Tá løgtingið fylti 100 ár

Um Ólavsøkuna hátíðarheldur Føroya Løgting sín 150 ára dag fyri endurstovnanina og fyrsta bind av søgu tingsins er longu handað tingsins formansskapi. Fyri 50 árum síðani, í 1952, var eisini hátíðarhald, tí tá helt løgtingið sín 100 ára dag síðani endurstovnanina í 1852

Føroya Løgting hátíðarheldur um Ólavsøkuna, at 150 ár eriu liðin síðani endurstovnanina í 1852. Tingformenn úr grannalondum í útnorði eru gestir og veitsla er fyri innbodnum. Hetta verður beint eftir gustænastuna ólavsøkudag og eftir ólavsøkurøðu løgmans.
Í samband við 150 ára dagin verður givin út søga tingsins í trimum bindum harav tað fyrta er komið.
Tinghúsið verður umbygt og umvælt, men kann tó takst í nýtslu til ólavsøkuna. Tinghúsið varð bygt á Husabøi stutt eftir endurstovnan løgtingsins og har stendur tað enn. Áðrenn vóru tingfundir í Gongini í gomlu tingstovuni, sum varð bygd í 1662, og sum eisini hýsti tinginum, til tað varð niðurlagt í 1816.
Nýggja húsið á Húsabøi var liðugt í 1856 og var 14x16 alin.

Í 1906 var gjørt av at víðka húsini og at umbyggja.
Á fyrstu hædd var tingsalur, sitistova, floksrúm hjá sambandsflokkinum, tvær forstovur og toilett. Á loftinum vóru hesi rúm: Í syðra enda, millum tingmenn kallað "Suðurpólurin", hevði javnaðarflokkurin floksrúm, á kvistinum hevði fólkaflokkurin floksrúm, og í norðara enda, kallaður "norðpólurin", var floksrúm tjóðverdisfloksins. Millum norðpólin og kvistin hevði framburðsflokkurin floksrúm, og millum suðurpólin og kvistin hevði sjálvstýrisflokkurin floksrúm. Rúm sjálvstýrisfloksins varð millum tingmenn kallað "heilsunevndin" og í hesum rúmi plagdu tingmenn vanliga at spæla kort. Áðrenn ferðasambandið varð so væl útbygt, at ferðast kundi til og úr Havn hvønn dag, vóru tingmenn vanliga í Havn fyri vikuna, meðan tingfundir vóru, og til at stytta sær stundir gingu kortspølini hvørt kvøld á tinghúsloftinum, og so stórur var áhugin millum tingmenn fyri kortspæli, at eisini tingmenn úr Havn vóru í tinghúsinum um kvøldið og spældu kort.
Í 1977 varð tinghúsið aftur umbygt. Arkitekturin J.P. Gregoriussen stóð fyri umbyggingini.

1852 - 1952
Føroysku bløðini gera í 1952 eitt sindur burturúr 100 ára degi løgtingsins. Dimmalætting og Tingakrossur nevna nakað av tí, ið hátíðarhaldið fevnir um.
Bløðini prenta søguyvirlit og heilsanir og røður. Tað sæst, at til staðar eru varaformaður landstingsins og forsætisráðharrin, umframt gestir úr Finnlandi, Íslandi, Noreg og Svøríki. Tingið er eisini fult av fólki.
Eitt sindur verður sagt um søguna tey 100 árini, ið farin eru av tingsøguni.
Ymiskt hevur óivað verið, hvussu endurreisnin av tinginum hevur verið umhildin.
Stuttligt er í dag at tríva í eitt brot um embætisvaldið, nú vit fyri fáum árum síðani hava fingið nýggja stýrisskipanarlóg, ið hevði umfatandi broytingar við sær.
Í grein í Tingakrossi í 1952 stendur millum annað soleiðis í grein um løgtingið gjøgnum 100 ár:
"Men annars varð stríðið móti embætismonnunum donsku nógv hildið fram í tjóðskaparpolitiki...." "Ein stórur partur av embætismonnunum er við nýskipanina í 1948 komin undir føroyskt ræði og eingin skila føroyingur kann í dag vera so blindur, at hann ikki hevur ferilin av, at eitt nýtt stríð við føroyskt embætisvald er í umbúna.
Nú gongur nógv dult fyri seg í føroyskari umsiting og landsstýrið við sínum tænastumonnum hevur í síðstuni tikið sær rætt til at gera mangt einsamalt, sum ikki áður hevði verið tolt donskum embætismonnum..."

Landsframsýning
Í bløðunum er eisini prentað røðan, sum statsminister Erik Eriksen helt tann 29. juli 1952. Hann sigur seg millum annað fegnast um, at hann hevur verið við til at fáa í lag heimastýrisskipanina, sum hann metur sum eina av sínum áhugaverdastu uppgávum. Somuleiðis tekur hann til eftirtektar, at landafrøðiligu og vinnuligu viðurskiftini í Føroyum eru so ymisk frá teim donsku, at fyrilit ikki bara má, men skal takast fyri hesum, tí tað er alneyðugt.
Ov drúgt verður á hesum stað at taka til viðgerðar alt, ið fór fram við 100 árahaldið og djúpt innlit í viðurskiftini fær ein heldur ikki við bert lættliga at kaða í bløð frá 1952. Men søga tingsins er nú komin út í bók og har fæst størri innlit.
Men tað skilst í bløðunum frá 1952, at skipað var tá fyri sonevndari landsframsýning, ið millum mangt annað eini hevði á skránni eina løgtingsfram-sýning við m.ø. fundarbókum.

Kongur vitjar
Í ár, við 150 ára føðingardag løgtingsins, er ikki umboð fyri kongshúsið við. Sambært løgtingsformanninum er ein orøk, at slíkt má leggjast ætlan um í sera góðari tíð, tí tey kongaligu hava úr at gera og hava drúgva skrá.
Heldur ikki í 1952 var kongur til staðar við hátíðarhaldið. Men hann vitjaði tó í 1952. Í august kom Fríðrikkur kongur inn á Havnina við kongaskipinum, eftir at hava vitjað í Grønlandi, og fekk hann tignarliga móttøku.
Í dag, við 150 ára dag løgtingsins, stendur løgtingshúsið ikki liðugt, eftir enn eina umbygging, ið eisini umfatar bygningin hjá Føroya Tele, sum nú eisini gerst partur av tinghúsinum. men tó er komið so mkið á leið, at húsið kann takast í nýtslu.
Við nýggum tinghúsið og nýggjari bókarøð um søgu tingsins verður stevnt mót teim 200 árunum í søgu løgtingsins.