Atli Dam heldur, at tann strategi, sum varð løgd síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum, tykist at hava hildið. -Tað hepna er, at tað hevur verið so mikið gott samanhald millum føroyskar politikarar, at tað hevur borið til at fasthalda hesa strategi og miðlinjukravið nóg leingi til, at bretar blivu moyrir, og vit fingu hetta upp á pláss.
Atli Dam heldur tað vera gott, at tað hevur borið til hjá føroysku embætismonnunum at arbeiða við hesum máli uttan at alt ov stóra uppílegging frá politikari síðu.
-Eg haldi, at man hevur verið sera hepin við teimum samráðingarmonnum vit hava havt sigur Atli Dam og fer heilt aftur í tíðina, har vit í Dánjal Nolsøe, sála hava havt eina ekspertisu, sum annars altjóða serførðingar sita inni við. -Dánjal Nolsøe legði sera stóra orku í hetta málið líka frá fimti árunum og fylgdi gongdini tey komandi 40-50 árini. Hann var væl vitandi um tað altjóða rákið og kundi ráðleggja eisini, hvar vit skuldu venda okkum at fáa ta neyðugu vitanina.
Atli Dam heldur eisini, at tilrættaleggingin frá føroyskari síðu við eldhugaðum og sera virknum monnum sum Árni Olafssyni og Halgir W. Poulsen hevur verið framúr. Seinni fingu vit nógv dugandi fólk inn í Ráðlegingarnevndina í undirgrundarmálum og í samráðingarnar. Hann heldur eisini, at tað var beint at stýra leyst av Haag, og tað var Jan Mayen dómurin kanska eitt betri dømi um enn nakað annað.
Fyrrverandi løgmaður sær marknaavtaluna um ein part av einum útviklingi, sum byrjaði longu fyrst í 70-unum, har flestu flokkarnir vildu hava eina serføroyska skipan fyri undirgrundina, sum ikki líktist tí grønlendsku skipanini.
Nú vit skjótt kunnu hyggja í bakspeglið heldur Atli Dam, at hesi bæði málini: yvirtøka av undirgrundini og marknasetingin við Bretland eru helst tvey av teimum størstu málunum í føroyskari søgu. Hesi mál eru so nær tengd at hvørjum øðrum, sum nakað kann vera.
-Tí er tað so nøktandi fyri meg, at hetta er komið uppá pláss. Fyrst undirgrundina og nú markið.
Uppá fyrispurning hvørjar fyrimunir og vansar hann sær við hesi avtaluni sigur Atli Dam, at man kann altíð tosa um fyrimunir og vansar, men hann heldur, at vit eiga ikki at gloyma fyrimunirnar. Og her heldur hann eisini avaluna um fiskimarkið verða góða.
Um framtíðar útlitið og gongdina sigur Atli Dam: -Enn hevur Ráðleggingarnevndin stýrt beina kós, sum hevur verið, at alt hetta skal vera øllum tí føroyska samfelagnum, okkara eftirkomarum og framtíðini til fyrimuns. At tað er eitt felags tilfeingi, sum ikki skal nýtast sum so oftani í Føroyum til spekulatiónsendamál, men har man kann leggja eina kós, soleiðis at føroyskur búskapur fær allar fyrimunirnar av hesum uttan at tann keðiliga ávirkan sum vandi er fyri, tvs. tann avlagandi ávirkanin á okkara búskap og okkara lívshátt, fær høvdið fyri seg.
Føroyar einsamallar gera so lítið við hetta tilfeingið, so samarbeiðið við aðrar eitt nu bretar, verður neyðugt. So er spurningurruin, um vit duga at lóggeva so væl, at tað kemur øllum samfelagnum til gagns.










