Neistin vann stórt

Eingin ivi er um, at í kappingini hjá kvinnunum snýr tað seg um Neistan ímóti rest, og hesa ferð var tað so Kyndil, ið fekk at kenna, at tær í Neistanum ikki eru mjúkar at strúka

Tá hugt verður at stigatalvuni hjá kvinnunum, bendir alt á, at Neistin í vetur fer at spáka allan vegin í FM-finaluna og eisini triðja árið á rað at taka steypið við sær. Argastu kappingarneytarnir eru VB og Kyndil, meðan Stjørnan ikki sær út til at hava vera í nánd av tí, sum skal til, eins og nýsamansetta VÍF/Tjaldur heldur ikki tykist hava neyð­ugu styrkina.
Manningin hjá Neistanum er akkurát líka sterk, sum hon hevur verið tað hini bæði árini, so einki er at siga til, at oddasessurin er so sera tryggur. Talan er um eina góða blanding av royndum og garvaðum spælarum, og so nøkrum ungum og svongum, ið vilja fram. Í miðal hevur Neistin vunnið sínar fýra dystir við 10 málum, so styrkin fjalir seg ikki.
Hesa ferð var mótstøðan frá Kyndli, ið er triðfremst, og her bleiv talan um eina reina styrkiroynd, har Neistin serliga síðsta korterið vísti vøddar og setti alt upp á pláss, samstundis sum unga og minni roynda liðið hjá Kyndli fall púrasta í fátt.
Sjálvt um Kyndil royndi at mans­verja Barbaru Brauer og Marjuna Danberg, munaði tað einki, tí hinar hjá Neistanum tóku bara so mikið størri ábyrgd. Og so hvørt sum mót­støðan viknaði, gjørdist tættari mill­um skjótálopini hjá Neistanum, sum at enda gjørdu tað til stórsigur á grannunum.