Uttan fyri umklæðingarrúmið hjá føroyska landsliðnum, hittu vit nýggja hjálparvenjaran John Petersen. Undan dystinum hevði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjarin, boða frá, at tá vit spæla á heimavølli eiga vit fara eftir at fáa stig, men eftir dystin í gjár ber til at staðfesta, at vit ongantíð vóru nær námind nøkrum stigi.
- Vit vórðu niðurspældir, so einfalt er tað, staðfesti John Petersen.
- Teir vóru ov góðir og vit fáa ongantíð frið. Hóast vøllurin var sera keðiligur, megna teir kortini at spæla bóltin skjótt sína millum og lata bóltin víðari fyrstu ferð, og tað vísti veruliga, hvussu gott hetta liðið er, heldur John Petersen, sum vísir aftur, at føroyska liðið kanska undirmetti uppgávuna og mótstøðuna, Georgia fór at geva Føroyum.
Kundi verði øðrvísi
Longu í teim allar fyrstu minuttunum fingu føroyingar ein risa møguleika at leggja seg á odda, men Christian Høgni Jacobsen buldraði bóltin upp um, eftir at Rógvi Jacobsen hevði stútað hann fyri føtur hansara eftir hornaspark.
- Høvdu vit fingið mál tá, hevði dysturin verið ein heilt annar, tí vit høvdu tá lagt okkum framum, og vita vit ikki, hvussu dysturin síðani hevði tikið seg út.
- Eisin høvdu vit ein møguleika seinni, men heldur ikki tá riggar, og so ber til at staðfesta, at vit ikki vóru nóg neyvir, sigur John Petersen, hjálparvenjari á landsliðnum, sum samstundis vísir á, at vóru føroyingar ikki nóg neyvir, so vóru georgarnir sanniliga effektivir.
- Teir høvdu eini átta kjansir og skora seks mál, sigur John Petersen.
Av hesum seks málum komu trý í hvørjum hálvleiki, men hvussu fyrireikaði landsliðið seg til seinna hálvleik, tá teir vóru aftan fyri við trimum málum?
- Vit fara tá inn fyri at binda um heilan fingur, og royna at avmarka tapið. Tað sæst eisini aftur í útskiftingini vit gera, tá vit seta Paula Hansen inn fyri Claus Bech Jørgensen.
- Og eg haldi eisini at Pauli Hansen gjørdi tað rættiliga gott á defensiva miðvøllinum. Eisini Christian Høgni haldi eg var raskur og ágangandi, og um eg skal nevna nakrar leikarar fram um aðrar, sum stóðu seg væl í dag, so verða tað teir báðir, sigur John Petersen, hjálparvenjari á føroyska landsliðnum.
Minna um Jugoslavia
John Petersen hevur sjálvur drúgvar royndir frá landsliðnum sum leikari, og hann heldur vit skulu nógv ár aftur í tíðina, fyri at finna eitt lið, sum hevur verið so væl fyri teknikst sum tað georgiska.
- Eg kann ikki minnast at føroyska landsliðið hevur spælt í móti einum so tekniskt sterkum liðið, síðani heimavallardysturin í móti Jugoslavia í 2001, har vit eisini taptu 6-0, sigur John Petersen.
Georgia var tað liðið, ið varð mett at vera veikasta liðið í bólkinum eftir Føroyar. Hvat kunnu vit so rokna við av dystinum í móti Skotlandi?
- Tað verður ein heilt annar dystur, og vit plaga vanliga at standa okkum væl ímóti Skotlandi, sigur John Petersen at enda.