Altíð keðilgt at oyðileggja veitsluna

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, verður ofta lagdur undir at koma við forboðum og neiligum tíðindum. Sjálvur tekur hann sær ikki nær, tá kjakið gerst heitt, men hann er hinvegin greiðir yvir frammanundan, tá hann kemur við keðiligum tíðindum, ið kunnu fáa sinnini í kók

Pál Weihe er fyri mongum ímyndin av frámælum ella forboðum, tá um heilsu ræður. Hann er púra greiður yvir hendan leiklutin og tekur sær ikki nær, um fólk hava hug at ilskast inn á hann.

-Vit í fólkaheilsuráðnum fylgja bert tí, sum politiskt er sett út í kortið, og átøk mugu til, tí tað kemur ikki av sær sjálvum, sigur Pál Weihe, sum leggur dent á, at hann ger tað, sum starvið áleggur honum at gera.


Spillir veitsluna

-Hetta er long søga, ið ikki egnar seg til grunna viðgerð, leggur Pál Weihe dent á, og leggur afturat, at hann hevur eitt embæti at røkja.

-Eg eri í langa tí komin við útsøgnum. Síðstu 25 árini eri eg komin við væl dokumenteraðum útsøgnum um hvat dálking ger við føroyingar. Eg kundi tað sama bert kunngjørt hetta í útlendskum vísindalgum tíðarritum og latið hetta liva sítt lív har. Men hinvegin meti eg, at tað sum snýr seg um føroyingar, skulu føroyingar hava at vita, sigur Pál Weihe.

Hann metir, at fólk kanska ikki heilt hava skilt, at arbeitt verður fyri at fáa burtur sigarettir sum ein faktor í samfelagnum.

-Hetta er faktor nummar eitt í heilsuverkinum, tá tað snýr seg um ymsar sjúkur, so sjálvsagt royna vit at gera vart við hetta, men tað er ongantíð stuttligt at koma við ringum tíðindunum og oyðileggja veitsluna, sigur Pál Weihe.

Tá um royking og avmarking ræður vísir hann á, at onnur samfeløg kring okkum eru við fullari ferð á hesi leið.


Kjakið

Seinastu tíðindini frá Pál Weihe og Fólkaheilsuráðnum settu eld í hjá fleiri, og fleiri tóku pennin og mótúmæltu. Teirra millum persónar, ið eru kendir í almenna rúminum. Orsøkin var at finna í tíðindunum um, at bann skuldi setast fyri at selja sigarettir í Føroyum og eittnú skuldu dagrøktarar ikki longur sleppa at roykja inni hjá sær sjálvum.

-Endamalið var ongantíð, at dagrøktarar ikki skulu roykja, men at hetta ikki verður gjørt í húsinum, ella innan teir karmar, har børn verða ansaði, sigur Pál Weihe, ið metir hetta vera eitt sindur misskilt.

-Onki kemur av sær sjálvum, og vit lurta sjálvsagt, um onnur hava boð uppá hvussu vit koma fram leið, sigur Pál Weihe.

-Tað er sjálvsagt stuttligari at koma við góðum tíðindum, men Fólkaheilsuráðið er sett í verðina fyri at upplýsa. Vit hava eitt vælferðarsamfelag, ið heiðrar øllum, fólk sleppa at klintra í fjøllum og seta seg í vanda á annan hátt. Vit viðgera í heilsuverkinum og ongin sigur stórvegis. Tí ger tað onki, um samfelagið onkutíð sigur frá og kemur við tilmælum, sigur Pál Weihe.

-Tá tað kemur til tubbak, so argumenteri eg ikki fyri forboði. Hedur skulu rammurnar gerast trongari, so tey ungu og uppvaksndi ættarliðini fáa eitt signal um, at hetta ikki er partur av vanliga samfelagslívinum, sigur Pál Weihe.

-Fólk eru bundin av royking, og koma vit so við onkrum, so kann tað henda at tey kenna hetta sum persónligt álop. Tað er sjálvandi keðiligt, tá so er, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.

-Alternativið er onki at gera, sigur Pál Weihe.


Frælsi at kjakast

-Tá tað kemur til rúsdrekka, alkohol, so hava vit hinvegin góð tøl at vísa á. Vit hava síðani 1992 havt eina tálmandi linju á økinum, og hetta er eydnast. Hesum kunnu vit vera stolt av, men við royking eru tølini ikki líka góð, sigur Pál Weihe.

-Frælsið liggur í, at vit kunnu kjakast um hetta, men tekur onkur sær nær, so er tað sjálvsagt at harmast um, metir Pál Weihe.

-Ein kann koma inn í eitt rúm, ið er fult av vældokumenteraðum krabbameinselvandi evnum. Tað er hesum vit vilja sleppa undan, at fólk koma út fyri, tá tey sita í bíðirúmum og aðrastaðni, sigur Pál Weihe, ið metir, at frælsi er av alstórum tydningi.

-Tað eru jú fólk, sum berjast fyri frælsi, men tað kann jú koma til tað, at hetta gongur útyvir onnur, sigur Pál Weihe, og sipar eittnú til passiva royking.

Hann heldur at vælferðarsamfelagið í sera stóran mun vísir tolsemi, og at kjakið er sera víðfevnt og at her krevst, at fólk vísa virðing.

-Samfelag okkara vísir tolsemi. Tað ger t.d. eitt tryggingarfelag ikki. Hevur tú “lík í lastini”, so tekur felagið høgan prís fyri hetta. Tað gera vit í heilsuverkinum ikki, sigur Pál Weihe, sum hálovar frælsinum at kjakast, og sigur seg ongantíð hava tosað um forboð í samband við royking, men bert um at gera tað trupult at roykja.