eingin tosar um, hetta at heimastýrislógin átti altíð at mint okkum um, at demokratarnir sviku demokratiið og at fólkarætturin í Føroyum bleiv í síni tíð skúgvaður til viks, og at vit tí heldur fingu eina [...] jur kapittul í Føroya søgu hóast lætt er at staðfesta, at Fámjinsskjalið bert er ein endurtøka/uppfrískan av heimastýrislógini frá 1948, og hetta gerst við at peika á §7 og §8 í heimastýrislógini ? Nakni [...] er en lov der er givet ud fra den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende grundlov, og der ses ikke at være nogen anledning til at opgive denne forudsætning! Harvið bleiv heima
vardi. Dómarin metti tó, at málverjin hevði flutt seg av linjuni áðrenn skoti, men tó at Óli fekk nýggja roynd, og tó at hesa ferð sendi móti hinari síðuni, so vardi Voda aftur fyri. At hann hesaferð í nógv [...] beinanvegin, at Skála ikki hevði nakrar sum helst trupulleikar við at halda fast um sessin, tá alt kom til alt. Fyrstu løtuna leikaði kanska nóg so javnt á, men tað var skjótt sjónligt, at heimaliðið var [...] afturat, tí dysturin leygardagin kom fram um at kalla alt annað. Sessurin í bestu deildini stóð upp á spæl, og í sjálvum sær er tað einki minni enn eitt bragd, at liðið yvirhøvur hevði togað seg somikið væl
Atlantshavið. Í 1991 eydnaðist tað at fáa partarnar at binda frið, og árið eftir var fyrsta frælsað valið í Angola. Undan valinum hevði Sawimbi verið vísur í, at hann fór at vinna, men tá saman um kom, fekk [...] MPLA, og hetta lyftið helt hann. Undir friðarsamráðingunum í nítiárunum eydnaðist tað honum at fáa ST at halda, at UNITA hevði latið øll vápnini frá sær, men í veruleikanum hevði felagsskapurin útvegað sær [...] helti til maoismuna, men skilti, at Kina var til reiðar at veita honum og UNITA sama hernaðarliga stuðul, sum Sovjetsamveldið lat MPLA. Suðurafrika sendi herfólk til Angola at hjálpa UNITA, og hetta samstarvið
tað var at kalla vónleyst hjá egyptisku myndugleikunum at finna hann. Tað ljóðar, at tað eisini eydnaðist honum at fáa innferðarloyvi til USA undir navninum Abdel Moez. Heili bin Ladens Eftir at vera komin [...] sum meira enn eina ferð hevur prógvað, at hann er sera gløggur og dugir væl at skipa fyri, nýtir hesi evni síni og sína átrúnaðarligu grundfestu sannføring til at skipa fyri tiltøkunum ella atsóknunum hjá [...] til deyða fyri at hava skipað fyri bumbuatsóknini at egyptisku sendistovuni í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad fyri seks árum síðani. Men hetta var fráverudómur, tí al-Zawahiri var ikki at finna, tá egyptiski
í summar varð fleiri ferðir nevnt, at HB átti ein orduligan skansa á heimavøllinum í Gundadali. Hagtølini vísa, at ein av orsøkunum til, at HB hevur vunnið FM, er, at teir hava verið so stinnir í Gundadali [...] í Klaksvík, og NSÍ hevur tapt tíggju stig í Runavík. Tað eigur í hvussu so er hjá NSÍ at vera nakað at hugsa um, at teir bara hava tapt sjey stig á útivølli ella bara helmingin av tí, sum teir hava tapt [...] er so, hvussu tað fer at laga seg komandi árini. Tað eru fimm lið um uppflytingarboðið, og tað er ikki so ógvuliga torført at sleppa upp aftur í bestu deildina. Men tað er torført at halda tørn um nývunnið
tingmenn vanliga at spæla kort. Áðrenn ferðasambandið varð so væl útbygt, at ferðast kundi til og úr Havn hvønn dag, vóru tingmenn vanliga í Havn fyri vikuna, meðan tingfundir vóru, og til at stytta sær stundir [...] millum annað fegnast um, at hann hevur verið við til at fáa í lag heimastýrisskipanina, sum hann metur sum eina av sínum áhugaverdastu uppgávum. Somuleiðis tekur hann til eftirtektar, at landafrøðiligu og vinnuligu [...] niðurlagt í 1816. Nýggja húsið á Húsabøi var liðugt í 1856 og var 14x16 alin. Í 1906 var gjørt av at víðka húsini og at umbyggja. Á fyrstu hædd var tingsalur, sitistova, floksrúm hjá sambandsflokkinum, tvær forstovur
sær, at bæði Uni Arge og Todi Jónsson høvdu møguleikar at gera mál. Um tað í dag fer at eydnast at halda tætt fyrra umfarið, so er einki at ivast í, at álopsspælararnir á føroyska liðnum fara at fáa møguleikar [...] nógvir framvegis eru á liðnum, eftir at so long tíð er fráliðini, undirstrikar veruleikan, at føroyska liðið hevur nógvar royndir. Samstundis er hugaligt at staðfesta, at tað eru fleiri spælarar við í Litava [...] Zelkevicius, fjalir ikki, at hann og hansara menn ætla sær at vera annað enn kanónføði í undankappingini. ? Vit ætla okkum í hvussu so er at enda á næstfremsta plássinum og harvið at vinna rættin til kval
í eini roynd at tætta betur har afturi. Óhepnir John Henrik Holm heldur kortini ikki, at tað vanaliga úrslitið gevur eina rættvísa mynd av spælinum hjá VB, tí hann heldur, at orsøkin til at VB liggur so [...] rin er eisini, at nýggi áleyparin skal koma til Vágs í summarsteðgin um og verða klárur at tørna til fyri VB, tá ið landskappingin byrjar aftur eftir feriuna. John Henrik Holm sigur, at leiðslan í VB hevur [...] nóg góðir, men tað tekur tíð at spæla eitt ungt lið, saman. ?Men tað skerst ikki burtur, at vit hava verið óhepnir og kortini til royndar spælarar og skaðarnar hava gjørt, at sera stór ábyrgd hevur hvílt
, skuldi fara á Lágargarð at arbeiða, men um tað mundið fekk hon sjúku, sum skjótt skuldi vísa seg at vera óbøtandi, og nú bleiv tað til, at hennara langa og stranga ferð at deyðanum umsíðir fekk ein enda [...] hóast onkuntíð strævið kann tað vera ruddiligast at fáa greið boð í eini tíð, har tað annars tykist vera gott latín sum mest bara at behaga fyri ikki at siga at vera hálur. Har hon ferðaðist, kveikti hon lív [...] tann framíhjárætt í mong ár bæði at samstarva við Vilgerð umframt at hava eitt ósvikaligt vinarlag við hana. Ikki so at sjógvar ikki brutu millum tvey so bersøgin fólk sum okkum bæði, tó eg ikki minnist sólina
stóran mun tilvildin, sum gjørdi, at so var. Skapti lítið TÍ vóru teir í B36 í øllum førum ávaraðir undan heimadystinum sunnudagin, og tað er nokk einki at ivast í, at teir í øllum førum ikki tóku serliga [...] Sjálvandi kann framvegis nógv henda, og enn eru 48 stig at spæla um, so avskrivast skala árstalsfelagið neyvan. Men tað er einki at ivast í, at trýstið nú liggur á liðnum. Komandi vikuna skulu teir tvær [...] dystirnir móti B68 og Skála geva nakað, sum líkist seks stigum av sær, er einki at ivast í, at tolið hjá mongu viðhaldsfólkunum er um at vera uppi. Dysturin í tølum B36-EB/Streymur 1-3 (1-1) 0-1: Magni á Lakjuni