vit alheims vísindaliga heiminum at byggja víðari á okkara úrslit, skunda undir menningina og vera við til at framtíðartryggja matvørur, sigur hon í útgávuni.
Carlsberg brúkar korn, sum verður umgjørt til malt í framleiðsluni av øli.
/Ritzau/










