U21: Altjóða óroyndur dómari dømir dystin Ísland-Føroyar

Talan er er um ein skotskan dómara

Mynd: UEFA

Hóskvøldið klokkan 18 spælir føroyska U21-landsliðið annan undankappingardystin í hesari EM-undankappingini.

 

Í dysti í undanbólki C spæla Føroyar móti Íslandi á AVIS vøllinum í Reykjavík. 

 

Tað verður ein altjóða óroyndur dómari úr Skotlandi, ið fer at døma dystin millum Ísland og Føroyar.

 

Talan er um Ross Hardie, ið fyrst byrjaði at døma altjóða dystir í fjør. 

 

Ross Hardie hevur tó síðani 2023 dømt dystir í bestu skotsku fótbóltsdeildini, so hann skuldi verið hampuliga vanur við eitt sindur av hvørjum.

 

ÍSLAND - FØROYAR

 

Dómari: Ross Hardie SCO

 

Hjálpardómari 1: Douglas Potter SCO

 

Hjálpardómari 2 er ikki ásettur enn

 

Fjórði dómari: Duncan Nicolson SCO

 

UEFA dómaraeygleiðari: Mika Peltola FIN

 

UEFA umboð: Helen Conley ENG

 

Mynd: UEFA