Sló og spýtti eftir nevndarlimum

Um vikuskiftið boðaði TB frá, at Bojan Timic hevur spælt sín seinasta dyst fyri aldursforsetan. Felagið hevur ikki gjørt viðmerkingar til málið, men keldur siga, at Bojan Timic bæði sló og spýtti eftir nevndarlimum í TB um vikuskiftið

Í fjør var hann stóra hetjan hjá TB, tá hann á seinsta leikdegnum í seinastu minuttinum tryggjaði TB uppflyting í bestu deildina. Avrikin á vøllinum hava verið, góð og tað er blivið til sjey mál í ár. Men vánaligur atburður hevur fylgt serbanum, sum á einum góðum degi kann avgera ein og hvønn dyst.
Leygarkvøldið fór Bojan Timic um øll mørk, tá hann í Klubbanum á Tvøroyri bæði sló og spýtti eftir nevndarlimum hjá TB, siga keldur hjá Sosialinum.
Sum skilst, so er hetta ikki fyrstu ferð, at hann er í trupulleikum orsaka av vánaligum atburði uttan fyri vøllin.
Tað einasta, André Dalfoss, formaður í TB, vil siga, er, at Bojan Timic og TB eru samd um at enda samstarvið frá í dag at rokna, og at felagið kemur við eini fráboðan seinni.
André Dalfoss sigur, at hann hevur góðar vónir um, at TB fer at yvirliva í Effodeildini, hóast serbin er farin, tí tey hava gott fólk at seta ístaðin.
– Tað verður ikki Bojan Timic, sum verður munurin ímillum yvirlivilsi í Effo deildini ella einum falli niður í fyrstu deild, er hann púra vísur í.
Bojan Timic kom til TB í fjør og skoraði tíggju mál í átta dystinum. Í ár hevur hann sambært faroesoccer.com skotið sjey mál í 22 dystum og fingið átta gul kort.