Fráflyting: Allir pílar peika skeiva vegin

Tað er greið tala. Øll hagtøl vísa, at Føroyar stútt og støðugt gerast fátækari í fólki. Færri børn verða fødd. Tey ungu, sum skulu seta nýtt við, rýma av landinum í stórum. Bert seinastu trý árini eru omanfyri 1000 fólk fleiri flutt av landinum enn til landið. Grundarlagið undir framtíðar vælferðarsamfelagnum máast undan okkum í stórum

Rógvi Nybo


Tølini tala fyri seg. Burðaravlopið er bert helvtin av tí, tað var fyri 20 árum síðani. Seinastu trý árini eru omanfyri 300 fleiri menn og 500 fleiri kvinnur í aldrinum 20 til 24 ár fluttar av landinum, enn tað komu til landið. Samstundis flyta færri aftur til landið, og tí eru næstan 1000 fólk fleiri flutt av landinum, enn tað eru flutt til landið síðani Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum løgmaður í september 2008.

Stutt sagt peika allir pílar skeiva vegin í løtuni. Heldur gongdin fram, verða uppsagnir, barnagarðs-, vøggustovu og skúlaafturlatingar gerandiskostur langt inn í framtíðina. Búskaparvøsktri kunnu vit tá skjóta ein langan píl eftir.


Fráflytingin økist

Á hvørjum ári fer enn eitt stórt ættarlið av ungum fólkum av landinum. Hetta er ein nátúrlig avleiðing av, at alsamt fleiri leita út í heim at lesa. Hetta sæst eisini aftur í tølunum. Nógv tann størsti bólkurin, har nettoflytingin er negativ, er tey ungu millum 20 og 24 ár.

Tølini tala fyri seg. Í fjør fluttu 207 fleiri ungar í hesum bólki av landinum, enn tað komu til landið. Millum mannfólkini í sama aldursbólki er talið eitt vet minni. Har fluttu 114 fleiri av landinum, enn tað komu til landið.

Stóri trupulleikin er tó ikki, at tey ungu fara út í heim at lesa. Trupulleikin er serliga sjónligur við at nettoflytingin ikki er positiv millum teir eldru aldursbólkarnar. Sostatt koma ikki nær so nógv aftur, sum tað fara á hvørjum ári.

Gongdin seinastu trý árini váttar eisini hetta. Samlaða nettoflytingin vísur, at seinastu trý árini á rað eru omanfyri 300 fleiri fólk flutt av landinum, enn tað komu fólk til landið. Ikki so lítið sigandi er tað, at hetta er fyrstu ferð síðani stóru kreppuna í 90’unum, at vit hava trý fylgjandi ár við stórari fólkafráflyting.


Eiga færri børn

Samstundis sum fólk flyta av landinum í stórum, verða alsamt færri børn fødd í Føroyum. So langt aftur, sum hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa, hevur burðartalið ongantíð verið so lágt sum nú. Hvørki í absoluttum tølum ella í børnum fødd í mun til fólkatalið.

Høga barnatalið hjá føroyingum hevur annars í langa tíð vigað upp ímóti fólkafráflyting, og tískil hava vit ikki áður sum nú merkt so nógv til fráflyting. Í kreppuárunum í 50’unum og 60’unum fluttu eisini nógv fólk av landinum, men tá var framvegis fólkavøkstur, av tí at burðaravlopið var so størt. Nú er tað bert ein triðing av tí, tað var í tí tíðarskeiðinum. Tískil var tað ikki ein trupulleiki á sama hátt tá, sum nú.


Døpur útlit

Hyggja vit eftir hvønn veg pílarnir yvir gongdina venda, eru útlitini fyri framtíðina døpur. Stóra fráflytingin er strukturell. Samfelagsbroytingar hava við sær, at hvør kvinna í miðal eigur færri børn enn áður. Samstundis flyta alsamt fleiri av hesum kvinnum av landinum og koma ikki aftur. Hagtølini tala greiða talu: Samfelagið er við at stagnera, og vit eru komin inn í eina ónda ringrás við færri føddum, færri tilflytarum og harvið færri ungum at seta nýtt við. Grundarlagið undir framtíðar vælferðarsamfelagnum máast við vaksandi ferð undan fótum okkara.


rogvi@sosialurin.fo 




Orðafrágreiðing: 


Burðaravlop

Burðaravlopið er munurin á føddum og deyðum


Nettotilflyting

Nettotilflyting er munurin á fluttum til og av landinum