Tað var serliga ein bólkur, sum tók áhoyrararnar á bóli í 2. umfari av Prix Føroyum.
Ungu menninir í Mind?s Eye spældu fyri fyrstu ferð alment, og tað var vorið sum frumframførsla. Tað eru ár ímillum, at ein nýggjur bólkur kemur fram á slíkan hátt ? við einum orkufullum og fangandi úttrykki, við sjálvsáliti og dygd.
? Passar tað, at hatta er fyrstu ferð, teir spæla alment, spurdi ein tónleikari, sum var bilsin av framførsluni hjá Mind?s Eye.
Talan var um rocktónleik av tí harða slagnum, men talan var um støðug skift millum melodiøs petti og tað, tey rópa growl.
Sangarin var í miðdeplinum alla tíðina, og hann kom sera væl frá síni framførslu. Hann var eisini ovurfegin, tá ið hann kom av pallinum aftur.
? Hatta var fantastiskt. Fólkini vóru ótrúlig, og eg vildi næstan ikki fara av pallinum aftur, segði Eyðun Mortensen.
Flippaði út
Eitt døgn aftaná hálva sigurin í Fuglafirði, var sangarin framvegis sera fegin um avrikið leygarkvøldið.
? Tað følist framvegis fantastisk. Vit høvdu als ikki roknað við, at tað fór at ganga soleiðis, sigur Eyðun Mortensen.
Hvat var tað, sum tit ikki høvdu roknað við?
? Fyri tað fyrsta, at vit gjørdust nummar 2, tað høvdu onga vón um frammanundan. Og so var móttøkan frá áhoyrarunum nógv betur, enn vit høvdu torað at droymt um.
Nógvir klaksvíkingar vóru komnir um fjørðin at fylgja lokalu vónini, og tey gjørdu sítt til, at framførslan gjørdist lívlig bæði á pallin og á gólvinum í salinum.
? Beinan vegin tá ið vit komu á pallin, byrjaðu fólk at rópa og skríggja. Áðrenn vit høvdu spælt ein tóna, kókaði tað frammanfyri pallin. Tað var vell, sigur Eyðun Mortensen.
? Tað fekk okkum eisini at spæla væl, og eg havi ongantíð áður flippa soleiðis út, sum eg gjørdi leygarkvøldið. Tað vóru áhoyrararnir, sum fingu meg til tað.
Sangarin í Mind?s Eye bæði sang og growlaði, og hann gjørdi tað sannførandi, men tað liggur eisini nógv venjing aftanfyri evnini at syngja soleiðis.
? Tað skal nógv venjing til fyri at kunna growla. Eg havi sungið til fløgur í fleiri ár á kamarinum hjá mær.
Uppgávur bíða
Mind?s Eye hevur verið virkin bólkur í fleiri ár, men teir hava ikki spælt alment fyrr enn leygarkvøldið. Teir hava vant nógv og hava hugnað sær við tónleiki í venjingarhølunum.
Tá ið teir fyri hálvum ári síðani fingu nýggj venjingarhøli, eftir at teir høvdu leitað í langa tíð, kom rættiliga ferð á hjá teimum. Teir hava keypt sær nógv góða útgerð, og teir eru farnir at skriva sín egna tónleik. Prixið hevur eisini skumpað meira undir teir.
? Aftaná framførsluna leygarkvøldið fingu vit onkran fyrispurning um at koma at spæla í næstum. Møguliga fara vit at spæla longu fríggjakvøldið aftur, sigur Eyðun Mortensen.
Hava fingið eina vón
Mind?s Eye hevur skrivað tónleikin hjá sær serliga til Prixið. Sangarin hevur skrivað tekstirnar, og so hava teir gjørt tónleikin í felag.
? Vit brúktu ikki rættiliga alla tíðina, sum vit til taks á pallinum, so vit ætla at taka okkurt nýtt við til hálvfinaluna. Vit hava fingið eitt gott hugskot, sum vit fara at arbeiða við næstu tíðina, sigur Eyðun Mortensen.
Fimm bólkar fara í mars mánaði at kappast í hálvfinaluni. Allir 2?arnir í innleiðandi umførunum fáa møguleikan at vinna seinasta finaluplássið.
? Áðrenn hetta umfarið høvdu vit ongar vónir um at koma víðari, men nú eru vit farnir at trúgva upp á tað, og vit hava eisini eina lítla vón um, at vit kunnu standa okkum væl í hálvfinaluni. Eg rokni í øllum førum við, at vit kunnu betra okkum til næsta umfarið, sigur sangarin í Mind?s Eye.