Ongastaðni fær tú so góðan og vælsmakkandi fisk og skeljadjór sum av føroysku grunnunum. Nú fjøllini verða gingin er onki sum kann máta seg við feskt, føroyskt lambskjøt og nú byrjar tað at anga av røstum úr hjallunum, gott kálvakjøt er at fáa, ja, góða heystið er komið.
Flestu okkara hava kunnleika til eplir og røtur, men vit gera alt ov lítið við grønmeti hóast tað er ótrúligt hvat kann vaxa her, td., nogv sløg av káli, leykir av alskins slagi, purrur, radisur, purleykur, bótarurt, aðrar kryddurtir, jarðber osfrs., og tá ein fyrst hevur smakkað føroyskt dild, ja, so vil man bara hava meira av hesum ríkidømi sum okkara grønmeti veruliga er, vælsmakkandi, heilsugóður slow food í heimsklassa.
Eg tori at siga at vit hava HEIMSINS BESTU rávørur. Vælkenda danska matstovan NOMA er kosin heimsins besta matstova hóast hon ikki hevur tilgongd til so góðar rávørur sum vit eru vælsignaði við.
Tað er gongd i okkara gastronomisku rørslu í Havn og vænti eg at vit fara at fáa fleiri og fleiri matstovur á altjóða støði í komandi árum við Michelinstjørnum.
Komandi Býráð skal leggja stóran dent á at bøta um umstøðurnar hjá hesi skjótt vaksandi vinnu í Høvuðsstaðnum. Vit eiga at hava ambitiónir um at gera Havnina til Gastronomiska Høvuðsstaðin í Norðurlondum ! vit megna hetta um vit vilja tað !









