spurt seg fyri og fingið at vita, at kringvarpið ongantíð hevur rent seg inn í tann trupulleikan, at vinnarar hava verið undir 18 ár. - Men skuldi tað hent, hevði borið til at býtt vinningin út við onkran [...] skuldi tað hent, at onkur undir 18 ár vinnur. Tað kann í hvussu er ikki vera rætt. Eingin hevur tú meldað Kringvarpið. Vinningurin í kappingini er ein kassi frá Okkara, og av tí at Okkara bara bryggjar [...] sodavatn. Solby Eliasen, programmleiðari í Kringvarpi Føroya sigur, at Kringvarpið kannaði ikki eftir hjá myndugleikunum, um loyvt var at luta burtur vinningar frá Okkara. Hon hevur heldur einki hoyrt fyri
Tá hugt verður at stigatalvuni hjá kvinnunum, bendir alt á, at Neistin í vetur fer at spáka allan vegin í FM-finaluna og eisini triðja árið á rað at taka steypið við sær. Argastu kappingarneytarnir eru [...] líka sterk, sum hon hevur verið tað hini bæði árini, so einki er at siga til, at oddasessurin er so sera tryggur. Talan er um eina góða blanding av royndum og garvaðum spælarum, og so nøkrum ungum og svongum [...] eru VB og Kyndil, meðan Stjørnan ikki sær út til at hava vera í nánd av tí, sum skal til, eins og nýsamansetta VÍF/Tjaldur heldur ikki tykist hava neyðugu styrkina. Manningin hjá Neistanum er akkurát líka
ku rørslu í Havn og vænti eg at vit fara at fáa fleiri og fleiri matstovur á altjóða støði í komandi árum við Michelinstjørnum. Komandi Býráð skal leggja stóran dent á at bøta um umstøðurnar hjá hesi skjótt [...] gingin er onki sum kann máta seg við feskt, føroyskt lambskjøt og nú byrjar tað at anga av røstum úr hjallunum, gott kálvakjøt er at fáa, ja, góða heystið er komið. Flestu okkara hava kunnleika til eplir og [...] ríkidømi sum okkara grønmeti veruliga er, vælsmakkandi, heilsugóður slow food í heimsklassa. Eg tori at siga at vit hava HEIMSINS BESTU rávørur. Vælkenda danska matstovan NOMA er kosin heimsins besta matstova
leygardagin, 4. og 5. november. Einki er at ivast í, at hesi vitni halda seg hava sæð Pidda hesar dagarnar, tey vóru øll sannførd um hetta. Trupulleikin er, at tey »bert« hava sína egnu sannføring um hetta [...] finnast eingi prógv um, at hesi fólkini veruliga hava sæð Pidda. Eingin hevur tosað við Pidda hesar dagarnar, og eingin hevur heilsa upp á hann heldur. Tað kann eisini tykjast vera løgið, at Piddi sjálvur ikki [...] ikki hevur verið heima hjá sær sjálvum hesar dagarnar. Tí er tað undarligt, at Piddi, so illa gongdur sum hann eftir øllum at døma hevur verið, skal hava rákað um tann heila bý frá klokkan 10.30 til 16.30
til teirra, sum hava áhuga í at keypa eina íbúð á Heimasta Horni. Tað er nevnliga møguleiki at keypa við tvey ára iðrunarrætti, og eisini ber til at laga handilin soleiðis, at keypið er 100% lánsfíggjað [...] á Skyn, sigur, at tey hava selt 14 íbúðir, síðani nýggja tilboðið kom á marknaðin. Hetta er ein munandi øking, tí samlaða talið av seldum íbúðum er nú 33. - Tað eru nøkur, sum halda, at hetta kann sammetast [...] við at leiga íbúðirnar í tvey ár, men soleiðis er kortini ikki. Skalt tú keypa, so skalt tú enn sum áður kredittmetast av bankanum. Og tinglýsing v.m. fer eisini fram sum vant. Men tað er nýtt, at tú nú
brúkast til at flyta ein skannara til Pakistan. Landssjúkrahúsið fekk fyrr í ár ein nýggjan CT-skannara, og vildi í hesum sambandi lata gamla skannaran til eitt vælgerandi endamál. Avgjørt varð at lata skannaran [...] Medicin. Barnasjúkrahúsið skal veita fátækum børnum ókeypis ortopediskar viðgerðir. Mett verður, at til ber at hjálpa umleið 4000 børnum árliga, sum t.d. hava klumpfót. Løgmansskrivstovan sigur, atr almennu [...] Hetta ger, at møguleikarnir hjá børnum, ið bera kropslig brek, eru sera avmarkaðir. Børn úr fátøkum familjum, ið bera brek, enda tí mangan sum kryplingar, ið ongan annan møguleika hava enn at bidda á gøtuni
keyparar og seljarar. Jóhan Dahl sigur, at hann fer at hava eina setanarrøðu, sum fer at nerta við breiddina í verandi vinnum í Føroyum, og hann fer eisini at nerta við eina - vónandi - komandi oljuvinnu [...] vinnuráðstevnuni verður í Løkshøll. - Hetta verður mítt fyrsta høvi at seta hesa stevnu, sum eg haldi hevur stóran týdning fyri møguleikarnar at skapa netverk og gagnligt samstarv millum vinnufyritøkur, bæði [...] Tað verður landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, sum í morgin klokkan 9 fer at seta vinnustevnuna, FaroExpo, í ítróttarhøllini í Runavík. Landsstýrismaðurin verður eisini við á kjakfundi undir
in hjá Tórshavnar kommunu hevur tí avgjørt, at tað verður viðurkendi føroyski listamaðurin Bárður Jákupsson, sum fer at listprýða stóru matarhøllina, og at kendi danski listamaðurin og sniðgevin Per Arnoldi [...] Yviri við Strond, skal nú listprýðast. Í vár varð arbeiðið at listprýða matarhøll, setstovur, trappu og gongsøkini á heiminum boðið út. Freistin at senda uppskot inn var 15. august og listabólkurin fekk 16 [...] sannførdur um, at valda loysnin tryggjar bæði heild og fjølbroytni, funktión og prýði, umframt nakað skaldborið og máttmikið, sum bæði búfólk, starvsfólk og gestir á Boðanesheiminum fara at gleðast um. Vit
Mikukvøldið vístu fuglfirðingar, at teir eiga at verða tiknir í ramasta álvara í oddastríðnum. Fyri aðru ferð í ár megnaðu teir at taka seg úr grannauppgerðini í Sarpugerði við trý mála sigri. Tað sigur [...] sigur ikki so lítið. Sjálvsálitið og eldhugin at vinna lýstu av rasku monnunum. Ikki minst var tað ein fragd at síggja, hvussu stinnur og sannførandi sentrali verjuparturin var. Veteranarnir Jákup Mikkelsen [...] útbúgvingarørindum. Hann ferðast heim í vikuskiftunum at hjálpa sínum bygdarmonnum. Tíggju stig í fimm teimum seinastu umførunum hava við sær, at NSÍ er sloppið undan hóttanini av niðurflyting. Fyrr í
rokna, og at felagið kemur við eini fráboðan seinni. André Dalfoss sigur, at hann hevur góðar vónir um, at TB fer at yvirliva í Effodeildini, hóast serbin er farin, tí tey hava gott fólk at seta ístaðin [...] ferð, at hann er í trupulleikum orsaka av vánaligum atburði uttan fyri vøllin. Tað einasta, André Dalfoss, formaður í TB, vil siga, er, at Bojan Timic og TB eru samd um at enda samstarvið frá í dag at rokna