sálarliga sjúkum støðuna, sum viðkomandi er í sum ein av mongum avvarðandi. Í samrøðum við Annlis Bjarkhamar hevur hesin makin greitt frá sínum upplivingum í eini støðu, sum triði hvør føroyingur einaferð [...] morgun, og her varð víst á, at hesin bólkurin av fólkum er sera illa fyri. Tí, sum hesin makin sigur tað so beinrakið: - Sum avvarðandi av einum sálarliga sjúkum sleppur tú ongan veg, og tú torir heldur [...] sjálvum, tí tey snøgt sagt ikki vóru von við tað, greiðir Annlis Bjarkhamar frá. Í teirra barmi liggur eisini ein ótti fyri, hvat onnur fara at siga og reagera um og tá tey greiða frá viðurskiftum sínum. Tað
hugsast, at onkur, sum í royndini liggur lágt, hevur havt størri náttúru/tøkni-upplivingar enn tann, sum bara situr inni og terpar. Eg eri eisini bangin fyri, at tað er júst hetta, sum fer at henda. Skulu [...] læraravegleiðingini. Tann, sum vil hava tilfar, hevur nógv at velja í. Netið er ein ótømandi kelda. Tey ungu duga sera væl at leita og gera framløgur við teimum møguleikum, sum teldan bjóðar. Lærarin má [...] hetta er fyri ein lærugrein. Í gomlu skúlaskipanini var vanligt at hava fakini lívfrøði og landalæru. Hesi vóru síðan løgd saman við einum nýggjum heiti, men nú var tøkni eisini komið aftrat. Sum so nógv annað
líka skelkað sum øll onnur av tí, sum fór fram í Klaksvík sunnukvøldið, tá ið fýra ungir dreingir brádliga tóku til at skjóta frá hond. Men hon sigur, at tað er ikki vist, at tað liggur so nógv aftanfyri [...] Havn fyri nøkrum árum síðani, tá ið ung fullkomiliga sorlaðu ein buss sundur. - Talan var um púra vanlig børn ið okkurt brádliga kom yvir, sum endaði við sorli, herverki og oyðileggilsi. Og síðani hevur [...] fyrru børnini. Sálarfrøðingurin leggur tó dent á, at hon hevur ikki sett seg inn í tað, sum hendi í Klaksvík. Tað, sum hon veit um málið, veit hon frá fjølmiðlunum og tí eru hennara viðmerkingar meiri almennir
Óla Jacobsen, formanni í Føroya Fiskimannafelag. Tað, ið byrjaði sum eitt pinkumál millum útvarpsmannin og Óla Jacobsen, endaði sum ein frágreiðing upp á 31 síður frá umboðsmanninum, har svar omaná aftursvar [...] burtur. Talan var um ein stuttan tátt hvønn morgun, har verturin í morgunsendingini las yvirskriftirnar hjá dagbløðunum upp. Orsøkin til, at harmleysi tátturin er tikin av, er ein álvarslig kæra til L [...] Hilmar Jan Hansen las upp úr bløðunum sum vant. Hann hevur eftir øllum at døma ikki fingið FF-blaðið í hendurnar hendan morgunin, og tí lesur hann ikki upp úr tí eins og úr hinum bløðunum. Tað fær Óla Jacobsen
serliga ein bólkur, sum tók áhoyrararnar á bóli í 2. umfari av Prix Føroyum. Ungu menninir í Mind?s Eye spældu fyri fyrstu ferð alment, og tað var vorið sum frumframførsla. Tað eru ár ímillum, at ein nýggjur [...] við sjálvsáliti og dygd. ? Passar tað, at hatta er fyrstu ferð, teir spæla alment, spurdi ein tónleikari, sum var bilsin av framførsluni hjá Mind?s Eye. Talan var um rocktónleik av tí harða slagnum, men [...] Áðrenn vit høvdu spælt ein tóna, kókaði tað frammanfyri pallin. Tað var vell, sigur Eyðun Mortensen. ? Tað fekk okkum eisini at spæla væl, og eg havi ongantíð áður flippa soleiðis út, sum eg gjørdi leygarkvøldið
ig vísir, at Føroyar sum heild tykjast liggja eitt førleikastig lægri enn næmingar í hinum Norðurlondunum, burtursæð frá Finnlandi, sum liggur omanfyri hini londini. Ein lutfalsliga stórur partur [...] fáa færri stig enn tað, sum PISA hevur sett sum mark fyri virkisførum førleika. Hetta er galdandi innan øll trý fakøki, sum eru lesing, støddfrøði og náttúruvísund. Nakað, sum eyðkennir úrslitini av [...] Lærarafelagnum er tó sannførdur um, at støðan ikki er so ring, sum úrslitini sum heild visa. - Lærararnir halda, at tað er ikki ein røtt mynd, at føroyskir næmingar eru so nógv verri fyri enn onnur
eina íbúð. Hóast tað enn í dag sær meira út sum ein spøkilsisbýlingur, tí onki lív er inni, so kann ein og hvør, sum hyggur framvið ímynda sær, at hetta verður ein sera hugnaligur býlingur, tá allar 24 íbúðirnar [...] fólki, sum eru komin upp í árini. Tað viðlíkahald, sum hoyrir til eitt húsarhald, kemur ein húsavørður, sum verður settur til býlingin, at taka sær av. Nú sást endin Steinbjørn Jacobsen er ein sera fegin [...] tílíka íbúð. Kostnaðurin liggur frá 3.800 til 4.800 krónum alt eftir um tað eru tær størru ella tær minnu íbúðirnar, sum ein leigar. Steinbjørn Jacobsen viðgongur, at tað er ein høgur prísur, men hann sigur
forgiftað av onkrum lógligum eitri, ella fær ein urtapott í høvdið, sum so aftur førir annaðhvørt til ein rullustól ella í ein kirkjugarð. So...eitt úttalisi sum: grindadráp er forkastiligt! Har viðkomandi [...] dagarnar har ein, millum annað, setti hart at grindadrápi. Argumentið var, at hvalur hevur ein intelegens og kenslu-sett, á støði við eitt menningartarnað menniskja ella sum eitt barn, sum viðkomandi segði [...] hvussu ein hvalur hugsar ella hvørjum tankasetti hann er útgjørdur við, men eg trúgvi, at alt má metast út frá onkrum og í mun til okkurt. Um ein hvalur hevur sama takasett sum vit menniskju, og liggur inni
tíðir, sigur Sólarn Isaksen. Eitt annað, sum ein eisini bítur merki í, tá ein koyrir gjøgnum tunlarnar er, at tað eru ongin endurskin ella skelti í tunlinum, sum kunnu lýsa eitt sindur upp ella vísa á, [...] tey í ein vissan mun ikki sum er. Tað er ikki eingongd eitt skelti í tí norðasta tunlinum, sum sigur ferðandi frá, at tað ber til at sneiða av har og koyra til Djúpadal. Mitt í tí heila varnast ein bara [...] summarið, sum nú er í ferð við at lækka. - Tað hava verið útlendsk, men sanniliga eisini mong føroysk ferðafólk, sigur hann. Hann greiðir frá, at tey útlendsku ferðafólkini sum oftast steðga ein dag í oynni
vit ikki á hendur, men vilja gera tað, sum liggur í okkara makt fyri at byggja kappróðurin uppaftur, sigur formaðurin í KÍF kappróðri. Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er stórt serblað um kappróður [...] ungar dreingir at manna 5-mannafarið Koll til FM-róðurin í ár. Hetta er ein barnamanning, og hetta er okkara einasta manning, sum er byrjað at rógva. Vit arbeiða eisini við at fáa eina gentumanning umborð [...] næsta ár, og tá vilja vit, at umstøðurnar eru komnar upp á pláss. Tey, sum rógva her hjá okkum, mugu hava líka frægar umstøður sum onnur, ið rógva. Í neystinum eru ongar brúsur og eingi wc. Vit hava tveir