Náttúra og tøkni

So var aftur ein roynd løgd afturum bak. Hesuferð vóru tað tey smáu, sum vóru kannaði, og hóast úrslitini ikki vóru so galin, so verður tað, sum hjá onkrum ikki gekk so væl, sligið stórt upp og í grafum og hagfrøði tagað sundur, og leitað verður eftir teimum seku

Eg fari at siga eitt sindur um fakið náttúra/tøkni. Í stórari grein í Sosialinum verður sligið fast, at skilið er ringt í hesum fakinum, hóast næmingarnir í 4. flokki svaraðu í miðal 75% av spurningunum rætt, og tey í 6. flokki um tey 55%. Latið okkum fyrst hyggja eitt sindur at, hvat hetta er fyri ein lærugrein. Í gomlu skúlaskipanini var vanligt at hava fakini lívfrøði og landalæru. Hesi vóru síðan løgd saman við einum nýggjum heiti, men nú var tøkni eisini komið aftrat. Sum so nógv annað, varð hetta bara gjørt, uttan at gera sær greitt, hvat lærugreinin innihelt. Aðrastaðni høvdu tey eitt slíkt fak, og tí skuldu vit eisini hava tað. Fasatan var í lagi, men innihaldið manglaði, og tað manglar enn. Um vit hyggja at lesiætlanunum og meiningini við lærugreinini aðrastaðni, so síggja vit, at her verður hugsað um eitt upplivingarfak og eitt fak, sum skal leggja grundarlagið undir lívfrøði, landalæru og alis/evnafrøði, tá børnini koma í 7. flokk. Vit skulu læra tey nakrar mannagongdir, arbeiðshættir, framløgumátar og geva teimum nakrar náttúruupplivingar, har fyribrigdi í náttúruni verða lýst. Vit skulu læra børnini at skilja samanhangin í náttúruni, og læra tey at lýsa margfeldni út frá lívfrøðiligum reglum, eins væl og at seta tey í samband við landalæru og tøkni.

Tá sagt verður, at ov lítið er til av alisfrøði í bókunum, eru vit fallin aftur til tann gamla hugsunarháttin, tá fakini vóru hvør sær. Tú skalt td. kunna taka eina blómu og viðgera hana lívfrøðiliga, men sanniliga eisini í einum evnafrøðiligum samanhangi. Tú kanst tosa um litevni, føðslusølt o.a.. Ella tak flytifuglin. Hvussu finnur hann leiðina? Her fært tú tosað um ættir, magnetfelt, magnetir, stjørnur og sól. Tað er ikki neyðugt, at tað ovast á síðuni stendur Alisfrøði, tí mann hevur eisini loyvi at hugsa sjálvur. Tøkni er annað enn alis-/evnafrøði.

So verður eisini serliga tosað um bókina til Náttúru/tøkni 3 í 6.flokki.. Av órøttum verður hendan bókin gjørd til tann stóra syndabukkin. Eg haldi, at hendan bókin er nógv tann besta av teimum trimum bókunum í røðini. Hon byggir nevniliga á omanfyrinevndu hugsan við lærugreinini. Men hon skal brúkast saman við arbeiðsbókini og læraravegleiðingini.

Tann, sum vil hava tilfar, hevur nógv at velja í. Netið er ein ótømandi kelda. Tey ungu duga sera væl at leita og gera framløgur við teimum møguleikum, sum teldan bjóðar. Lærarin má tó hjálpa næminginum at skilja millum gott og vánaligt.

Nú eru fólk farin í gongd við at gera lesiætlanir frá barnagarði til miðnám. Tað er gott og neyðugt.

Men lítið verður tosað um at útbúgva lærarar til fakið. Hetta eigur Læraraskúlin at taka upp og skipa fyri. Tað kann taka langa tíð og ímeðan vit bíða, mugu lærarar sleppa at endurútbúgva seg.

Her í Hoyvík eins og aðrastaðni, royna vit at skipa toymið soleiðis, at lærugreinin fakliga er væl fyri. Lærarar eru har, sum brúk er fyri teirra fakligu styrki. Hetta ber tíverri ikki til í teimum smærru skúlunum.

Um hesin mátin sæst aftur í slíkum Landsroyndum, er tó ivasamt. Aðrastaðni hava tey ásannað, at fakið ikki er egnað til slíkar royndir. Hvussu skulu vit máta eina uppliving í tølum og metum? Tað kann hugsast, at onkur, sum í royndini liggur lágt, hevur havt størri náttúru/tøkni-upplivingar enn tann, sum bara situr inni og terpar.

Eg eri eisini bangin fyri, at tað er júst hetta, sum fer at henda. Skulu vit satsa uppá at seta okkum inni og klára okkum væl til Landsroyndina, heldur enn at fara út at kanna lutir og seta teir í samband við restina av náttúruni? Tá er lítið vunnið.

Ella skulu vit bara venda aftur til gomlu skipanina.