Eirargarður: - Tað er ræðuligt at liva so tætt at einum sálarliga sjúkum fólkum. Tú ert snøgt sagt fastlæstur!
So beinrakið lýsir makin hjá einum sálarliga sjúkum støðuna, sum viðkomandi er í sum ein av mongum avvarðandi.
Í samrøðum við Annlis Bjarkhamar hevur hesin makin greitt frá sínum upplivingum í eini støðu, sum triði hvør føroyingur einaferð í lívinum kemur at standa í.
Bóklingurin »At hugsa við hjartanum« varð lagdur fram á tíðindafundi í Miðlahúsinum í morgun, og her varð víst á, at hesin bólkurin av fólkum er sera illa fyri.
Tí, sum hesin makin sigur tað so beinrakið:
- Sum avvarðandi av einum sálarliga sjúkum sleppur tú ongan veg, og tú torir heldur ikki at gera nakað!
Í dag er Alheims Sálarheilsudagur, og tað er í hesum sambandi, at almenningurin á fyrsta sinni fær kunnleika um, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum sálarliga sjúkum.
Vónað verður, at broytingar fara at verða gjørdar í umstøðunum hjá hesum bólkinum ið mest hevur verið merktur av tabu, tøgn og tutli í krókunum. Seinnapartin í dag var fundur við politiska myndugleikar um, hvussu ein kann fáa fleiri og betri tilboð til tey sálarliga sjúk og avvarðandi teirra.
Júst teirra søga
Annlis Bjarkhamar hevur sjálv verið avvarðandi hjá einum sálarliga sjúkum, og veit tí rættiliga nógv um støðuna hjá teimum.
Í arbeiði sínum við ritgerðini kom tað aftur og aftur til hana, at tey avvarðandi sótu við ótta og í iva, og vóru mangan hjálparleys. Ósvaraði spurningur teirra var, hvar hjálp var at fáa?
- Við hesum samrøðunum hava tey ynskt at gera vart við støðuna. Hetta var eisini fyrstu ferð, at nakar var áhugaður í at hoyra júst teirra søgu.
- Hesin veruleikin merkti tí eisini samrøðurnar: Tað var rættiliga trupult hjá fleiri teirra at hava fokus á sær sjálvum, tí tey snøgt sagt ikki vóru von við tað, greiðir Annlis Bjarkhamar frá.
Í teirra barmi liggur eisini ein ótti fyri, hvat onnur fara at siga og reagera um og tá tey greiða frá viðurskiftum sínum. Tað er tí heldur ikki uttan orsøk, at Annlis kundi staðfesta, at tað er trupult hjá teimum at finna accept at tað er í lagi at vera avvarðandi.
- Teirra hægsta ynski var kortini tað, at tey fáa onnur at skilja og hjálpa einum menniskja við sálarsjúku!
Grannar í SMS
Eitt eru tey avvarðandi sum eru komin upp í árini. Annað og meiri trupult er, tá tann sálarligi sjúku hevur børn.
- Tá talan er um børnini hava vit sum samfelag eina skerpaða ábyrgd, slær Annlis Bjarkhamar fast.
Í eini av samrøðunum sigur eitt vaksið barn seg – við »gru« - minnast afturá, hvussu hjálparleyst viðkomandi stóð, tá mamman var innløgd: - Einki hendi. Ongar samrøður. Einki at lesa, og ongar upplýsingar.
Onnur dømi eru um, at børnini eru tikin í álvara og hava fingið hjálp. Eitt vaksið barn greiðir soleiðis frá:
- Tað hevur verið ómetaliga gott at práta við onkran sum visti, hvat hetta var fyri nakað. Eg hevði nógvar ósvaraðar spurningar, tá pápi bleiv sjúkur, og havi tað fyri sovítt enn!
Gjøgnum alla ritgerðina verður víst á týdningin av kunning og opinleika. Hvussu neyðugt hetta er, vísa foreldrini hjá einum vaksnum barni á:
- Eg royndi at fortelja fólki, hvussu ringt tað var. Onkur ringdi, men ongin kom á vitjan. Var í bindiklubba, men ongin spurdi eftir dóttrini. Ongin nevndi hennara navn. Møtti grannum í SMS, har eg var saman við dóttrini. Tær komu ikki yvir at heilsa uppá. Vit kunnu betri fyrihalda okkum til eitt brotið beint hjá einum kriminellum, enn til tað, at ein er sálarsjúkur!
Í komandi viku fara vit at greiða nærri frá ritgerðini hjá Annlis Bjarkhamar.