Heili fýra vitni siga seg hava sæð Pidda við Brotið og Colorama fríggjadagin um 17-tíðina, og somuleiðiðs hava vitni sæð Pidda frá klokkan umleið10.30 og heilt fram til 16.30 leygardagin.
Stóri spurningurin er so, hví Piddi ongantíð var heima í húsunum á Gerðisvegi 34 allan leygardagin.
Tí tað var hann ikki.
Fyrrverandi kona hansara og ákærdi vóru eftir egnum vitnisfrágreiðingum í húsunum á Gerðisvegi 34 meginpartin av degnum. Og sambært teimum báðum høvdu tey einki sæð til Pidda.
Eisini nærmastu grannarnir boða frá aktiviteti á Gerðisvegi 34 leygardagin, men eingin teirra hevur heldur borið eygað við Pidda
Tí er stóri spurningurin: Um Piddi framvegis var á lívi leygardagin, hví var hann so leingi úti og bara, eftir øllum at døma, gekk og mól fyri vág og vind?
Og tá hann hevur verið so leingi úti, hví hava ikki fleiri fólk sæð hann?
Hevur hann ongastaðni verið inni frá tí fólk siga seg síggja hann fyrstu ferð klokkan 10.30, til tey síggja hann seinastu ferð klokkan 16.30?
Hevur hann als ikki etið hesa tíðina?
Greitt mótprógvað
Vitnini, sum sóu Pidda leygardagin, eru øll sannførd um, at tað var Piddi, tey sóu, og at tað var leygardagin. Einki av vitnunum kundi tó á nakran hátt prógva, at tey høvdu rætt, og einasta vitni, sum legði eitt slag av prógvi fram, varð afturvíst.
Ein eldri kvinna pástóð, at hon hevði sæð Pidda í Bónus leygardagin. Hon greiddi frá, at hon sá Pidda leita eftir einum pakka av piparsós, og at hon enntá heitti á eitt starvsfólk um at hjálpa Pidda at finna hesa góðu sós.
Vitnið segði, at Piddi fekk sósapakkan, og við einari Colafløsku undir arminum fór hann at gjalda við kassan.
Sjálv rindaði hon fyri vøruna, hon hevði keypt, stutt eftir, og bongin vísti, at hon hevði goldið í Bónus leygardagin 5. november klokkan 11.29. Tí var hon so vís í tíðspunktinum.
Men ein gjøgnumgongd av øllum keypum í Bónus leygardagin 5. november vísti, at eingin hevði keypt piparsós og Cola um 11.25-11.30 tíðina. Faktisk vóru bert tveir pakkar av piparsós keyptir í Bónus hendan leygardagin, og teir vóru seldir langt eftir miðdag – annar um gott 14-tíðina og hin um gott 15-tíðina.
Tað sigur seg sjálvt, at einki av hesum vitnum hevur logið í rættinum, men dømið her vísir bara, hvussu lætt tað er at minnast skeivt.
Og tað førir so aftur til spurningin: Hví var Piddi ongantíð heima á Gerðisvegi 34 leygardagin?