Tað er als eingin ivi um, at trivnaðarráðharrin er lopin framav. Tað er eingin ivi um, at hann hevur valt nevndarlimir eftir teirra áskoðan fram um teirra fakligu førleikar. Hervið skal als einki ilt verða sagt um hesi fólk annars, lat tað vera púra greitt. Henda hending eigur at føra til umhugsan, og er í hesum sambandi nevnt, at vit eiga at hava eina nevnd afturat. Vit skulu hava eitt etiskt ráð. Tað er eitt gott hugskot, men hugskotið eigur ikki at verða nýtt til at fjala út yvir maktmisbrúk hjá landsstýrismanninum. Etiska ráðið eigur ikki at vera valt av einum einstøkum landsstýrismanni, men eigur at vera valt av einum breiðum skara.
Annars er málið um siðsemisnevndina avdúkandi fyri dupultmoralin í Tjóðveldisflokkinum. Tá formaðurin í Sosialinum mikudagin verður konfronteraður við óskilið, so hevur hann ongar viðmerkingar. Hann viðger ikki samgongumál alment! Hann viðger ikki innanfloksmál alment! Her er vent í holuni. Her eru nýggir tónar! Tað var tann tíð tá formaður Tjóðveldisflokksins gjørdi viðmerkingar til alt og øll uttan mun til, hvat slag av máli tað var. Men tá helt hann seg eisini hava fyrimunin av tí. Tá Signar á Brúnni skuldi fáast burtur frá politiskari ávirkan, so at tann harðmælti skiparin av Glyvrum kundi sleppa framat at gerast mentamaálráðharri, var alt endavent alment. Vit vilja hava reinføri, har Tjóðveldisflokkurin er við. Har Tjóðveldisflokkuirn er við skulu bert sakligar avgerðir takast. Tjóðveldisflokkurin borgar fyri politiskum reinføri!
Nú er so nakað fráliðið, síðan formaðurin kommenteraði alt og øll. Tjóðveldisflokkuirn er farin í samgongu við ein tann svartasta afturhaldsflokk, ið nakrantíð hevur virkað í Føroyum ? hevur latið einum flokki umboðandi ein evarska lítlan minniluta av fólkinum verða 17. mannin í samgonguni! Latið honum upp í hendi nakað so týdningarmikið sum familju- og trivnaðarmál. Tjóðveldisflokkurin hevur givið Miðflokkinum frítt spæl til at hóreiggja sær og til at spjaða sín boðskap! Tá so ráðharrin hjá Miðflokkinum fellur í freistingar og mannar Siðsemisnevndina við sínum politisku javnlíkum, hevur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum ongar viðmerkingar. Hví? kann verða spurt. Er tað tí hetta er so pínligt, at hann stendur seg best við at tiga? Er tað tí, at hann heldur hetta ikki vera Tjóðveldisflokkinum viðkomandi? Ella er hetta enn eitt dømi um ta opportunismu, sum hevur eyðkent Tjóðveldisflokkin, síðan viðhaldsfólkið hjá formanninum tók valdið í flokkinum? Kanska spyrja vit ov nær! Kanska gera vit formanninum órætt. Kanska veit hann bara ikki síni livandi ráð. Kanska er einki svar uttan hetta, at alt politiska virksemi Tjóðveldisflokksins síðan vánaliga val floksins fyrr í ár snýr seg um at varðveita maktina og at halda Javnaðarflokkin uttan fyri politisku maktina. Sama ger, hvør orsøkin til tøgn formansins er. Hann hevur ivaleyst skilt, at hann stendur seg best við at tiga og vit kunnu bert minna hann á, at hann, ið tegir, hann samtykkir. Í hesum føri samtykkir hann í ódámliga og ódemokratiska leiki Miðfloksins á politiska leikpallinum. Hvat restin av Tjóðveldisflokkinum og floksins baklandi sigur til hesa tøgn kundi verið áhugavert at hoyrt.