Mikukvøldið vístu fuglfirðingar, at teir eiga at verða tiknir í ramasta álvara í oddastríðnum. Fyri aðru ferð í ár megnaðu teir at taka seg úr grannauppgerðini í Sarpugerði við trý mála sigri. Tað sigur ikki so lítið.
Sjálvsálitið og eldhugin at vinna lýstu av rasku monnunum. Ikki minst var tað ein fragd at síggja, hvussu stinnur og sannførandi sentrali verjuparturin var. Veteranarnir Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen, sum er einasti ÍF spælarin, ið hevur verið á liðnum allar minuttirnar higartil í landskappingini, settu ikki ein fót skeivan.
Bogi Løkin er langtíðarskaddur, men annars hevur Flemming Christensen allar hinar tøkar undan NSÍ vitjanini. Eisini vinstra vongverjan Jan Ó. Ellingsgaard, sum er farin av landinum í útbúgvingarørindum. Hann ferðast heim í vikuskiftunum at hjálpa sínum bygdarmonnum.
Tíggju stig í fimm teimum seinastu umførunum hava við sær, at NSÍ er sloppið undan hóttanini av niðurflyting. Fyrr í ár hevur NSÍ lagt rygg til 2-1 tap ímóti ÍF bæði í Fuglafirði og við Løkin.
Allir teir, sum mikukvøldið vóru við til at vinna 2-0 heimasigur ímóti HB, eru tøkir hjá Kára Reynheim. Hjá Kára og NSÍ er setningurin at vinna sætta plássið. Mikukvøldið lyfti NSÍ seg upp á síðuna á B36, sum orsaka av betri málmuni varðveitti plássið. Við heimasigri á FC Suðuroy í gjárkvøldið fór B36 frá aftur NSÍ - fyribils í hvussu so er.