PISA-úrslitið ikki nóg gott

Úrslitini av PISA-kanningini, ið bleiv gjørd í mars mánaði 2012, eru nú almannakunngjørd. Úrslitið er greitt - Føroyar liggja í tí tyngra endanum

Rannvá G. Fossaberg
 
Føroyar framvegis liggja væl aftan­fyri hini Norðurlondini, og av øllum londunum í PISA-kanningini 2012 liggja Før­oy­ar í niðasta triðinginum í øll­um fakøkjum.
Tað sær tó út til, at Føroyar ganga eitt vet fram síðani kann­ingina frá 2006. Serliga klára føroysku næmingarnir seg betri í støddfrøði.
Býtið av næmingum á før­leika­stig vísir, at Før­oy­ar sum heild tykjast liggja eitt førleikastig lægri enn næm­ing­ar í hinum Norður­lond­unum, burtursæð frá Finn­landi, sum liggur oman­fyri hini londini.
Ein lutfalsliga stórur partur av føroysku næm­ing­un­um fáa færri stig enn tað, sum PISA hevur sett sum mark fyri virkisførum før­­leika. Hetta er galdandi inn­an øll trý fakøki, sum eru les­ing, støddfrøði og náttúru­vísund.
Nakað, sum eyðkennir úrs­litini av kanningini í Før­oy­um, er, at sera fáir føroysk­ir næmingar kunnu lýsast at hava sera góðan førleika. 
Harafturat er vert at nevna, kynsmunin í úrs­liti­num í lesing, sum eisini er at síggja í fleiri øðrum londum. Ein bólkur av dreingjum klára seg so mikið illa í lesing, at tað er vandi fyri, at teir fáa trupulleikar seinni. 
Hetta er tann fjóðra PISA-kann­ingin, sum er gjørd í Før­oy­um.
Kanningin fór fram í døgu­num 19-23 mars í fjør, tá allir næmingar í 9. flokki í fólka­skúla­num vóru við.

Føroyar liggja undir miðal
Úrslitini av PISA-kanningini, sum bleiv gjørd í mars mánaði í fjør, vísa, at Finnlandi er tað norðurlandið við besta úrsliti­num.
Hóast afturgongd fær Finnland enn flest stig í PISA-kanningini, og tað gera finsku næmingarnir innan øll trý fakøkini, sum eru lesinf, stødd­frøði og náttúruvísind.
Í næsta bólki liggja Dan­mark og Noreg. Har­næst liggja Ísland og Svø­ríki, meðan Føroyar ligg­ja niðast. Sostatt eru Før­oy­ar tað norðurlandið, ið er vánaligasta landið í kann­ing­ini samanborið við hini norður­londini.
Hóast føroysku úrs­lit­ini framvegis liggja und­ir miðal, eru Føroyar ein­as­ta norður­land, sum kann stað­festa posi­tiv­ar broyt­ing­ar í úrs­liti­num innan stødd­frøði.
Munurin millum Føroyar og hini norðurlondini sæst serliga væl í lesing og náttúru­vísind. Her eru før­oysku úrslitini eisini sera vána­lig, og kanningin hesa­ferð staðfestir, at støðið er alt ov lágt, serliga innan hesi bæði økini. Tó er líkt til, at Føroyar hava størri framgongd í lesing enn hini norðurlondini, har Danmark og Noreg standa í stað, og Finn­land, Svøríki og Ísland fara aftur.
Innan støddfrøði hava før­oysku næmingarnir fing­ið 468 stig, og eru sostatt á einum 41. plássi á tí økinum. Har­aftur­ímóti fingu næm­ing­ar­nir í íslandi og Danmark ávíka­vist 493 og 500 stig.
Á lesiøkinum liggja Føroy­ar á einum 46. plássi við 443 stigum, meðan føroysku næmingarnir eru á einum 48. plássi í náttúruvísind, har stigini vóru 443.
Ikki óvæntað er tað Shanghai-Kina, sum liggur á ovastu rók í kanningini, har kinesisku næmingarnir hava fingið umleið 600 stig á øll­um økjum.

Mugu ikki fara í svart
- Vit eiga ikki at fara í svart, hóast føroysku næmingarnir liggja undir miðal. Ístaðin skulu vit royna at arbeiða mið­víst, soleiðis sum vit eisini hava gjørt, so at úrs­lit­ini í framtíðini verða betri.
Tað sigur lands­stýris­mað­ur­in í mentamálum, Bjørn Kal­sø.
At Føroyar liggja undir mið­al og enntá niðanfyri tey norðurlendsku londini, vit vanliga samanbera okk­um við, heldur lands­stýrismaðurin vera harmi­ligt, men hann vísir á, at glott­ar eisini eru at hóma hjá før­oysku næmingunum.
- Um hugt verður eftir øll­um trimum fakøkjunum frá 2006 til 2012 er ein fram­gongd at síggja. Tað eiga vit at gleðast um, og tað vísir okk­um, at vit gera okkurt rætt, sigur Bjørn Kalsø.
Síðani kanningina frá 2006 er ymiskt gjørt í fólka­skúl­anum fyri at betra um før­leik­ar­nar hjá næm­ing­­un­um. Serliga er tað í byrjan­­ar­­­undir­vísingini, at meir er gjørt burturúr, og eitt nú eru fleiri tímar játtaðir og tví­lærara­­skipanir eru settar í verk. Bjørn Kalsø dugir tó ikki at siga, um tey tiltøkini rigga sum ætlað.
- Tað er ilt at siga, um mann hevur gjørt nóg nógv fyri at betra um úrslitið, men eg haldi meg kunna siga, at vit gera okkurt rætt, tí vit sígg­ja hóast alt eina lítla framgongd í kanningunum, sigur Bjørn Kalsø.
Hann heldur, at øll skipan­in eigur at endur­skoð­ast, um Før­oyar skulu klára at fylgja við hinum londunum.
- Vit hava longu sett tiltøk í verk, sum vónandi fara at síggjast aftur í komandi PISA-úrslitum. Men eisini er týdning­ar­mikið, at lærara­kreft­ir­nar fáa neyðug skeið og eftirútbúgvingar. Øll skipan­in má endurhyggjast, tí øll hini londini gera nóv burtr­úr, og tað eiga vit eisini at gera, sigur Bjørn Kalsø.

Ikki nóg gott
Formaðurin í Føroya Lærara­felag, Herálvur Joensen, er ikki í iva.
- Úrslitið er ikki nóg gott. Vit hava ov nógvar næm­ingar, sum liggja í teimum veikaru bólkunum, og ov fáar næmingar, sum liggja í teim­um góðu bólkunum, sig­ur Herálvur Joensen.
Formaðurin heldur ikki, at vit eiga at seta spurnartekin við tey tiltøkini, sum longu eru sett í verk.
- Tað haldi eg ikki, at vit kunnu, tí vit mugu bíða í eina tíð fyri veruliga at síggja, hvussu tiltøkini koma at hilnast. Av somu or­søk dugi eg heldur ikki at siga ítøkiliga, hvat eigur at verða gjørt fyri at betra um úrs­lit­ini komandi árini, sigur Her­álv­u­r Joensen.
Hann vísir á, at hóast ógvu­liga fáir næmingar í Før­oy­um sambært kann­ing­ini kunnu lýsast at hava sera góðan virkisføran før­leika, eiga vit ikki at stúra stór­veg­is.
- Mann veit frá kanningum aðra­staðni, at tað er ikki veru­ligur samanhangur her, tí fleiri av teimum, sum sam­bært kanningini ikki hava ser­liga góðan førleika, fáa góð­ar útbúgvingar seinni í lívinum. Tað merkir tó ikki, at vit ikki skulu taka hesi úrslitini í álvara, tí sjálv­andi eiga vit at hjálpa hes­um bólki­num, staðfestir Her­álv­u­r Joensen.
Formaðurin í Lærara­felag­num er tó sannførdur um, at støð­an ikki er so ring, sum úrs­lit­ini sum heild visa.
- Lærararnir halda, at tað er ikki ein røtt mynd, at føroyskir næmingar eru so nógv verri fyri enn onn­ur. Tí kann mann seta spurn­ar­tekin við, um spurn­ing­ar­nir í kannignini eru nóg væl frágingnir málsliga og í inni­haldi. Ikki tí, hetta er ikki ein undanførsla, men tað er nak­að, vit eiga at hyggja eftir, sig­ur Herálvur Joensen.

Hvat er PISA

Henda PISA-kanningin er tann fjóðra í røðini. Fyrsta kann­ingin var í 2005 og var eitt slag av undankannig. Síða­ni eru PISA-kanningar frá 2006, 2009 og nú 2012.
Endamálið við PISA-kann­ingini er at lýsa, á hvørjum før­leika­stigi næmingar í føroyska fólkaskúlanum eru samanborið við við næm­ing­ar úti í heimi. Í 2012 varð PISA-kanningin gjørd í 66 londum, og eins og undan­far­in ár er tað al­tjóða felags­skap­ur­in fyri bú­skap­ar­ligum samstarvi og menn­ing, OECD, ið stendur fyri kann­ing­ini.
Mentamálaráðið hevur fingið føroyskar serfrøðingar at skriva frágreiðingina í ár. Frágreiðingin er skrivað so­leiðis, at úrslitini úr Føroyum kun­nu samanberast við úrs­lit­­ini úr hinum londu­num.
Við at vita nágreiniliga um førleikastøðið hjá næm­ing­unum í Føroyum, ber til at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu verða við til, at næm­ing­ar­nir blíva betur førir fyri at klára seg í einum alsamt meira altjóðagjørdum heimi.
Í PISA-kanningini eru tað les­ing, støddfrøði og náttúru­læru­­­greinar, ið eru høvuðs­øk­ini.