Stuðul úr Føroyum til barnasjúkrahús í Pakistan

Landsstýrið hevur nú latið Landssjúkrahúsinum 125.000 krónur av játtanini til menningarsamstarv.

Tað boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.

Peningurin skal brúkast til at flyta ein skannara til Pakistan.

Landssjúkrahúsið fekk fyrr í ár ein nýggjan CT-skannara, og vildi í hesum sambandi lata gamla skannaran til eitt vælgerandi endamál.

Avgjørt varð at lata skannaran til eitt barnasjúkrahús í Pakistan, ið danski-pakistanski barnalæknin, Sajida Afzal, stendur fyri saman við Dagens Medicin.

Barnasjúkrahúsið skal veita fátækum børnum ókeypis ortopediskar viðgerðir.

Mett verður, at til ber at hjálpa umleið 4000 børnum árliga, sum t.d. hava klumpfót.

Løgmansskrivstovan sigur, atr almennu heilsutænasturnar eru sera avmarkaðar í Pakistan.

Størsti parturin av sjúkrahúsunum eru privat, og sjúklingar skulu gjalda fyri viðgerð.

Á ortopediska økinum eru bert 400 serlæknar til 165 milliónir íbúgvar og eingin barnaortopedur er.

Hetta ger, at møguleikarnir hjá børnum, ið bera kropslig brek, eru sera avmarkaðir.

Børn úr fátøkum familjum, ið bera brek, enda tí mangan sum kryplingar, ið ongan annan møguleika hava enn at bidda á gøtuni.

Við einari lítlari upphædd kunnu Føroyar virka fyri, at hesin bólkur av børnum fær nøktandi viðgerð, soleiðis at tey kunnu taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við onnur børn.

Skannarin fer úr Føroyum seinni í mánaðinum, og verður hann væntandi klárur at taka í brúk stutt eftir ársskiftið.