Umstøðurnar mugu betrast

Langar bíðirøðir og troðkan stóðst av søluni av atgongumerkjum undan steypafinaluni á Tórsvølli ólavsøkudag. Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandið Føroya, sigur, at umstøðurnar mugu betrast

Fleiri áskoðarar sluppu ikki inn á Tórsvøll til steypafinaluna ólavsøkudag millum HB og NSÍ, fyrr enn dysturin langt síðani varð settur í gongd. Orsøkin til hetta var, at ov long tíð gekk at ogna sær atgongumerki uttanfyri stadion.
Bert tvær lúkur til atgongumerki á sama staði til fleiri túsund áskoðarar var ov lítið, og tá einki var uppmerkt, stóðst troðkan og langar bíðirøðir uttanfyri Tórsvøll beint undan og nakað inn í steypafinaluna.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at hetta er ein praktiskur trupulleiki, sum skal takast til eftirtektar og arbeiðast við.
- Av tí at einki var uppmerkt, fóru áskoðararnir niðan til sjálva inngongina og vóru síðani beindir oman til billetsøluna, og tá stóðst troðkan. Bingjurnar, har atgongumerkini kundu keypast, skuldu vent øðrvísi, so áskoðararnir komu framvið bingjuni og ikki beint á bingjuna, sigur Ísak Mikladal, sum eisini leggur afturat, at eftirmeting verður gjørd av fyrireikarunum í nærmastu framtíð, og at hesin praktiski spurningur eisini verður tikin upp tá.

Lítið selt í forsølu
Hóast tað bert vóru tvær lúkur, skal vera sagt, at lúkurnar vóru langar, so fleiri kundar sluppu til samstundis. Men hóast tað, hevði avgjørt verið betri, um sølan av atgongumerkjum var við allar tríggjar inngongirnar á Tórsvølli, so fleiri túsund áskoðarar ikki verða savnaðir uttanfyri somu bingju, har ?tann sterkasti yvirlivir?.
- Í forsølu seldu vit 400 atgongumerki í Runavík og 164 í Havn, og tað vil siga, at nógv tann størsti parturin skuldi ogna sær atgongumerki uttanfyri stadion beint áðrenn dystin. Tá stendst sjálvandi ein trupulleiki, sum vit so fara at viðgera, sigur Ísak Mikladal. Hann leggur afturat, at tá so nógv fólk koma til dyst, verður vanliga tað mesta selt í forsølu, og vísir á dystin millum Danmark og Føroyar á Tórsvølli á sinni. So hesin trupulleiki er ikki komin so væl til sjóndar fyrr.
Ísak Mikladal ásannar, at kanska verða broytingar neyðugar hesum viðvíkjandi, tá føroysku áskoðararnir hava lyndi til at bíða eftir veðrinum, áðrenn teir í seinastu løtu avgera at fara, og kanska hevði trupulleikin verðið loystur við víðkan av atgongumerkjasølu og betri uppmerkingum.