Tað verður landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, sum í morgin klokkan 9 fer at seta vinnustevnuna, FaroExpo, í ítróttarhøllini í Runavík.
Landsstýrismaðurin verður eisini við á kjakfundi undir yvirskriftini - Føroyar í oljuvinnu - sum verður seinnapartin mikudagin, tá almenni parturin av vinnuráðstevnuni verður í Løkshøll.
- Hetta verður mítt fyrsta høvi at seta hesa stevnu, sum eg haldi hevur stóran týdning fyri møguleikarnar at skapa netverk og gagnligt samstarv millum vinnufyritøkur, bæði millum føroyskar fyritøkur, men eisini millum føroyskar fyritøkur og útlendskar keyparar og seljarar.
Jóhan Dahl sigur, at hann fer at hava eina setanarrøðu, sum fer at nerta við breiddina í verandi vinnum í Føroyum, og hann fer eisini at nerta við eina - vónandi - komandi oljuvinnu í føroyskum øki.
- Hetta verður eisini spurningurin, sum verður viðgjørdur í kjakpanelinum eftir fyrilestrarrøðina týsdagin, leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin vísir á, at nógvir føroyingar eru í oljuvinnu uttanlands, bæði sum navigatørar, maskinmenn og dekkarar umborð á føroyskum og útlendskum skipum, í ymiskum uppgávum á boripallum og eitt nú sum handverkarar í oljuvinnu á landi.
- Longu nú føra hesir menn 100-tals miljónir krónur av valuta heim til landið, sum fara í umfar her heima.
Jóhan Dahl leggur aftrat, at oljuútgerðarstøðin, Atlantic Supply Base, á økinum hjá Runavíkar havn eisini skapar virksemi og ringvirkningar í Føroyum.










