KFUK 1920 ? 16. apríl ? 2000

Motto: Ikki við mátti og ikki við megi, men við Tínum anda, sigur Harri herliðanna

Fyri áttati árum síðan hin 16. apríl varð boðað til fundar í táverandi Meinigheitshúsi, nú býráðssalur.

Eitt skriv varð sent í hvørt heim í Havnini, tær innbodnu vóru ungar gentur og kvinnur. Kvøldið byrjaði við prædiku av Jákupi Dahl, prósti, síðan greiddi Henrietta Hansen, K.F.U.K. skrivari frá arbeiðnum.


K.F.U.K.

Bókstavirnir standa fyri Kristiligt felag fyri ungar kvinnur, men næstan beinanvegin varð tað fyri allar aldrar.

Deildirnar vóru:

Várgleði, smágentudeildin, fekk frk. Hansen frá eini havnarkvinnu, Honnu Hansen. Henda vildi so gjarna fara út í heidningalond at boða evangeliið, men so sjólætst hennara einasti beiggi, og hon kundi ikki fara frá foreldrunum, tó helt hon, at hon kundi byrjað eitt ytrimissiónsarbeið millum gentur, tað fekk seinni navnið Várgleði, og hetta arbeið gav hon frk. Hansen, ein einastandandi gáva givin við tí rætta kristiliga sinnalagnum.

Unggentudeildin frá 13 árum til 17.

Aðaldeildin frá 18 árum og uppeftir.


Allir fundir vóru og eru almennir, tó undantikið limafundunum, sum vóru og eru eina ferðina um mánaðan. Hesir fundir, sum byrjaðu í 1922, tá K.F.U.K. felagið varð stovnað, eru teir somu, sum fyrsta K.F.U.K. í Onglandi (fyrsta K. í heiminum) byrjaði við í 1855: Vit savnast um eina opnað bíbliu og felagsbøn.


Innihaldið í arbeiðnum

Sum tað liggur í navninum var og er tað eitt kristiligt arbeiði.

Í øllum deildum er andakt, síðan vóru og eru bíbliutímar, ytrimissión og ítriv av ymsum slagi og spøl.

Summarlegur vóru hæddin í arbeiðnum. Frk. Hansen vildi so fegin hava eina síka sama summarið; tí bleiv ytsta húsið á Tinganesi leigað og var hetta fyrsta summarlega í Føroyum. Her úti byrjaði so eisini arbeiðið við øllum tess greinum. Betri stað fannst ikki, tá hugsað verður um, at her var Jesus boðaður á fyrsta sinni í landi okkara. J. Waagstein, listamálari, ið var giftur við mostur frk. Hansen, gav okkum eitt varandi minni um hesa ríku hending við tí stóra málninginum, har Sigmund Brestison boðar Hvíta Krist. Í salinum í K.F.U.K. við Varðagøtu hongur hesin søguligi málningur og øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið at síggja hann.

Frk. Hansen, sum hon altíð varð rópt, vaks upp suðuri í Vági, har okkara elsta K.F.U.K. varð stovnað 5. januar 1912. Pápin, ið var dani, doyði tá hon var 2 ára gomul, og mamman flutti við henni aftur til barnaheimið á Gørðunum.

Sum vaksin á veg til Danmarkar, fortelur hon, at tá fjallatindarnir fóru undir, føldi hon seg so einsamalla og fór sostatt niður í kamarið, legði seg á knæ á dúrkið og gav seg og lív sítt til Jesus.

Hon tók læraraprógv niðri, fór síðan á Marthabo, har K.F.U.K. skrivarar tá fingu útbúgving, og í 1920 gjørdist hon ferðaskrivari innan K.F.U.K. Kallið, ið frk. Hansen fekk, var: Føroya ungdómur fyri Kristus, og helt hon, at Havnin hevði mesta ungdómin, tí her leitaðu øll til víðari skúlar og aðra útbúgving, og her var hon so í arbeiðnum í 28 ár.

Tað er ikki ov mikið sagt, at vit fáa ongan skrivara, ið kemur henni nær, bæði í andans og handans arbeiði. Tá frk. Hansen fór frá, fór hon í aðra tænastu, bønarinnar tænastu, og var hon í bøn alla tíðina meðan teir ymsu fundirnir varaðu.

Í ár minnast vit 80 ára dagin við einum limafundi í gl. Meinigheitshúsinum.


Jona Henriksen