Nakrar ferðir hevur Kringvarp Føroya havt vinningar frá bryggjaríinum Okkara.
- Vinn ein kassa eftir egnum ynski frá Okkara, ljóðar lýsingin fyri kappingini.
Advokaturin Bjørn á Heygum heldur spurningin vera sera áhugaverdan, um hetta kann vera loyvt.
- Fyri tað fyrsta krevst skeinkiloyvi fyri at selja øl, og haraftrat má øl ikki seljast fólki undir 18 ár, sigur Bjørn á Heygum.
Finn Ougaard, varafúti ivast eisini um kappingin kann vera lóglig. Hann hugsar her serliga um, skuldi tað hent, at onkur undir 18 ár vinnur. Tað kann í hvussu er ikki vera rætt. Eingin hevur tú meldað Kringvarpið.
Vinningurin í kappingini er ein kassi frá Okkara, og av tí at Okkara bara bryggjar øl, er vinningurin ein kassi av øli. Hitt bryggjaríið bryggjar eisini sodavatn.
Solby Eliasen, programmleiðari í Kringvarpi Føroya sigur, at Kringvarpið kannaði ikki eftir hjá myndugleikunum, um loyvt var at luta burtur vinningar frá Okkara. Hon hevur heldur einki hoyrt fyri tað.
Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri kringvarpið, hevur fingið onkra klagu.
Solby Eliasen hevur spurt seg fyri og fingið at vita, at kringvarpið ongantíð hevur rent seg inn í tann trupulleikan, at vinnarar hava verið undir 18 ár.
- Men skuldi tað hent, hevði borið til at býtt vinningin út við onkran av hinum vinningunum, sum vit hava, sigur Solby Eliasen.