Høgni Hoydal
---
Háttvirda samkoma!
Í hesari høllini. Í skúlanum og í fimleikarhøllini her yviri. Og eisini áðrenn bygt varð, og hetta var langt burturi í haga. Her havi eg havt nakrar av mínum størstu upplivingum. Her havi eg fegnast og kent stóra lukku og kærleika. Her havi eg grátið og harmast. Her havi eg barst og hálsfevnst. Og her havi eg verið, og kann enn vera saman við so nógvum góðum og fjølbroyttum fólki. Her kann eg liva sum menniskja og hava ávirkan á mítt lív og mína framtíð saman við øðrum.
Av øllum plássum í heiminum, liggur mítt hjarta her. Í Hoyvík og í Føroyum.
Og hava vit ikki øll tað á sama hátt? Hava vit ikki hvør okkara stað í heiminum, har okkara hjarta liggur? Har okkara kenslur, vónir og virðir kunnu spretta – og vit kunnu liva?
Fyri okkum øll, sum liva her, er tað í Føroyum, vit hava kastað okkara akker. Og fyri so mong okkara – bæði úti sum heima – er tað beint her, vit hava lagt okkara hjarta. Her á hesum grønu oyggjum mitt í sjónum. Í miðjum Norðuratlantshavi. Við sínum yðjandi lívi, buldrandi og broytiligu náttúrukreftum og ótrúliga tilfeingi.
Her hava meira enn 42 ættarlið yvirlivað og livað – ímóti øllum forsagnum. 42 ættarlið av fólki hava bygt hetta landið og skapað tjóð. Hava skapað mál og mentan og framburð og varandi virðir. Tað er eitt dagligt bragd. Og tað er ein ótrúlig, dýrmett gáva til okkara.
Beint her, mitt í sjónum, hava vit møguleika at skipa fólkaræði og frælsi. Her hava vit møguleika at skapa rættindi og virkismøguleikar hjá øllum. Her hava vit møguleika at útinna veruligt samhaldsfesti, har frumskógarlóg og hugsanin um, at eins deyð er annans breyð, kunnu gerast til einkis.
Frælsi og fólkaræði eru grundarlag undir øllum framstigum
Frælsi, fólkaræði, javnrættindi og samhaldsfesti eru tey virðini, sum hava skapt øll menniskjalig framstig – í Føroyum og um allan heim.
Tað var tá rætturin til at dríva vinnu, til at gagnnýta landsins tilfeingi og til at hava samband við umheiminum gjørdist frælsur hjá fleiri enn teimum fáu, sum áttu allar ognirnar, at Føroyar fóru at broytast og vaksa. Tað var tá bondini vóru slitin hjá teimum ognarleysu, at Føroyar kundu fjølgast og mennast.
Tað var tá tjóðskaparrørslan og upplýsingarfólk kravdu mentanarlig, sosial og politisk javnrættindi til Føroya fólk, at nýtt land varð vunnið. Og øll tey framtøk og virðir, sum vit dýrmeta mest í dag, vórðu skapt.
Tað var tá verkafólka- og fiskimannafjøldin kravdi sítt frælsi og javnrættindi at liva sum fólk. Og tók sær politiskt vald og ávirkan, at rætturin til sømilig kor, útbúgving, heilsutrygd, sosiala trygd og pensjón gjørdist rætturin hjá øllum. Tað var tá, at ein øgiligur framburður varð skaptur og grundarlagið lagt fyri einum vælferðarsamfelag.
Ella hugsa um kvinnurørsluna og rættindi hjá øðrum bólkum kring heimin, ið hava vunnið sær frælsi og javnrættindi. Tað hevur altíð skapt skarvslop í søguni.
Har fólkaræði og frælsi ikki er fyri tey fáu ella úrvaldu, kostað av at onnur verða kúgað – henda tey veruligu menniskjaligu framstigini.
Gylti ella spilti møguleikin í Føroyum
Og her standa vit í Føroyum í 2012. Við ótrúligum møguleikum at skipa okkum við frælsi, fólkaræði, javnrættindum og samhaldsfesti.
Við øllum møguleikum at taka ábyrgd av okkara landi og framtíð og gerast ein javnsett tjóð millum aðrar. Har vit ikki halda okkum vera betri enn onnur fólk, men har vit eru beint her og kunnu ávirka okkara egnu framtíð. Og kunnu vera ein av teimum lívføru og vaksandi blómunum í heimsins margfalda urtagarði.
Her kunnu vit skipa okkum við javnrættindum og samhaldsfesti og virða ymiskleikan og virkisfrælsi hjá hvørjum øðrum.
Og her hava vit allar møguleikar at standa á egnum beinum búskaparliga. Har til dømis bara ein broyting í okkara fiskivinnupolitikki og ein skilagóð umsiting av okkara fiskiríkidømi kann geva okkum fleirfalt tær inntøkur, sum eru í hesi seinastu lítlu restini av donskum blokkpengum, sum vit selja pkkara frælsi fyri. Og hartil koma allir aðrir ótroyttir møguleikar.
Men kortini taka vit ikki av møguleikanum. Enn í hvussu so er. Vit brúka ístaðin eina øgiliga orku at mála heilt aðrar myndir av okkum sjálvum og okkara møguleikum. Og vit lata avgerðir verða tiknar yvir høvdið á fjøldini, sum máa støðið undan frælsi, fólkaræði, javnrættindum og samhaldsfesti.
Hava vit fólkaræðið í Føroyum?
Tí hava vit yvirhøvur fólkaræði í Føroyum í dag?
Er tað fólkaræði, at vit ikki hava rætt at umboða okkum sjálv úti í heimi, og at onkur annar tekur avgerðir um, hvønn vit kunnu gera avtalur við? Ella tá vit kunnu revsast, uttan at kunna umboða okkum sjálv í rættinum – sum nú í makrelmálinum?
Er tað fólkaræði, at vit ikki sjálvi gera av, hvør sleppur at flyta til Føroya og hvør verður sendur út?
Er tað fólkaræði, at okkara land kann brúkast til stórpolitisk og hernaðarlig endamál, uttan at vit verða spurd ella kunnu nokta?
Er tað fólkaræði, at vit ikki hava samtykt tær lógir og reglur, sum verða sagdar at galda í Føroyum?
Er tað fólkaræði, at í okkara lógum er okkara mál ikki viðurkent, men vit eru við lóg áløgd at læra eitt annað mál?
Og er tað veruligt fólkaræði, tá vit síggja okkara politisku skipan samtykkja lógir fram eftir fummum og “overnight”, sum ganga beint ímóti javnrættindum og samhaldsfesti.
Har virðir verða flutt frá teimum mongu knáu til tey sterku fáu, sum Páll á Reynatúgvu orðaði seg í tinginum herfyri.
Og har mótmæli ikki verða hoyrd, ósannindi førd fram og ongin settur til svars.
Er tað fólkaræði, at virðismikil vinnurættindi verða býtt politiskt eftir tilvildarligum hugsanum hjá einum landsstýrismanni?
Er tað fólkaræði, at ikki allir samfelagsbólkar hava somu rættindi í samfelagnum?
Nei, svarið liggur beint fyri. Um bert vit vilja síggja tað.
Sjálvkolonisering – ein viðvendur kikari
Eg haldi, at ein høvuðsorsøk til, at vit ikki hava framt fólkaræði í verki, er, at ein so stórur partur av teimum samfelagsbólkum og stovnum, sum áttu at vart fólkaræðið og skapað grundarlag hjá okkum at taka ábyrgd og støðu, brúka so nógva orku til at fremja “sjálvkolonisering”.
Og hvat meini eg við, tá eg sigi sjálvkolonisering?
Jú tað er, tá vit síggja okkum í eini mynd, har vit ikki eru javnsett og við somu møguleikum sum onnur. Men vit gera okkum støðugt minni, meira heft og halda ikki, at vit hava sama virði og møguleikar at ávirka okkara lív sum onnur.
Sjálvkolonisering er, tá vit hyggja at okkum sjálvum, akkurát sum tá vit hyggja ígjøgnum ein viðvendan kikara. Har alt verður so fjart og lítið og kámt. Har bæði tað, sum er nær og tann størri sjónarringurin úteftir, verður minkað og skumpað burtur frá okkum.
Lat meg nevna nøkur dømi:
Eru vit fá og smá?
Hvussu ofta hoyra vit ikki: “Vit eru so fá og so smá, og tí ber onki til.”?
Men vit eru ikki so fá og smá. Vit eru eitt sera stórt land – millum tey størstu í mun til fólkatalið. Og vit kunnu gerast nógv fleiri her í Føroyum, um vit tora at taka ábyrgdina og gera nakað við tað.
Lat okkum venda kikaranum við! Lat okkum venda kikaranum rætt, so vit síggja nær og væl. So vit síggja tað fjølbroytnið, teir møguleikar og tað ríkidømið vit eiga her. So vit eisini síggja trupulleikar, ójavnar og lýtini væl – og kunnu gera nakað við tey. Um vit hyggja øvut gjøgnum kikaran, so skúgva vit eisini ábyrgdina langt frá okkum.
Er føroysk trupult og minni vert?
Ella hvussu ofta hoyra vit ikki: “Júmen føroyskt mál er so stirvið og trupult at læra.”?
Nei, føroyskt er ikki nakað trupult og stirvið mál. Tað er hvørki stirvnari ella truplari enn onnur mál. Vit skulu bara brúka tað og menna tað, eins og so nógv hugsjónarfólk hava roynt at gjørt seinastu 100 árini – og hava oftast fingið skomm og skitin orð afturfyri. Men hyggja vit rætt gjøgnum kikaran kunnu vit í dag gjøgnum føroyskt samskifta um alt og læra okkara grannamál og heimsmál, um vit bara gera nakað við tað.
Vit hoyra eisini mangan hesa løgnu atfinning móti teimum, ið vilja brúka og mýkja og menna tað føroyska málið, sum jú ikki hevur havt sess á so mongum týdningarmiklum økjum: “Oyjøssus sum tú ert føroyskur”. Men hava vit nakrantíð hoyrt ein svia, ein týskara ella ein kinesara sagt hetta, tá tey brúka sítt egna mál?
Hetta er tann viðvenda kikarin og sjálvkoloniseringin, sum virka.
Skapa vit ikki okkara egnu vælferð?
Hvussu ofta hoyra vit ikki: “Júmen, vit klára ikki sjálvi at gjalda fyri okkara egna samhaldsfesti og vælferð, og tí mugu vit fáa pening úr Danmark.”?
Men lat okkum venda kikaranum rætt: Vit klára sjálvandi at fíggja okkara egnu vælferð og vera samhaldsføst okkara millum. Vit eru millum ríkastu tjóðir í heiminum. Við ótroyttum tilfeingi og møguleikum, ið fáum er beskorið. Eitt ríkt tilfeingi – bæði á sjógvi, landi, í luftini og í okkara fólki, vinnu, mentan og felagsskapi.
Pengarnir úr Danmark fara ikki til tey, ið eru ringast fyri, men verða brúktir til at geva teimum sterkastu fleiri fyrimunir. Og hesir pengar fáa okkum at venda kikaranum skeivt og síggja vælferð og samhaldsfesti sum okkurt, ið liggur langt burturi frá okkum sjálvum. Venda vit kikaranum rætt, so síggja vit, at tað eru tey virðini, ið vit sjálv skapa, sum eiga lívið í okkum. Og vit klára væl og virðiliga at skapa vælferð fyri øll, um vit bert tora at býta virðini javnari, og skapa frælsi fyri øll í samfelagnum.
Eru føroyingar býttari enn onnur?
Hvussu ofta hoyra vit ikki: “Júmen, okkara politikarar eru so ódugnaligir og vit hava ikki álit á teimum. Tí kunnu vit ikki gerast fræls tjóð.”?
Men føroyingar eru sjálvandi hvørki býttari ella klókari enn onnur fólk. Og føroyskir politikarar eru tað heldur ikki. (Har eru fleiri góðir ímillum kann eg heilsa tykkum).
Og hyggja vit rætt í kikaran, so er tann støðan, at vit ikki hava tikið fulla ábyrgd av landinum, ein høvuðsorsøk til tað ábyrgdarloysið, sum fer fram í føroyskum politikki.
Vit hava ígjøgnum øldir vant okkum við, at onkur annar tekur avgerðirnar um okkara framtíð og lívsumstøður uttan at vit, fólkið í Føroyum, verða spurd og kunnu seta tey til svars. Fyrr vóru tað kongar, fútar, amtmenn og embætisfólk.
Men í hjálandastøðuni undir heimastýrinum hava vit latið hetta hildið fram. Og bygt eina mynd av, at vit kunnu onki gera við, at avgerðir verða tiknar yvir høvdið á okkum – av føroyskum heimastýrispolitikarum.
Tað er henda skipanin, sum ger, at ein flokkur sum Fólkaflokkurin støðugt kann sita við valdið og trívist allarbest í heimastýrisliga ábyrgdarloysinum. Har flokkarnir kunnu sita við donskum pengum sum amboð til at pínudoyva ringastu avleiðingarnar av ábyrgdarleysum politikki.
Í einum frælsum Føroyum við fólkaræði, har vit standa á egnum beinum búskaparliga, fara vit ongantíð at góðtaka tað, sum fer fram í dag undir heimastýrinum. Í einum landi við fullum fólkaræði, fara vit sjálvsagt at halda politikarar og onnur við ábyrgd til svars fyri sínar gerðir.
Vit kunnu gera nakað við tað!
Vit mugu altso brúka alla orku at venda kikaranum rætt! Vit skulu fara frá sjálvkolonisering til sjálvsvirðing.
Vit skulu skipa fólkaræði í Føroyum. Og vit skulu fáa veruliga ávirkan og gera nakað við at byggja tað landið og tað samfelagið, sum vit droyma um og elska.
Vit verða ongantíð samd um, hvussu tað skal innrættast, og tað er jú kjarnin í fólkaræðinum. Men vit kunnu gera nakað við tað.
Vit eiga ikki at finna okkum í, at politisku avgerðirnar verða skrumblaðar ígjøgnum eftir einaræðisligari framferð. Og at allar tær súlur og tey virði, sum hava bygt hetta landið, verða skrykt undan í eini handavending.
Vit eiga ongantíð at góðtaka, at fólkaræði bert er eitt orð, sum vit klistra upp á pelarnar upp undir val.
Vilja vit gera nakað við tað? Ja, so ber til til dømis til hjá okkum at melda seg inn í ein politiskan flokk, ella ein av teimum mongu felagsskapum, sum eru umboðað her á Fólkafundinum 2012.
Lat okkum melda greitt út. Ikki melda okkum út úr avgerðunum. Og lat okkum byrja nú.










